Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. oktober 2015 sosialurin 125 18 tema Barnsburðarfarloyvi – Eg valdi at vera heima, tí eg fann útav, at tað loysti seg fíggjarliga. Eg fekk so ótrúliga nógv burturúr at vera heima hjá børnunum hasi árini, og eg vil avgjørt viðmæla øðrum pápum, at gera tað sama. Soleiðis sigur 63 ára gamli Magnus Gunnarsson, sum var heima við trimum børnum í góð tvey ár eg legði ongantíð í hvat onnur hildu Var heima við børnunum Barbara Holm Í 1990 gjørdi nú 63 ára gamli havnarmaðurin Magnus Gunnarsson tað, sum helst fáir menn í Føroyum undan honum og helst aftaná eisini, hava gjørt. Hann valdi at siga seg úr starvi, og fór heldur at vera heima við dóttrini Duritu, sum tá var seks ár og tví­bur­unum Ásbjørn og Jóhan, sum vóru trý ár. Magnus arbeiddi tá á Super Dekk Service, og fann útav, at tað fíggjarliga bar til at vera heima við børnunum heldur enn at arbeiða úti. – Øll trý børnini skuldu á stovn og tað kostaði nógv. Og tá fekk man 700 krónur pr. barn frá landinum, so roknistykkið gekk nøkulunda upp, sigur Magnus. Birgitte, kona Magnus, hevði størri inntøku enn hann, og tí var natúrligt, at hon arbeiddi, meðan hann var heima við børnunum. – Eg hevði eina fína løn. Eg minnist ikki roknistykkið í síni heild, men eg minnist, at tað fíggjarliga gav góða meining, at eg heldur var um børnini, sigur Magnus. Tað verður mangan sagt, at monn­ um dáma ikki eina kvinnu, sum tjenar meira enn teir. Tað sigst vera niðrandi fyri mannin, at kvinnan hevur størri inntøku. Men Magnus skilur als ikki tann trupulleikan. – Eg má viðganga, at eg havi ongan­tíð hugsað so, greiður Magnus frá. Hann hevur ongantíð upplivað, at fólk hava havt neiligar tankar um hansara avgerð um at vera heima. Men forvitni var rundanum av­gerð­ ina, minnist hann. – Minnist væl fleiri spurdu meg hvussu tað riggaði og hví eg valdi tað. Men eg haldi ikki nakar helt tað vera nakað galið við tí, sigur Magnus. Dýrabar ár heima Árini heima við børnunum vóru ein góð tíð, sum Magnus minnist aftur á við gleði. Dagarnir byrjaðu við, at børnini vaknaðu tíðliga, og so fór hann upp við teimum og gjørdi morgunmat, meðan Birgitte gjørdi seg til reiðar at fara til arbeiðis. Magnus tók sær av tí húsliga, men viðgongur tó, at best var, tá Birgitte gjørdi matin. – Eg havi ongantíð verið tann stóri kokkurin, so eg haldi børnini fingu kanska í so eintáttaðan mat, fortelur Magnus smílandi. Tað gekk tó við matinum, og dag­ ar­nir vóru fyltir við túrum í býnum, spølni heima við hús og søgu­for­ teljing, tá ið veðrið ikki loyvdi størri út­ferðum. Á gøtuni, har Magnus og Birgitte búgva, er stórt fríøki og spælipláss, og tað nýttu Magnus og børnini gott av hvønn dag í vikuni. – Eg minnist eg fekk nógvar jaligar reaktiónir. Summir menn spurdu forvitnir inn til tað, men annars hildu fólk tað vera stuttligt, sigur Magnus. Hann og børnini, sum í dag eru vaksin, tosa javnan um tíðina heima í barnaárunum, og tey minnast aftur á tað við gleði. – Eg lærdi tey betur at kenna og lærdi meg sjálvan betur at kenna, sigur Magnus. Og hóast tað kanska fyri summi varð nýtt og øðrvísi, at pápin fór frá sínum starvi fyri at passa børnini, so var tað herligt fyri Magnus. – Eg legði als einki í hvat onn­ur hildu um tað. Eg fekk so nógv burtur­ úr at vera saman við børnunum, at tað yvirskuggaði alt annað, sigur Magnus. Eg kann so staðfesta, at eg angri als einki. Tvørtur­ímóti var tað ein sera góð tíð, sum eg haldi fólk skulu geva sær og sínum børn­um, um tey kunnu« Magnus Gunnarsson Frá vinstru, Ásbjørn, Jóhan og Durita, hava gjørt kavamann Mynd: privat