Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 125 30 FÁTÆKAVÁÐI Sjálvt um andstøðan trýsti nógv á í mai fyri at fáa samtykt eitt uppskot um hjálp til børn í fátækaváða, so fer eitt slíkt uppskot ikki at virka í ár ÁRNI GREGERSEN F yrst í mai arbeiddi and­ støðan ómetaliga hart fyri at fáa samtykt eitt uppskot, sum skuldi geva húskjum, sum liva undir fátækramarkinum, eitt ser­ligt barnaískoyti. Uppskotið hevði alstóran skund og frávik var gjørt frá tíðar­freis­t­ ini, men tá ið uppskotið var til at­ kvøðugreiðslu atkvøddu bert 11 and­støðupolitikkarar fyri upp­skot­ inum, meðan 16 samgongu­ting­menn atkvøddu ímóti. Uppskotið fall. Grundgevingarnar hjá samgong­ uni tá vóru, at landsstýriskvinnan við almannamálum, Annika Olsen, arbeiddi við einum uppskoti, sum kundi leggjast fram á ólavsøku. Hetta helt táverandi andstøðan vera alt ov leingi at bíða og vildi hava eitt uppskot, sum formennirnir í and­støðuflokkunum løgdu fram, sam­tykt alt fyri eitt. Men sum nevnt:tað uppskotið fall. Uppskot á veg Nú er táverandi andstøðan sam­ gonga, men enn er uppskotið ikki komið aftur í Løgtingið. – Vit arbeiða við tí, men tað fer ikki at virka í ár, sigur nýggja lands­stýriskvinnan við al­manna­ málum, Eyðgunn Samuel­sen, Javn­ aðarflokkurin. Tá ið løgmaður skrivaði val út á ólavsøku, datt alt politiskt arbeiði niðurfyri. Annika Olsen, Fólkaflokkurin, hevði fingið álgat frá løgmanni at fyrireika eitt lógaruppskot um sama evni og hon var komin rættuliga langt í arbeiðnum, tá ið valið var útskrivað. – Vit høvdu havt uppskotið til hoyringar og tað var so at siga klárt at leggja fyri tingið. Onkrar smá­ broyt­ing­ar skuldu gerast, men ikki nakað, sum fór at taka tíð, sigur Annika Olsen í dag. – Tí skilji eg ikki, hví nýggja lands­ stýriskvinnan við almannamálum ikki bara leggur uppskotið fram, sigur hon. Eyðgunn Samuelsen, Javnaðar­ flokk­urin, sigur, at uppskotið er á veg, men at tað eru nakrir lutir eftir at fáa uppá pláss. Hon hevur sitið við almanna­mál­ um síðani hálvan september, so tíðin hevur ikki verið so nógv enn til at viðgera málið. – Men eg havi havt fund við umboð fyri allar teir politisku flokk­ arnar og tað sær út til, at flokkarnir framvegis taka undir við málinum, sigur hon. Fundur setti ferð á Tað var ein almennur fundur í Miðla­ húsinum, sum av álvara setti málið um børn í fátækaváða á breddan. Formennirnir í øllum teimum polit­isku flokkunum luttóku á fund­ inum og søgdu seg vilja gera nakað við trupulleikan, við at børn liva í fá­tækraváða. Formenninir í Tjóðveldi, Javn­ að­ar­flokkinum, Framsókn og Sjálv­ stýrisflokkinum løgdu eftir fundin eitt uppskot fram fyrst í mai. Í viðmerkingunum til uppskotið søgdu floksformennirnir í táverandi andstøðuni, at 1326 børn tá vóru í fátækaváða. Felagsskapurin »Í menniskjum góður tokki« segði, at 500 børn eru í 269 húskjum. Húskini eru serliga hart sperd fíggjarliga og liva fyri undir 50 prosentum av miðinntøkunum í Føroyum. Avbjóðingin hjá almennu mynd­ ug­leikunum er at finna útav, hví støðan er so ring hjá hesum húskjum og sambært uppskotinum at veita fíggjarligan styrk eftir umsókn. Skotið var upp, at latast kann upp til 1500 krónur fyri hvørt barnið. Í viðmerkingunum vvar sagt, at tað mest ítøkiliga, sum kann gerast, er at gera eitt serligt átak fyri børn í teimum mest fíggjarliga sperdu familj­unum. Í upplýsingunum frá »Í menn­ iskj­um góður tokki« verður sagt, at í teim­um 269 familjunum er talan um 96 pør við børnum og um 173 støk við børnum. Sami felagsskapur lat eisini eitt yvirlit yvir, hvussu hesar familjurnar búgva. 90 teirra búgva í egnari íbúð ella í egnum húsum, 144 búgva til leigu, meðan 35 búgva heima hjá for­eldrunum. ONGIN HJÁLP TIL Í FÁTÆKAVÁÐA Í