Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. oktober 2015 sosialurin 125 26 bjørg mitt í flóttafólka­ streyminum Danjal av Rana 705.000 flóttafólk eru komin til Evropa í ár, stívliga helvtin av teimum úr Sýria. Flóttafólkastreymurin hev­ ur ongantið fyrr verið so stórur. Ymiskt er, hvussu evropisku lond­ ini taka ímóti flóttafólkunum, og ilt tykist vera at fáa politisku myndug­ leik­arnar at samstarva um ein felags politikk fyri, hvussu Evropa skal taka ímóti flótta­fólk­unum. Fólkið í Evropa er ikki á einum máli um, hvat skal gerast. Meðan tey eru mong, ið meta, at Evropa hevur eina moralska skyldu at taka ímóti flóttafólkunum, eru tað onn­ur, sum óttast fyri, at Evropa fer somu leið sum londini í miðeystri, um ov nógvir muslimar sleppa inn. Meðan politisku myndugleikar­nir royna at taka sær av teimum flótta­ fólkunum, sum koma til evropisku londini, hækkar talið á valds­ gerðum móti flóttafólkum og øðr­um tilflytarum alsamt. Í Svøríki er eldur settur á fleiri hús sum flóttafólk hús­ ast í, og í farnu viku leyp ein ungur svii við svørði á tilflytarar á einum skúla. Stjórnirnar eru spakuliga við at venda eisini. Týskland og Kroatia lov­aðu bæði at taka ímóti øllum, ið høvdu tørv á hjálp, men síðani eru lyft­ini vorðin meiri ullint, og at enda stongdi Kroatia markið til Serbia, har flestu flótta­fólkini í landinum komu frá. Úrslitið er, at stórar mannamúgvur av flóttafólkum samlast beint hinu­ megin markið. Í Sid í Serbia, nærindis markinum til Kroatia, situr Bjørg Clementsen og ger ballóndýr fyri nøkrum børnum. Á trúboðaraferð Unga havnagentan, við eyknevninum sigoynarin, tí hon ferðast so nógv, hevur verið í Sid síðani 6. oktobur og hjálpt flóttafólkunum, sum royna at koma um markið, inn í Kroatia, inn í ES, inn í lovaða landið. Bjørg Clementsen hevur síðani juli mánað verið partur av einum trú­boðara­toymi, sum ferðast runt í Evropa. Hon og hini fimm í toym­ inum eru partur av Operation Mobilisation Transit Challenge toym­inum. OM er kanska best kent í Føroyum sum felagsskapurin, ið keypti gomlu Norrønu, ið nú siglir sum trúboðara­skip undir navninum Logos Hope. – Eg havi leingi droymt um at fara eina roadtrip í einum bili rundt í Evropa, men fann ongatíð fólkini at fara saman við. Eg vildi eisini sleppa út í trú­boðaraarbeiði longri enn bara nakrar vikur. Tá eg hoyrdi um Transit Challenge, ið OM skipar fyri, sá eg, at hatta vóru báðir mínir dreymar í einum, tí í Transit Challenge koyrir man rundt í Evropa og ger trú­boðara­ arbeiði í eini 5, 6 mánaðir, greiðir Bjørg Clementsen frá. Toymið ferðast altso um í Evropa og vitjar kirkjur, samkomur, trú­ boð­arar og OM-støðir og hjálpir við ymiskum fyrifallandi arbeiði. Tey hava sunnudagsskúlar, ung­dóms­ møtir, undirvísa í enskum ella hjálpa til við húsarbeiði, mála hús, sláa gras­ plenu og so víðari. – Vit vóru tríggjar vikur í Albania og skuldu síðani til Montenegro at steðga í nakrar vikur. Tað var meðan vit vóru har, at leiðslan valdi heldur at senda okkum til Serbia at hjálpa flótta­fólkunum, sum gjørdust alsamt fleiri við markið millum Serbia og Kroatia, greiðir Bjørg frá. Vónin um eitt betri lív Flóttafólkini hava longu ferðast í fleiri vikur, tá tey koma til Sid. Tey flestu koma við toki til Serbia, og síð­ani verða tey koyrd í bussum til markið millum Serbia og Kroatia. Bjørg Clementsen sigur, at fleiri teirra vita ikki, hvørjum landi tey eru í, tá tey koma, so illa kunnað verða tey á ferð­ini. – Tað er ivasamt, nær tey seinast svóvu eina góða nátt ella vóru undir brúsu. Flestu teirra hava bara ein lítlan rygg­sekk við sær, og eg havi mang­an sæð fólk tikið klæðir úr rygg­ sekk­inum fyri at fáa pláss til mat til dagin ella taka mat úr ryggsekkinum fyri at fáa pláss til eitt heitt teppi » Tá eg síggi túsund­tals av fólki fara um mark­ið hvønn dag, har øll hava somu vón um at finna eitt betri lív fyri seg og sína familju, óttist eg, at Evropa ikki fer at megna at møta hesi vón teirra, og at nógv teirra tí kort­ini verða vón­svikin« Framhald á næstu síðu flóttafólk Bjørg Clementsen Mynd: Bjørg Clementsen / OM Tey vildu helst flutt heim aftur, men hava mist alla vón um at sleppa aftur til heimlandið, og tí koma tey til Evropa at leita sær eina nýggja vón. Eg síggi tað í eygunum á øllum, sum koma framvið, vónina um eitt betri lív, sigur Bjørg Clementsen