Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. oktober 2015 sosialurin 125 28 til nátt­ina. Tað er lívsneyðugt hjá teimum, hvønn dag at møta fólkum, ið vilja nøkta teirra tørv. Eg síggi eis­ini fýra ára gomul børn, ið bera tung­ar rygg­sekkir, tí foreldrini hava so nógv annað at bera, sigur Bjørg Clementsen. – Tey flestu av hesum fólkunum hava búð í flóttafólkalegum í eina tíð, áðrenn tey settu kós móti Evropa. Tey vildu helst flutt heim aftur, men hava mist alla vón um at sleppa aftur til heim­landið, og tí koma tey til Evropa, at leita sær eina nýggja vón. Eg síggi tað í eygunum á øllum, sum koma framvið, vónina um eitt betri lív enn tað tey høvdu, sigur Bjørg Clementsen. Bjørg Clementsen sigur, at hon ofta kennir seg í eini tvístøðu, tá hon saman­ber tað, hon lesur á sosialum miðlum við tað, hon sær í Serbia. – Á Facebook og í miðlunum síggi eg nógv neiligt um flóttafólk, um hvussu Evropa kemur í neyð av teim­um, og tá royni eg at hugsa um aðrar loysnir, hvat kundi verið gjørt annar­leiðis, so at øll kunnu vera glað. Men tá eg standi her millum tey og hoyri teirra søgur og síggi, hvussu troytt tey eru og tráan teirra eftir at finna eitt stað, har tað er friður, fái eg bara hug at bjóða teimum øllum við opnum hjarta og ørmun heim til mín at búgva. Tó so, tá eg síggi túsundtals av fólki fara um markið hvønn dag, har øll hava somu vón um at finna eitt betri lív fyri seg og sína familju, óttist eg, at Evropa ikki fer at megna at møta hesi vón teirra, og at nógv teirra tí kortini verða vónsvikin, sigur Bjørg Clementsen. Ovurhonds stórur tørvur Toymið, sum Bjørg er ein partur av, veitir flóttafólkunum mat, drekka, klæðir og aðra praktiska hjálp á teirri ferð inn í Evropa. Toymið hjá Bjørg er eitt av einans trimum felagsskapum, sum eru virknir um náttina, til at hjálpa øllum teimum túsundvís flótta­fólk­unum, sum koma til markið um náttina. Hon greiðir frá, at tørvurin er ovur­honds stórur. Bananirnar verða skorn­ar í tvey og súreplini í bátar fyri at drýggja tey. Tey hava nakað av klæðum, men ofta hava tey ikki nokk, serliga av skóm og jakkum, tá nýggir bussar við flóttafólkum koma. Nú vetur­in nærkast, roynir toymið at fáa hendur á vøttum, húgvum og turri­kløðum, serliga til børnini. Bjørg og hini á toyminum sita millum annað og gera ballóndjór at geva børnunum til undirhald. Eisini nýta tey nógv tónleik, tá tey ganga mill­um flóttafólkini. – Tað er ótrúligt, hvussu eitt so lítið ting kann broyta huglagið hjá eini familju. Børnini gloyma heilt støðuna, tey eru í, og verða so upp­ tikin við teirra ballónum. Tað lættir nógv um hjá foreldrunum. Eg havi ofta uppliva, at børnini blíva so glað, at tey sleppa øllum, tey hava í hond­ unum, fyri at kunna taka ballónina, sigur hon. – Tónleikur kann broyta nógv. Vit plaga at syngja og spæla, og tey klappa og dansa. Sjálvt um vit ikki tosa sama mál, kunnu vit øll skilja tón­leikin og njóta hann. Eg síggi, hvussu góða ávirkan tað hevur at spæla tón­leik á leguni. Tað fær øll at smíla, slappa meira av, og skapar ein góðan hýr, sigur hon. Alt føldist vónleyst 15. septembur stongdi ungarska stjórn­in markið millum Ungarn og Serbia, og 16. oktobur avgjørdi hon at steingja markið millum Ungarn og Kroatia eisini. Flóttafólkini