Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-29, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 125 31 – Tað er bara spurningur um vilja BØRN ÁR Hjálpin tikl børn í fátækaváða skal koma skjót­ ast til ber – heldur í gjár enn í morgin, sigur Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna ÁRNI GREGERSEN – Tað snýr seg um vilja – alt annað er undanførsla. Sonja Jógvansdóttir, løg­tings­ kvinna, leggur ikki fingrarnar ímill­ um, tá ið hon fær at vita, at hjálp til fíggjarliga sperd húski við børnum ikki fer at virka í ár. – Hetta hevur ómetaliga stóran týdning og tí skal hetta málið loysast, so skjótt tilber, sigur hon. Nýggja landssýriskvinnan við almannamálum, Eyðgunn Samuel­ sen, Javnaðarflokkurin, arbeiðir við málinum, men hon sigur við Sosialin, at lógin ikki verður broytt soleiðis, at hon fer at virka í ár. Málið var annars lagt fram í mai av táverandi andstøðuni. Vikið var frá tíðarfreistini í tinginum, men málið var ikki samtykt. Samgongan at­kvøddi ímóti, tí at táverandi lands­ stýriskvinnan, Annika Olsen, arbeiddi við málinum. Tað er sama andstøða, sum tá var, sum nú situr í samgongu og sum arbeiðir víðari við málinum. – Eg havi javnan samskifti við lands­stýriskvinnuna og við al­ manna­ráðið um málið og eg havi gjørt teimu­m greitt, hvussu álvarsligt málið er, men eg havi ikki fingið at vita, at tað ikki fer at virka fyrr enn næsta ár, sigur Sonja Jógvansdóttir. Landsstýriskvinnan hevur sagt, at málið verður lagt fram, so skjótt tað er klárt. Nú sigur hon, at tað ikki verður klárt í so góðari tíð, at tað fer at virka í ár. – Málið hevur bráðskund og eg dugi ikki at skilja, at tað skal taka serliga langa tíð, sigur Sonja Jógvansdóttir. Hava upplýsingarnar Í veruleikanum snýr tað seg um at áseta, hvussu stór hjálpin kann vera. Almennu myndugleikarnir vita væl, hvørji húski tað snýr seg um og almennu myndugleikarnir vita eisini væl, hvussu mong børnini eru í hvørjum húski. – Gera tey ikki tað, so er tað tað almenna, sum hevur skyldina. Vit hava ment KT-skipanir á høgum støði og savnað upplýsingar um okkum borgarar inn, so tað eigur ikki at taka lagna tíð at finna fram til, hvør tað er, sum hevur trupulleikarnar. Ov long tíð Sonja Jógvansdóttir sigur, at tá ið málið hevði skund í mai, so hevur tað sjálvandi enn meira skund nú. Landsstýriskvinnan vísir á, at hon bert hevur sitið við málinum, síðani hon tók við sum landsstýriskvinna miðskeiðis í september. – Tað dugi eg ikki at síggja, er avgerandi, tí hóast vit hava havt val­stríð, so hevur embætisverkið arbeitt og gjørt málið klárt at leggja fyri tingið aftur, sigur Sonja Jógvansdóttir. Hon sigur enn einaferð, at hon hevur boðað frá í almannaráðnum og hjá landsstýriskvinnuni við al­ mannamálum, at málið hevur bráð­ skund. – Tað skal leggast fyri tingið, so skjótt tað yvirhøvur ber til, sigur Sonja Jógvansdóttir. Lógaruppskotið, sum var lagt fram í august, segðist tá at fara at kosta landskassnum á leið 10 milljónir krónur. Hvat hetta uppskotið fer at kosta er óvist enn. Uppskotið, sum Annika Olsen lat gera, lat eitt sindur minni av hjálp, enn tað sum nú er ætlanin at lata. Landsstýriskvinnan sigur, at málið og útreiðslurnar av tí, skal innarbeiðast í fíggjarlógina, sum liggur í fíggjarnevndini. Fíggjarlógin er ikki gjørd, men bert framskrivað. Tí var hendan út­ reiðslan ikki tikin við. Tað skal hon vera, tá ið broyt­ ingar­uppskotið til fíggjarlóg fyri 2016 verður lagt fram. 1500 krónur til hvørt barnið Av tí at viðurskiftini hjá einstøku familjunum eru so ójøvn, so mugu metingar gerast av, hvussu nógv skal latast í hjálp til einstøku børnini. Tí stendur í uppskotinum, at til ber at lata upp til 1500 krónur um mánaðin fyri hvørt barn. Útrokningar vísa, at var upp­ skotið frá mai samtykt, so fer tað at kosta landskassanum einar 10 milljónir krónur við málsviðgerð og útgjaldum. Sjálvt um farna samgongan at­kvøddi ímóti málinum, so tók meir­lutin í trivnaðarnevndini í veru­leikanum undir við mál­in­um, tí tá ið málið um hjálp til stak­ar uppi­haldarar var fyri í trivn­aðar­ nevnd­ini, segði meirlutin: »Meirilutin (Jørgen Niclasen, Annika Olsen, Rósa Samuelsen og Kaj Leo Johannesen), vísur á, at tað ikki bara er hjá støkum uppi­ hald­arum, at fíggjarligu karmarnir kunna gerast ov trongir. Tað eru nógvar barnafamiljur, har teir fíggjarligu karmarnir eru eins vánaligir. Meirilutin heldur, at hesi áttu eins væl at fingið ser­ligt barnaískoyti. Tað er tó ikki gjør­ligt við hesi lóg at veita teimum hetta, men meirilutin heldur, at lands­ stýris­maðurin eigur at leggja fyri tingið uppskot, so at hesar familjur eisini kunna fáa. Meirilutin heldur, at lands­stýris­ maðurin leggur ov stóran dent á uppi­haldaran, í staðin heldur meiri­ lutin, at umstøðurnar hjá børn­un­ um eiga at verða havdar fremst í huganum.« Hjálpin til børn í fátækaváða Eyðgunn Samuelsen, lands­ stýriskvinna, sigur, at hjálpin til húskir við børnum í fátækraváða ikki kemur í ár – Eg havi boðað lands­stýris­ kvinn­uni og almannaráðnum frá, at málið hevur bráð­skund, sigur Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna Annika Olsen arbeiddi víðari við málinum eftir at fyrsta uppskotið fall, men hon náddi ikki at leggja nýtt uppskot fram undan valinum