Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. oktober 2015 sosialurin 125 16 tema Barnsburðarfarloyvi – Eg føli, at fólk ofta hyggja løgi at mær, tá eg sigi, at eg havi valt at vera heima hjá børnunum. Eg eri von við spurningar sum: »Gongur tú so bara heima?«, »Fekk barnið ikki pláss á stovni?« og »Tímir tú ikki at arbeiða?« Tað er tí ikki nakað, eg rópi hart um. Eg tori serliga illa at tosa við aðrar mammur, tí tær hava valt nakað annað. Eg ynski ikki tær skulu føla, at eg haldi, at mítt val er betri, tí umstøðurnar hjá øllum eru ymiskar, sigur 27 ára gamla Guðri Oddmarsdóttir Larsen, ið hevur valt at vera heima hjá børnunum Valdu at rað- festa familjuna Hallur av Rana E lsta dóttirin hjá Guðri og Pól Andrias Larsen, Rebekka, fór í dagrøkt, tá hon var beint undir sjey mánaðir gomul. Tá var barsilsfarloyvi liðugt, og Guðri mátti fara aftur til arbeiðis. Tá dugdi Rebekka nóg illani at sita og grulva, og dugdi ikki at siga, hvat hon vildi og ynskti. Hon treivst ikki so væl í dag­røktini, og Guðri kláraði heldur ikki at vera burtur frá henni. – Eg græt, tá eg lat hana frá mær í dagrøktini. So stutt áðrenn vit fluttu niður, valdi eg at taka hana heim, og setti mær fyri, aldrin at gera nakað líkn­andi aftur. Soleiðis greiður Guðri Oddmars­ dóttir Larsen frá um støðuna, ið við­ virkandi til, at hon í dag hevur tikið tað, í modernaðum tíðum, óvanliga valið at vera heima hjá sínum børn­ um. Rebekka er í dag fýra og eitt hálvt ára gomul, og lítla familjan er flutt aftur til Føroyar, og búleikast nú á Toftum. Í dag er Rebekka so mikið gomul, at Guðri hevur valt at senda hana í barnagarð, har hon trívist sera væl, men eitt ára gamla dóttirin Naomi, er framvegis heima hjá mammu síni. – Naomi varð fødd tá vit búðu í Danmark. Tað var fantastiskt, tí tá kundi eg fara á barsil í eitt ár. Tá legði man væl merki til, hvussu stórur mun­ur er á einum barni, ið er sjey mán­aðir gamalt og einum, ið er eitt ár gamalt. Men eg føldi kortini, at tað ikki var rætt at koyra Naomi á stovn, so eg og maðurin valdu, at eg skuldi vera heima hjá henni. Vit valdu tað, ið vit føldu var rætt fyri okkara familju. Ein annar friður í heiminum Avgerðin um at vera heima, er ein, ið Guðri ikki angrar. Tvørturímóti, so heldur hon, at tað er ein nógv størri frið­ur yvir heimi og familjuna, nú hon er heima, og kann brúka meira tíð saman við børnunum. – Tað følist í familjuni, at tað er meira róligt heima og nógv minni stress. Tað er eisini gott fyri Rebekku, ið trívist betri, nú tað er meira róligt. Eg havi tað eisini sjálv nógv betri, nú eg eri heima við tí yngru, og ikki má lata hana til nakran annan. Serliga kennir Guðri munin, tá eldra dótturin kemur heim frá barna­ garð­inum. – Eg fái betri tíð at gera ymisk ør­ indir og annað arbeiði. Eg fái millum annað keypt inn og ruddað húsi, áðrenn Rebekka kemur heim. So tá hon kemur heim, og er troytt aftaná ein langan dag, so kunnu vit hugna okk­um saman, og børnini sleppa undan, at verða hálaði við til handils ella okkurt annað ørindi, ið tekur fokus frá teimum. Morgnarnir eru á sama hátt. Vit kunnu taka okkum góða tíð, tí vit hava einki at skunda okk­um til, greiður Guðri frá. Sostatt hava hon og maðurin eina dóttur, ið aldrin hevur verið á stovni, og eina, ið fór á stovn aftaná sjey mán­aðir. Sjálv heldur Guðri, at hon merkir mun. – Eg meti, at tað er ein stórur munur á, hvussu væl tær hava trivist. Tað hevur sjálvandi eisini nakað at gera við persónmenskuna. Eg havi lagt merki til, at Naomi trívist væl og følir seg trygga. Eg haldi tó ikki, at Rebekka hevur tikið nakran skaða av, at hon fór at á stovn, tá hon var sjey mánaðir gomul. Hon er ein glað og fitt genta í dag, sum trívist væl í barna­ garð­inum og aðrastaðni, metir Guðri. Gongur tú so bara heima? Tað er ikki eins vanligt, sum tað var fyrr, at mammur velja at vera heima hjá børnunum. Tað merkir Guðri eis­ini, tá hon møtir fólkum, ið spyrja hana, hvat hon tekst við. – Eg føli, at fólk mangan hyggja løgi at mær, tá eg sigi, at eg havi valt at vera heima hjá børnunum. Eg eri von við spurningar sum: »Gongur tú so bara heima?«, »Fekk barnið ikki pláss á stovni?« og »Tímir tú ikki at arbeiða?« Tað er tí ikki nakað, eg rópi hart um. Eg tori serliga illa at tosa við aðrar mammur, tí tær hava valt nak­að annað. Eg ynski ikki, at tær skulu føla, at eg haldi, at mítt val er betri, tí umstøðurnar hjá øllum eru ymisk­ar. Eg havi stóra virðing fyri teim­um kvinnum, ið eru farin út aftur á arbeiðsmarknaðin. Gurði metir, at rákið er við at venda í Danmark, har tað verður al­samt meira vanligt, at mammur velja at vera heima hjá sínum børn­ um. Har er ein størri opinleiki um evnið, heldur Guðri, ið vónar, at hug­ burð­urin eisini byrjar at broytast í Føroyum. – Tað kann væl vera, at tað er um at broytast í Føroyum eisini. Tað vóni eg, tí tað er so gevandi at vera heima við børunum. Eg havi tosað við fleiri kvinnur, ið vóna, at teirra børn ikki fáa pláss á stovni, so tey kunnu ganga longri heim. Men tær flestu hava eitt arbeiði, ið tær føla, at tær mugu aftur til, sigur Guðri. Sleppi at uppliva tær lítlu og ríku løturnar Menningin hjá smábørnum gongur við rúkandi ferð tey fyrstu árini, og tað er ikki óvanligt, at tað er dag­ røktar­mamman, ið er tann fyrsta at upp­liva fyrstu fetini hjá einum barni og aðrar líknandi løtur, tí børn eru so leingi á stovni. Tað eru júst tær løturnar, ið Guðri hevur saknað, og sum hon heldur ríka so nógv um gerandisdagin. – Eg fái allar hesar lítlu og ríku løt­ur­nar við. Hjá Rebekku, so var tað dag­røktar­mamman, ið sá hennara fyrstu fet, og tað var hon, ið upplivdi tær ser­ligu løturnar, ið ein mamman ynskir at uppliva. Man fær eisini eitt heilt ser­ligt samband ella nærleika við børn­ini, tá man er saman við teim­um. Sum mamma fær man Eg haldi heldur ikki, at vit hava uppgivið so nógv. Tað ger einki, um man ikki eigur tað nýggjasta nýggja av øllum. Vit hava bara valt at raðfesta øðrvísi« Guðri og Pól Andrias