úr Serbia høvdu nú bara eina leið inn í Evropa, gjøgnum Slovenia, sum hevði tikið avgerð um, einans at loyva 2.500 flóttafólkum um markið um dagin. Hetta førdi til, at flótta­fólka­ streym­urin steðgaði upp og sendi bylgjur allan vegin aftur gjøgnum flótta­fólka­linjuarnar. Kroatia valdi eis­ini at steingja markið til Serbia, so leingi sum flóttafólkini ikki sluppu úr Kroatia aftur. Bjørg Clementsen var í Sid, tá ungarska stjórnin stongdi markið millum Ungarn og Kroatia og gjørdi leiðina hjá flóttafólkunum so nógv verri. – Fyrsta vaktin eftir, at markið var stongt, var tann harðasta og strævn­ asta vaktin, eg havi havt her. Eg havi ongantíð í mínum lívi følt meg so hjálparleysa, greiðir hon frá. – Tá eg møtti á vakt klokkan fimm, var alt ein ruðuleiki. Og veðrið gjørdi tað verri, tað pissaði niður. Tað eru eini 300 metrar frá teltunum, har felags­skapirnir húsast til markið. Alt økið var eitt stórt runudíki. Teltini vóru full av fólkum, ið krokaðu. Eingir felagsskapir høvdu regnklæði ella turr klæði eftir, og næstan eingin matur var eftir. Alla tíðina royndu fólk at troka seg fram móti mark­ inum, men tað var enn stongt. Har stóðu túsund­tals fólk so trongt, at tey hundr­að fremstu fingu ikki so mikið sum vent sær. Alt føldist so vónleyst tann dagin. Hvørja ferð, ein fór fram til markið bønaðu og bóðu fólk um hjálp. Tey skiltu ikki, hví markið var stongt. Hetta var fyrstu ferð, eg græt á ferð­ini, greiðir Bjørg Clementsen frá. – Ein mamma við tveimum døtr­ um kom til mín, allar tríggjar grótu. Tær høvdu verið frammi við markið, men høvdu mist pápan í familjuni burtur. Mamman fór avstað at leita aftur, meðan døturnar vóru verandi hjá mær. Tær grótu alla tíðina. Fyrst høvdu tær mist pápa sín burtur, og nú var mamma teirra eisini farin. Hálvan annan tíma seinni funnu hjálpar­fólk pápan, og gleðin kann ikki lýs­ast við orðum, sigur hon. Hesar tríggjar vikurnar hevur Bjørg Clementsen sæð nógvar manna­lagnur ganga gjøgnum Sid, móti Evropa, men hon sigur, at hon hev­ur lært seg, ikki at stara seg blinda at manna­múgvuni, men at síggja ein­ stak­ling­arnar, og hvussu hon kann hjálpa tí einstaka. – Ein ungur drongur, um 20 ár, sat ein dagin, meðan vit sungu, og for­ taldi mær, hvussu kríggið hevði rakt heimbygdina, og hvussu tey livdu í ótta. Tað, eg serliga minnist, er hvussu hann sat í frið eina løtu og bara stardi, og síðani segði »Alt, eg ynski mær, er frið, at finna frið.« 29. oktobur gongur leiðin hjá toym­inum víðari, fyrst til Fraklands og síðani Portugal. Tey venda neyvan aftur til Sid, men Bjørg Clementsen vónar, at aðrir føroyingar taka stigið. Hon veit, at Jóhan Petur Johannesen, ið er virkandi leiðari fyri OM í Føroy­ um, skipar fyri tveimum túrum til Sid í desembur, og heitir á fólk at um­hugsa, antin at fara við sjálvi ella stuðla teimum, sum fara ella kanska senda flótta­fólkunum onkra hjálp gjøgn­um tey. Veturin kemur, og við honum kuldin. »Tað, eg serliga minnist, er hvussu hann sat í frið eina løtu og bara stardi, og síðani segði ‘Alt, eg ynski mær, er frið, at finna frið’« Myndir: Bjørg Clementsen / OM – Fyrsta vaktin eftir, at markið var stongt, var tann harðasta og strævnasta vaktin, eg havi havt her, sigur Bjørg Clementsen flóttafólk