hósdagur 29. oktober 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. oktober 2015
sosialurin 125
19
Ger tað um tú kann
Í 1992 fór Magnus út aftur til arbeiðis.
Kreppan rakti Føroyar, og tá fóru
hasar 700 krónurnar pr. barn í ommu
sína. Ikki var fíggjarliga ráðiligt
longur at vera heima við børnunum,
og tí fór Magnus til Danmarkar at
taka stóra koyrikortið, og síðani til
Føroyar at koyra býbuss. Og tá yngsta
dóttirin Jenny varð fødd í 1994, fór
Magnus ikki heimaftur at vera um
hana. Ein orsøk var, at skipanirnar
í Føroyum vóru broyttar tá, og tað
var ikki fíggjarliga møguligt at vera
heima í sama mun. Ein onnur orsøk
til tað var eisini, at hann ikki metti
tað ráðiligt, at vera heima bert við
einum barni.
– Tað týdningarmikla í hesum er,
at tú mást hugsa um børnini. Og tey
trý elstu hugnaðu sær óført saman,
og fingu nógv burturúr tíðini, hóast
tey ikki vóru saman við børnum í
barnagarðinum, sigur Magnus.
Nógv smábørn vóru á gøtuni hjá
Magnus og Birgitte um tað mundið,
og tí vóru eisini fleiri børn at spæla
við.
– Tað er ringt at siga hvat er betur
og ikki. Eg haldi barnagarðar rigga
fínt, og mínar royndir eru eisini, at
børnini fáa nógv burturúr at vera
heima. Men tað er kanska torførari,
um man er heima við einum barni,
tí tað er synd fyri eitt barn at ongan
hava at spæla við, heldur Magnus.
Í dag er tað soleiðis, at foreldur
rinda ein part av stovnsgjaldinum
fyri síni børn, meðan kommunan
rindar ein part. Men rættast hevði
verið, um peningurin frá kommununi
fylgdi barninum, so foreldur sjálvi
kunnu gera av, um tey vilja vera
heima við teimum.
– Hevur tú fíggjarligan møguleika
fyri tí, so haldi eg avgjørt tú skalt
gera tað. Og tí haldi eg eisini, at
peningurin frá kommununi skal
fylgja barninum, so foreldur kunnu
hava fíggjarligt rásarúm til sjálvi at
velja, sigur Magnus.
Hann ivast ikki í, at um pengarnir
fylgdu barninum, so høvdu tað verið
fleiri mammur og pápar, sum valdu
at vera heima við børnunum fyrstu
árini.
– Eg kann so staðfesta, at eg angri
als einki. Tvørturímóti var tað ein sera
góð tíð, sum eg haldi fólk skulu geva
sær og sínum børnum, um tey kunnu,
sigur Magnus.
barbara@sosialurin.fo
»Eg legði als einki í hvat onnur hildu
um tað. Eg fekk so nógv burturúr at
vera saman við børnunum, at tað
yvirskuggaði alt annað«
– Hevur tú fíggjarligan møguleika fyri tí, so haldi eg avgjørt tú
skalt gera tað. Og tí haldi eg eisini, at peningurin frá kommununi
skal fylgja barninum, so foreldur kunnu hava fíggjarligt
rásarúm til sjálvi at velja, sigur Magnus Gunnarsson
Myndir: privat
Mynd: Álvur Haraldsen
Ásbjørn og Jóhan á skúla
bonki. Tey spæla skúli,
har Durita er lærari