Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 125 23 MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON Sour Cream and Onion Grønkál Kips Um eg kann kalla grønkálkips eina opinbering fyri meg, ja so veit eg ikki hvat eg skal kalla »Sour Cream and Onion Grønkálkips« – tað átti at fingið eitt føroyskt navn, SO gott er tað. • 6 grønkálsbløð • 1 dl av cashewnøtum (tað er smart at leggja tær í blot í nakrar tímar, so eru tær lættari at blenda) • 1 spsk av sitrónsaft • 2 tsk av súreplaedikki • 1 lítið petti av reyðleyki (uml 1/4 part av einum lítlum leyki) • 1 nips av salti • 1-2 spsk av vatni Set fyrst ovnin á 150 hitastig. Koyr síðani alt uttan grønkálið í ein blend­ara, og blenda alt saman til ein dressing. Smakka dressingin til soleiðis at hann passar tær: koyr meira salt í, meira edikk, meira leyk ella meira sitrón. Men hugsa um, at smakkurin verður sterkari, eftir at tað hevur verið í ovninum. Er blandingin ov turr og torfør at blenda, koyr so eittsindur meira av vatni í, men ikki ov nógv. Vaska síðani grønkálið og turka væl. Sker bløðini av stelkinum, og petta tey í passandi munnbitar. Massera grønkálið við dressinginum. Stroy út á bakiplátu við baki­ pappíri. Syrg fyri at hvørt grønkáls­ blað­ið fær pláss. Tað kann vera neyð­ugt at brúka tvær plátur - alt eftir støddini á ovninum. Baka í uml 30 min. Men halt eyga við tí. Grøn­ kálkipsið fer skjótt frá perfekt knasut til brent. Grønkálkipsini eru liðug, tá ið tey eru knasut og einki ‘bleytt’ er eftir. Njót, ímeðan tú takkar fyri at vegan­arar eru til.