Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. oktober 2015 sosialurin 125 20 kostráð Rannvá Øssursdóttir, kostfrøðingur Soleiðis fært tú barnið at eta fjølbroytt Nalja aftur á pall Hvør kennir ikki løgini Á, tann deiliga Havn, Sjeikurin, Eitt dýpi av dýrari tíð, Hygg at mær, Ansa eftir, Loyndar­ málið og Livandi ljós. Nú verða løgini at hoyra av pallinum í Reinsarínum leygarkvøldið frá kl. 21.00. Hetta hendir um vikuskiftið... Matardirvi er ein natúrligur partur av forvitninum hjá børnum. Matar­ dirvi hjá børnum kann styrkjast í gerandisdegnum við at eggja tey at smakka nýggjar matvørur og at royna nýggjar samansetingar Her eru nøkur hugskot til, hvussu tú, sum foreldur, kann økja um matardirvið hjá barni tínum: 1. Tak barnið við, tá tú fer at keypa inn. 2. Lat barnið vera við til at avgera hvat skal á matarskránna. Loyvið eitt nú barninum at velja litrík grønmeti, ið skulu nýtast til máltíðina. 3. Tak barnið við í køkin og lat tað taka lut í matgerðini. Matur, ið ein sjálvur hevur gjørt, er nógv meira spennandi at eta. Hetta gevur størri matarhug og dirvi. 4. Varðveit eitt jaligt fokus á at gera mat. Um tú, sum foreldur, virkar áhugað/ur, fer barnið eisini framhaldandi at vísa áhuga fyri matgerð. 5. Lat barnið sjálvt koyra matin á tallerkin. 6. Et máltíðina saman kring borðið, og lat hesa løtu verða hugnaligastu løtu á degnum. Kann­ ingar vísa samanhang millum tað at práta um hvussu maturin smakkar, hvørjum hann smakkar av, hvat tað er, ið gevur tann góða smakkin og matardirvið hjá børnum. Prátið endiliga um matin og samanberið við mat, ið barnið kennur framman­undan. Minst til, at barnið ofta skal royna okkurt nýtt 10-15 ferðir, áðrenn barnið góð­tekur nýggja smakkin. So miss ikki mótið og halt áfram við at eggja barn­inum at royna nýggjar og spennandi mat­ vørur, soleiðis at tað bæði etur fjølbroyttan mat, og sam­stundis fær gleðina av at royna fjøl­broytt­ ar smakkir. Soleiðis gevur tú barni tínum møgu­ leika fyri at útvikla eina rúgvu av matar­dirvi. Matardirvi er ein gáva, ið fylgir barn­inum alt lívið. mangt og hvat Annika Hoydal aftur á pall FFøroyingar flest munnu kennast við navnið Annika Hoydal og hennara stóra sangskatt við millum annað sangin um alduna, sum dregur meg at sær og rekur meg frá. Nú Annika Hoydal fyllir 70 í novembur, letur hon nýggja útgávu úr hondum, sum hon hevur gjørt í sam­starvi við beiggja sín, Gunnar Hoydal. Endurljós, sum er heitið á útgávuni, er ein fagnan av lívinum og listini, sum hon hevur skapt saman við Gunnari. Í samband við útgávuna fer Annika aftur á pall, tá hon saman við nøkrum av Føroya fremstu tón­ leik­arum fer at fram­ føra løg, bæði av nýggju útgávuni og av hitt­lista­ num. Útgávukonsertin verður endabrakið á Bóka­døgunum, og verður í Norður­landahúsinum 22. novembur. Konsert... Modellmynd