hósdagur 29. oktober 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. oktober 2015
sosialurin 125
21
Hamskifti á Reinsarínum
FPS – Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar skipa fyri
Hamskifti á Reinsarínum fríggjakvøldið klokkan 21.00. FPS virkar
millum annað fyri avstigmatisering av psykiatriskum sjúkum og
hava tí fingið tiltakið í lag. Sí meira á reinsariid.fo
klumman
Barbara Holm
Hvar eru tit nú
C, D, E og F?
Flest okkara minnast hugvekjandi doku
mentarsendingina úr Kringvarpinum fyrr í ár,
sum vísti liviumstøðurnar hjá familjum, sum
liva undir fátækramarkinum. Í kjalarvørrinum
av sendingini gjørdi Miðlahúsið eina umfat
andi kampanju við heitinum »Meðan vit bíða«.
Sipað var til politisku líkasæluna, sum tóktist
ráða tá, síðani eingin hjálp var at heinta hjá
hesum familjum. Allir flokkar lovaðu at bøta
um korini hjá støkum uppihaldarum og hjá
børnum undir fátækramarkinum. Táverandi
andstøðuflokkar, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin,
Sjálvstýrisflokkurin og Framsókn savnaðu
undirskriftir inn fyri at leggja eitt uppskot
fyri tingið eftir freistin var farin, fyri at geva
hesum børnum bráðfeingis hjálp.
– Tað er ein avgreiðsluspurningur, søgdu tey tá.
Men uppskotið fall, løgtingsval kom, og tríggir
av táverandi andstøðuflokkum sita nú við
landsins leiðslu.
Men hvar eru føgru orðini nú, tá ið hesin
sokallaði »avgreiðsluspurningur« enn ikki er
avgreiddur?
Í vikuni frættist, at Heilsufrøðiliga Starvs
stovan hevur skipað so fyri, at Leif Erik
Niclasen frameftir ikki kann bera útgingnan
mat út til fátækastu familjurnar í Føroyum.
Enn hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki
svarað Sosialinum uppá, um veruleikin er júst
so, sum greitt verður frá frá ymisku hjálpar
felagsskapunum.
Og úr landsstýrinum verður sagt við
Vikuskiftis Sosialin, at arbeitt verður við
uppskotinum, sum tó helst ikki kemur í gildi
í ár. Tað kanst tú lesa meira um aðrastaðni í
blaðnum.
Vit eru vitandi um, at tað kann vera torført at
fremja eina lógarbroyting. Vit eru eisini vitandi
um, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan helst ikki
er til BARA fyri at irriterað og genera fólk.
Men undanførslurnar byrja at blíva eitt sindur
ov festligar. Tit, sum nú sita við landsins
leiðslu, hava lovað okkum, at børn í fátækra
váða fáa hjálp. Tað skuldi vera tað fyrsta, sum
núverandi samgonguflokkar skuldu gera, tá ið
valdið aftur varð teirra. Men nú vit nærkast 1.
november hevur enn eingin hjálp funnið vegin
fram til tey fátøku – heldur hava tey fingið
enn ein neva frammaná frá myndugleikunum,
nú tey ikki kunnu fáa ókeypis mat – sum vit
onnur koyra í skrell – um tey vilja hava tað.
Álvaratos – hendan samgongan hevur nakað
at prógva fyri teimum fátøku í Føroyum, sum
fingu lovað betri livikor eftir løgtingsvalið, um
krossurin varð settur við táverandi andstøðu
flokkarnar. Nú hava tit valdið, hvat bíða tit nú
eftir? Vóru gyltu lyftini slept, tá ið valhølini
lótu aftur 1. september?
Vitska um
burðardygga
framleiðslu
Hesuferð varpa vit ljós á
burðardygga framleiðslu. Í tí
sambandi fer Árni Bragasson,
stjóri á Norðurlendska
Ílegubankanum, NordGen
at hava ein fyrilestur um at
framtíðartryggja ílegumarg
feldið hjá djórum og plantum
í Norðurlondum. Gunnar
Bjarnason, landbúnaðar
frøðingur fer at greiða frá
styrkjum og veikleikum í før
oyska seyðahaldinum. Enda
verður við kjakfundi um at
fíggja framtíðar seyðahald.
Týskvøldið klokkan 19.30 í
Norðurlandahúsinum.
Barnamentan
E-boys
Freestyle Phanatix er ein
norðurlendskur breakdance
bólkur, sum framførir og
skipar fyri verksmiðjum á
høgum støði. E-boys er um
evolutión, og listafólkini
broytast frá frumverum til
apur, frá holubúgvum til
homo sapiens. Vit byrja fyri
milliónum av árum síðani,
men breakdansararnir røra
seg til elektroniskan tónleik.
Tiltakið verður leygardagin
klokkan 15.00 í Norðurlanda
húsinum. Sí meira á nlh.fo
200 í Tøting
Legendariski punk bólkurin
200, ið hevur 6 útgávur og ein
film á baki, fer nú fyri fyrstu
ferð á konsertvitjan í Tøting.
Tiltakið byrjar klokkan 21.00.