hósdagur 29. oktober 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. oktober 2015
sosialurin 125
24
Skúlin í netsamfelagnum
Mentan
– Vit kunnu spæla okkum til læring. Tað var boðskapurin hjá
Ólavi Ellefsen á stóru ráðstevnuni, Skúlin í netsamfelagnum,
sum allir teir føroysku fólkaskúlalærararnir hava verið á
farnu vikuna. Spæl er gott fyri læringina, ikki tí tað er stutt
ligt, men tí tað kveikir hugin, sigur kt-mennarin, sum í
løtuni arbeiðir við einum stórum fiskivinnuspæli
Læra
tá vit
spæla
Dorit Hansen
N
ei, nei,« rópa lærarar,
sum standa kring sjey
telduborð í Klingruni í
Norðurlandahúsinum.
Teir eru júst byrjaðir at spæla nýtt
fiskivinnuspæl, og teimum dámar
einki, tá fyriskiparin, Ólavur Ellefsen,
sigur, at hatta bara var ein venjing, og
nú byrjar veruliga kappingin.
»Nei, nú gekk tað akkurat so gott,«
sigur ein á liðnum, sum longu hevur
fylt lastina nakrar ferðir á Mykines
grunninum og síðan avreitt og bunkr
að í Miðvági.
Klingran er fullsett av lærarum,
sum eru á ráðstevnu um skúlan í
netsamfelagnum. Til samans á leið
800 lærarar eru á ráðstevnuni, sum
verður endurtikin í fýra dagar. Á ráð
stevnuni eru 16 verkstovur umframt
ein felags fyrilestur frá rektaranum á
Marknagili, Boga Bech Jensen.
Millum mest eftirspurdu verk
stovurnar er »Spælgrundað læring«
hjá Ólavi Ellefsen. Og tað sær út til,
at spælið fangar, tí mótmælini eru
harðmælt, tá Ólavur steðgar innleið
andi spælirundini og fær lærararnar
at byrja umaftur.
– Spælgrundað læring er góð, tí
hon hugfangar næmingarnar, og tað
vísi eg lærarunum við at seta teir
sjálvar at spæla.
Spælið tendrar
Heilagransking vísir, at vit loysa
nýggjar trupulleikar við at brúka
gomul mynstur. Vit skilja tað, sum
vit møta við teimum royndum, sum
vit hava frammanundan. Og hevur tú
einki mynstur, sum hóskar til nýggju
vitanina, so kennist hon meiningsleys
og óskiljandi.
– Næmingar spyrja ofta: Hví skal
eg læra hetta. Tey síggja ikki trupul
leikan og eru tí ikki áhugað í loysnini.
Við spælbaseraðari læring svarar tú
spurninginum »hví«. Tá næmingarnir
spæla, síggja teir trupulleikan í einum
meiningsfullum konteksti. Og tá teir
hava spælt eina løtu, eru teir til reiðar
at lurta eftir loysnum og hugsa um
læringina.
Í Klingruni í Norðurlandahúsinum
fangar nýggja fiskivinnuspælið hjá
felagnum Tøkni. Lærararnir keypa
Vit læra best,
tá vit hava hug
til læringina,
og tá hon gevur
meining fyri
okkum. Eitt væl
skipað lærings
pæl fangar og
kveikir áhugan,
og so letur heilin
seg upp fyri veru
ligari læring«
Ólavur Ellefsen