Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. oktober 2015 sosialurin 125 25 – Tað snýr seg als ikki um, at spæl er stuttligt. Vit vita jú øll, at vit kunnu verða bæði óð og frustrerað, tá vit spæla. Tað snýr seg um at gagnnýta spenn­ingin, sum liggur í spælinum, sigur Ólavur Ellefsen skip og geva teimum persónlig nøvn. Teir velja sjálvir, hvar teir bunkra og av­reiða, og bólkarnir skulu hvør í sínum lagi finna út av, hvar fiskur er, og hvørjar leiðir eru stongdar. Og tá spælið er liðugt, sita allir 120 lærarar­ nir pinnastillir, meðan Ólavur greiðir frá. – Vit læra best, tá vit hava hug til læringina, og tá hon gevur mein­ing fyri okkum. Eitt væl skipað lærings­ pæl fangar og kveikir áhugan, og so letur heilin seg upp fyri veruligari lær­ing, greiðir Ólavur frá. – Tað snýr seg als ikki um, at spæl er stuttligt. Vit vita jú øll, at vit kunnu verða bæði óð og frustrerað, tá vit spæla. Tað snýr seg um at gagnnýta spenn­ingin, sum liggur í spælinum. Stýra, ikki yvirstýra Nýggja fiskivinnuspælið er gjørt eftir sama leisti sum oljuspælið Oilsim, sum Ólavur Ellefsen menti í fyri­tøkuni Simprentis, ið bleiv seld út­lendsk­um oljuveitara. Nýggja spælið verður partvíst stuðlað av ES verk­ætlanini Mareframe, har 40 feløg í Evropa samstarva um at menna vist­frøði­liga fiskivinnuum- siting. – Ætlanin er, at spælið skal verða brúkt á ymiskum stigum. Í yngru flokkunum í skúlanum gevur spælið eina grundleggjandi læring um før­ oysku fiskileiðirnar, um keyp, sølu og skipa­sløg. Á miðnámi skal spælið siga meira um fiskivinnuumsiting, fiska­ sløg, fiskidagar og burðardygd. Í Klingruni í Norðurlandahúsinum gongur Ólavur runt millum borðini og vegleiðir. Tá spælið er liðugt, hevur ljósareyða liðið vunnið, tí tey hava bestu fíggjarligu úrtøkuna. Men tey bláu fáa eisini eina viðurkenning, tí tey hava avreitt á so nógvum ymisk­ um støðum í landinum, at tey liggja fremst á sosiala stiganum. – Hvønn leiklut hevur lærarin í einari spælbaseraðari undirvísing? – Hann skal stýra gongdini, men spælið má ikki kennast yvirstýrt og meiningsleyst. Lærarin hevur tríggjar ymiskar leiklutir. Áðrenn spælið byrjar, skal hann fylla minst møgu­ligt og bara syrgja fyri, at spælið kemur í gongd sum skjótast. Meðan spælið er í gongd, skal hann leiða gongd­ina, so hon fer rættan vegin og hjálpa teim­um, sum steðga upp. Men tað er, tá spælið er liðugt, at lærarin fær sín týdn­ingarmesta leiklut, tí tá eru næm­ingar­nir tendraðir og til reiðar at hugsa um avbjóðingarnar í spæl­ inum, og tað tey hava lært. Endurskapa veruleikan – Sum spælsniðgevar mugu vit hugsa um, at spælið má líkjast veruleikanum, og at alt í spælinum skal geva meining í spælkontekstinum. Vit kunnu til dømis ikki siga, at fyri at kunna keypa eitt skip í fiskivinnuspælinum, so skalt tú duga at rokna ávís stykki ella benda okkurt orð rætt. Uppgávan skal geva meining í spælikontekstinum. Forðarenning við multiplechoice spurningum, sum verður nógv prakti­ serað í dag, kann sambært Ólavi Ellefsen ikki samanberast við spæl­ grund­aða læring. – Tað er bara ein annar máti at gera tað sama, sum mann ger í terp­ andi læring. Spælgrundað læring endurskapar veruleikan, og tað er nakað heilt ann­ að. Tá tú til dømis í kapping við onnur slepp­ur at vera reiðari, keypa títt egna skip, geva tí navn og fáa raksturin at bera seg. – Tá fært tú nakað, ið er veru­ leika­kent, og fakliga læringin kennist nátúr­lig og meiningsfull. Ein annar týdningarmikil partur av spælgrundaðari læring, er at vit menna okkum altíð best saman við øðr­um og serliga, tá vit hjálpa øðrum. Læraratoymini í Klingruni hjálpa eisini hvørjum øðrum, og á ráð­stevn­ uni sum heild hava allir føroysku lær­ ar­nir saman lurtað, flent og kjakast um skúlan í netsamfelagnum og um kunn­ingartøknina, sum gevur skúl­ anum og lærarum heilt nýggjar av­ bjóð­ingar, men kanska eisini nýggjar møgu­leikar. Myndir: Álvur Haraldsen