hósdagur 29. oktober 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 125
29
Fyrsta útgávan frá Ranchusi er sera áhugaverd og bjóðar okkum ein túr aftur
til alternativa rokkin í 90-unum, men tó við einum nútíðarhóskandi ljóði
SIGURJÓN EINARSON
F
yrr í ár kom fyrsta útgávan
frá Ranchus út, ið ber sera
langa heitið: »Feeling Like A
Caged Lion Pacing Behind
One Way Glass«, sum eg haldi eigur
at sleppa at fáa nøkur orð við á veg
num. Talan er um rættiligan nýggj
an bólk, ið varð stovnaður á heysti
2013. Navnið á bólkinum er eftir
»konginum av øllum gullfiskum,
Ranchu«, sum hevur sín uppruna
í Japan. Hesir fýra gullfiskarnir í
Ranchus eru: Ólavur á Skipagøtu á
bass, Hans Andrias Gregoriussen,
trummur, Sjúrður Samuelsen, gittar
og Sigmund Zachariassen, gittar og
sang. Útgávan er upptikin í Studio
Nykur, har Sigmund Zachariassen
hevur produserað, meðan Dan Ran
dall frá Mammoth Sound Mastering í
Kalifornia hevur mastrað løgini.
Huglagið á »Feeling Like A Caged
Lion Pacing Behind One Way Glass«.
Og hvat er hetta so fyri tónleikur,
ið Ranchus borðreiðir við á útgávuni?
Tað fyrsta, ið rennur mær til hugs,
er blandað bomm! Útgávan bjóðar
okkum eitt sindur av hvørjum.
Her eru sterk, søt og súr bomm.
Ja, bomm í ymiskum støddum og
smakkum. Til tíðir er tónleikurin
ágangandi og punk kendur, til tíðir
myrkur og melankolskur, men gjøg
numgangandi er ljóðið eins og frá
alternativa rokkinum í 1990-unum,
og tað er rættiliga áhugavert, tá
hugsað verður um, at ungu limirnir
í bólkinum nokk heldur grulvaðu
ella tóku síni fyrstu fet miðskeiðis í
90-unum. Men tað er ikki so farligt,
tí tónleikurin ljóðar á ongan hátt
fornaldarsligur, hóast sterkar røtur
aftur til 90-ini. Ljóðið er eisini gott
á útgávuni, sum ger, at tað ljóðar
natúrligt og ágangandi, sum rokkur
nú einaferð skal ljóða. Beint fram
og einki tvætl! Alt hetta er við til
at geva okkum ein posa av góðum,
blandaðum bommum, næstan heilt
góðum bommum, um tað ikki var
fyri einum lítlum rotnum bommi
í posanum, men tað komi eg seinni
inn á.
Løgini
Fløgan byrjar við tveimum punk-
løgum – við einum ferili av grunge,
har tónleikurin koyrir beint fram,
har ein fær eina ábending um, at
soleiðis fer restin av fløguni at ljóða,
men soleiðis er ikki. Tá triði sangurin
»Dew« fer frá, eru vit afturi í tíðini, tá
Radiohead góvu sínar fyrstu útgávur
út. Hetta hoyra vit eisini í sanginum
»Violet« og »Promises«, men í »Pro
mises« eru vit í hugaheiminum
Radiohead, ið hevur verið eyðkent
meira í seinnu árunum hjá bretska
bólkinum. Røddin hjá Sigmundi
riggar kanska best til júst hendan
tónleikaformin, har hann – eins og
Thom York – brúkar sína bráræsnu
og kensluligu rødd, sum hóskar
seg væl til alternativan rokk. Hetta
kemur best til sjóndar í Smashing
Pumpkins-líknandi lagnum, »Cuz of
You«.
Løgini »Promises« og »Revolver«
eru í myrka og melankolska horn
inum, áðrenn »Lost in the Woods«
leiðir okkum burtur úr myrkrinum
aftur og inn í hugaheimin hjá Radio
head aftur, har bólkurin virkar til at
hava rætta fótafestið við ljómandi
og melankolska rokkinum, ið bjóðar
tær upp til dans í »Violet«, har ein bara
skal taka ímóti tónleikinum og hoppa
og dansa, tá niðurlagið kemur.
Næstseinasta lagið á útgávuni
er tó mær ein gáta. Her kemur
rotna bommið á útgávuni, tíverri.
Meginparturin av sanginum »Clog«
er heilt fantastiskt, men við einari
fjákutari byrjan og enda á lagnum,
har serliga endin er heilt fjákutur, fær
meg ikki heilt at taka bólkin heilt í
álvara. Skilji ikki heilt, hví ein somikið
góður og rokkutur sangur, ið gevur
okkum ein deiligan fokk jú-fingur
stóran part av sanginum, skal enda
við einum tílíkum nú-speeda-vit-
bara-alt-upp-til-helvitis. Hetta ør
kymlar og øsir meg sum áhoyrara, og
tað er spell fyri eitt so gott lag annars.
Seinasta lagið er eitt cover-lag av
sanginum hjá Iggy Pop »I Wanna Be
Your Dog«, ið Ranchus avgreiðir heilt
væl.
Niðurstøða
Hetta er ein sera spennandi og
áhugaverd útgáva, ið fer nógvar vegir,
sum tó riggar væl til ljóðið á fløguni.
Løgini eru deiliga ymisk og gevur
hetta útgávuni eina góða breidd.
Tíverri er royndin við »Clog« eitt
undantak, og kanska eisini eitt lítið
mistak. Lagið hevur allar møguleikar
at verða gott. Tað hevði kanska verið
uppá sítt pláss, um bólkurin fekk eitt
mótspæl, tá fløgan varð produserað
ella vit fáa eina meira útvarpsvinaliga
útgávu av júst hesum sangi.
Men alt í alt ein góð og góðkend
byrjan frá Ranchus, ið fær tríggjar út
av fimm stjørnum.
TÓNLEIKUR
BLANDAÐ BOMM
FRÁ RANCHUSI
★★★★★
Ummæli