hósdagur 29. oktober 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 125
22
Matgerð
– Takka einum veganara í dag
TJÓÐHILD PATURSSON
E
nn eitt heyst er um at vera
farið framvið. Krovini hanga
í hjallunum, blóðpylsur
verða gjørdar og fyrstu seyð
arhøvdini eru etin. Man kann siga at
vit í hesum døgum hátíðarhalda ein
part av tí sum føroyska náttúran og
lívið í Føroyum hevur at bjóða. Og tað
er fantastiskt. Eingin ivi um tað.
Men hví so hátíðarhalda Altjóða
Veganaradag? Hevur veganisman
nakað at bjóða okkum føroyingum,
sum stríðast við at fáa nøkur neyð
arslig jarðber at vaksa í garðinum og
eydnusom eta hasar 5 gularøturnar
sum komu upp í ár – afturvið einum
lambsbógvi av einum einaferð so
fittum gimburlambi – tí soleiðis er
nú einaferð lívið, ha?
Tankin um at eta veganskt í Før
oyum kann tykjast so býttligur og so
veruleikafjarður. Tí kann tað veruliga
vera meira ‘rætt’ at í Føroyum eta
papaya heldur enn grind? (Handan
viðmerkingin frá Valentina Crast,
næstforkvinnu fyri Sea Shepherd
Danmark, verður nokk ongantíð nið
urløgd. Um tú ikki hevur sæð films
brotið, kanst tú googla: grindedrab
papaya).
Man kann halda tað man vil um
veganarar. Men eg eri heilt ótrúliga
glað fyri at tey finnast. Tí eg eri so
eydnusom um allar tær fantastisku
uppskriftirnar sum eru til, bara tí at
veganarar kring allan heimin hava
toygt hugflogið út til markið av tí, vit
onnur hildu bera til. Hvør hevði trúð
at bananir kundu verða grundarlagið
í lekkrum ísi, ella at tað bar til at gera
»omelett« uttan egg. Hevði tað ikki
verið fyri hesi fólkini, sum hvønn
dag hugsa nýtt, og gera mat uttan
egg, uttan kjøt, uttan mjólk, ja, so
hevði tað verið ein rúgva av mati og
matmøguleikum, sum enn ikki vóru
uppdagaðir. Tað eri eg vís í.
Míni tíðarskeið við veganskum
mati hava í øllum førum latið míni
eygu upp fyri óteljandi nýggjum mat
hugskotum og matsamansetingum;
og hóast eg ikki ráði til at eta papaya
til morgunmat hvønn dag, so finnst
ein rúgva av góðum hugskotum, sum
vit í føroyum kundu tikið til okkum.
Grønkálkips er eitt teirra. Takk, takk
veganarar fyri at tit eru til. Takk fyri
at tit halda eitt vakið eyga við djóra
vælferðini, og takk fyri øll tey mongu
góðu mathugskotini tit eiga allan
heiðurin av.
Grønkálkips
(grunduppskrift)
Til 1-2 fólk
Eg veit. Eg veit tað væl. Tað ljóðar
løgið: Grønkál og kips í sama setn
ingi. Men royn tað nú bara. Tað er
fantastiskt! Uppskriftin her er ein
grunduppskrift. Tað finnast óteljandi
variatiónir av grønkálkipsi. Googla:
Kale Chips.
• 6 grønkálsbløð
• 1 spsk av olivenolju
• 1 spsk av tamari/soya ella
eitt nips av salti
Set ovnin á 150 hitastig. Vaska grøn
kálið. Turka væl. Sker bløðini av
stelkinum, og petta tey í passandi
munnbitar. Massera grønkálið við
olivenolju og tamari/soya/salt. Tá
ið eg sigi massera, meini eg at tú
við hondunum syrgir fyri at hvørt
grønkálsblað verður smurt við olju.
Merk eitt sindur av veganskum
plantukærleika ímeðan tú ert í
gongd. Tað kann ikki skaða.
Stroy út á bakiplátu við baki
pappíri. Syrg fyri at hvørt grønkáls
blaðið fær pláss. Tað kann vera
neyðugt at brúka tvær plátur - alt
eftir støddini á ovninum. Baka í
uml 30 min, men halt eyga við tí.
Grønkálkipsið fer skjótt frá perfekt
knasut til brent. Grønkálkipsini eru
liðug, tá ið tey eru knasut og einki
»bleytt« er eftir.
Ímeðan tú bíðar eftir fyrstu
portiónini, kanst tú gera eina portión
afturat klára. Tí grønkálkipsini
hvørva skjótt!
Um tú goymir tey lufttætt, kunnu
grønkálkipsini halda sær í uml. 2 dag
ar. Men tey eru, sum so nógv annað,
best nýgjørd. Og so eru tey eisini sum
øll onnur kips - etur tú eitt, so etur
tú øll.
1. NOVEMBUR:
ALTJÓÐA
VEGANARADAGUR