hósdagur 29. oktober 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. oktober 2015
sosialurin 125
17
møguleikan at vera tann, ið leggur
dagin hjá barninum til rættis og
hjálpir barninum við menningini.
Tað er ótrúliga gevandi at vera við
til, greiður Guðri frá.
Angri tað ikki eina løtu
Guðri verða mangan spurd, um tað
yvirhøvur ber til at liva í Føroyum við
einari løn. Tað ber til, hóast man til
tíðir má siga nei til ymiskt.
– Tað eru nógv, ið koma til okkara
og spyrja, um tað ber til at liva upp á
eina løn í Føroyum. Tað ber til, men
tað er ein spurningur um raðfesting.
– Hetta er nakað, ið eg og maður
mín tosaðu nógv um, men eg angri
ikki eina løtu, at vit tóku hesa av
gerðina. At vera hjá børnunum er tað
týdningarmesta nú. Tá tey vera størri,
so kann tað vera, at vit bæði tvey fara
at arbeiða fulla tíð, men júst nú, so
hava vit valt at raðfesta familjuna,
sigur Guðri.
Hennara uppfatan er ikki, at tey
vaksnu í familjuni missa nakað stór
vegis, orsaka av valinum.
– Eg haldi heldur ikki, at vit hava
uppgivið so nógv. Tað ger einki, um
man ikki eigur tað nýggjasta nýggja
av øllum. Vit hava bara valt at rað
festa øðrvísi, greiður Guðri frá.
Politiska skipanin
kann gera meira
Tá samrøðan byrjar at snúgva seg
um barsilsskipanina, og hvat politik
ararnir kunnu gera betri, er Guðri
greið. Tær mammur, ið ynskja at vera
longri heim hjá børnunum, eiga at fáa
møguleikan til tað.
– Barsilsfarloyvi við løn eigur
heilt vist at leingjast. Eg havi tosað
við fleiri mammur, ið høvdu ynskt, at
tær kundu verið longri heim, og um
tær fingu møguleikan, so høvdu tær
tikið av. Talan er um eina so stutta
tíð, tá tey eru lítil, og tað er ein tíð, ið
man aldrin fær aftur. Tær eru nakrar
mammur, ið gjarna vilja skjótt út
aftur á arbeiðsmarknaðin, men tær,
ið ynskja at vera longri heim, áttu
at fingið tann møguleikan, heldur
Guðri.
Í Danmark eru kommunur, ið
stuðla mammum, ið ynskja at vera
longri heima. Tá ein mamman
hevur verið heima í eitt ár við løn,
rinda kommunurnar 3.500 til 5.000
krónur um mánaðin í eitt ár aftrat.
3.500-5.000 krónur er kostnaðurin, ið
kommunurnar hava fyri hvørt barn á
stovni. Eina slíka skipan hevði Guðri
ynskt, at føroysku kommunurnar
tóku til sín.
– Talan er um somu upphædd, ið
tað kostar kommununi at hava eitt
barn á stovni. Til ber at søkja um tann
stuðulin, og so stuðlar kommunan
tær at ganga heima við barinum í
eitt ár aftrat aftaná barsilsfarloyvið
er liðugt, heldur enn at gjalda stovns
plássið. Tað er ikki lætt at búgva í
Føroyum við ongari løn. Her er dýrt
at liva, so ein slíkur stuðul hevði verið
kærkomin, heldur Guðri.
Harumframt skipa donsku komm
unurnar fyri sokallaðu spælistovum,
har mammur savnast við børnunum.
– Eg sakni eitt slíkt tilboð, ið mær
vitandi ikki finst í Føroyum, sigur
Guðri Oddmarsdóttir Larsen at enda.
hallur@sosialurin.fo
– Barsilsfarloyvi við løn eigur heilt vist at leingjast. Eg
havi tosað við fleiri mammur, ið høvdu ynskt, at tær
kundu verið longri heim, og um tær fingu møguleikan, so
høvdu tær tikið av, sigur Guðri Oddmarsdóttir Larsen
Mynd: Stefani Friedrichs