Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-29, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 125 32 Kommunan ger vinnuni ónáðir Jan Christiansen Spákaði mær ein túr á Vestarubryggju í gjár. Tað var sera huga­ligt at síggja alt virksemið sum var har. Skipasmiðjan hevði úr at gera, nógv skip lógu til umvælingar. Tvey fiskifør landaðu til landingamiðstøðina, og trolarin Enniberg lá við bryggju. Trol­virkið Vónin, Bakkafrost, Magn og Effo eru á havnarøkinum, og eru tey grannar hjá egningarskúrunum og Íshúsinum. Við goymsluhøllirnar framman fyri Bátatænastuni, lógu lemmar og trol, ið staðfestu, at tal­ an var um havnarøki. Lastbilar og trukkar myndaðu ferðsluna, og hóp­ urin av arbeiðsfólki runnu til og frá. Men, soleiðis eigur tað at vera, tí talan er um virksemi á einum havn­ arøki. Sambært almennu byggi­ sam­tyktini er økið eitt sokallað B vinnuøki. Fyri at nágreina økið enn betur, nevnist Vestarabryggja í byggi­ samtyktini fyri kommununa B2, og har stendur soleiðis: § 9. Ásetingar fyri umráðispart B2 í 3. grundumráði Umráðisparturin verður lagdur til vinnuendamál, ið hava samband við skipaferðslu og fiskiskap og til virksemi, ið hava samband við hesi, t.e. skrivstovur, tænastuvirksemi, bil­ støðlar og tílíkt. Og kommunan skrivar á heima­ síðuni: Í høvuðsheitum ber til at siga, at virksemið á havnarøkjunum í all­ ari kommununi er farma- og ferða­ fólkaflutningur innan- og uttanlands, upp- og avskipan, umvælingar, provi­ antering og bunkring. Stutt sagt alt, sum hevur við sjóvinnu at gera. Tórshavnar Havn hevur umvælt gamla saltsølubygningin, og hevur kommunan givið hesum stolta bygningi navnið: Sjóvinnuhúsið. Eitt mergjað navn til stóra nýum­vælda bygningin í hjartanum av havna­lag­ num. Men hvat, nú ætlar kommunan í ramasta álvara at flyta alla sína fyrisiting út har. Ikki bara út á havn­ar­lagið, men mitt ímillum allar vinnu­bólkarnar, ið eru har. Tær kom­ munalu skrivstovurnar skulu hava Skipasmiðuna, Fiskimiðstøðina, Trolvirkið, Bakkafrost, Magn og Effo sum allarnærmastu grannar. Hvat við byggisamtyktini. Hví verð­ur sagt, at B2 økið er ætlað til vinnu­endamál. Kann tað hugsast, at byggisamtyktin roynir at verja borgaran, í hesum føri vinnuna? Ella er byggisamtyktin bara nakað, ið kommunan sjálv kann broyta, tá ið tað gagnar henni. Borgarin er kommunan Eg havi altíð hildið, at ein kommuna og eitt býráð eru fyri borgaran, men seinast árini er alt meira komið fram, tað heldur er umvent í Tórshavnar kommunu, nú er tað kommunan fyrst og síðani borgarin. Eg læs í býráðsskránni, at stjórnin mælti til, at kommunan flutti alla um­sitingina út á Vestarubryggu. Tann sama stjórn mælti fyri tveimum árum síðani býráðslimum til at keypa bygningarnar hjá Bank Nordik fyri 100 mió.kr. fyri at hýsa allari um­ sitingini. Kunnu vit taka slíka stjórar fyri fult, tá ið teir siga eitt í dag og siga tað umvenda í morgin? Ella hava vit fingið Brixtofte tilstandir, har borg­arstjórin einsamallur ræður og umsitingin bara nikkar við? Kundi verið áhugavert, at fingið at vita frá kommunustjóranum, hví hon mælir til at keypa banka­bygn­ ingarnar, fyri síðani at mæla til, at øll fyrisitingin skal flyta út á havnarøkið. Eisini kundi verið áhugavert at hoyrt grundgevingarnar hjá tekniska stjór­ anum, hví hann mælir til at blanda vinnu og kommunala fyrisiting sam­ an. Vónandi vakna býráðslimir og taka frástøðu um at flyta fyrisitingina út á Bacalaoøkið. Allar kommunur í landinum royna at fjálga um hjá vinnuni, og soleiðis eigur eisini at vera í Tórshavnar Kommunu. Hvør verjir vinnuna? Javnaðarflokkurin er ikki kendur fyri at verða nakar vinnuflokkur, so tað undrar meg ikki, at tey vilja flyta eina almenna fyrisiting út á eitt vinnuøki, men hvat siga borgarligu umboðini fyri Fólkaflokkin og Sambandsflokkin? Halda teir, at tað er í lagi? Ella er tað nú so galið, at Tjóðveldið skal verða røddin hjá vinnuni? Býráðsval er um eitt ár, og hvat vil Framsókn siga um at treingja vinnuna burtur til frama fyri kommunala umsiting? KJAK vit skulu hava viðareiðistunnil – hóast vit hava vegasamband vit skulu hava tunlar norður um fjall – hóast vit hava tunlar vit skulu hava skálafjarðartunnil – hóast vit hava gott vegasamband vit skulu hava hvalbiartunnil – hóast vit hava tunnil vit skulu hava sandoyartunnil – hóast vit hava gott ferjusamband vit skulu hava nýtt nólsoyarskip – hóast vit hava gott ferjusamband vit skulu byggja LS út – hóast vit ikki klára at manna heilsuverkið vit skulu hava dýran býráðssal – hóast vit hava ein sal vit skulu hava risastóra havn – hóast ein minni kann nøkta tørvin vit skulu hava musikkskúla – hóast fleiri høli standa gapandi tóm vit skulu hava vesturskúla – hóast kommunuskúlin kann soppareinsast vit skulu hava ítróttarhøll á argjum – hóast fimleikahøll er á argjahamri vit skulu hava ítróttarhøll í gundadali – hóast hallir í gundadali, hálsi og hoyvík vit skulu hava langhyl – hóast vit hava frálíkan svimjingarhyl vit skulu hava alt sum kostar fleiri milliardir – hóast vit ikki hava tær vit skulu hava alt sum í 80-unum – hóast trøini enn ikki vaksa inn í himmalin vit skulu hava alt uttan hugsandi heilar – hóast vit hava nógvar vit skulu hava og aftur hava – hóast vit hava meira enn nóg mikið vit skulu hava ein yvirhitaðan búskap – hóast búskaparráðið rópar varskó vit skulu hava alt beinanvegin – hóast raðfesting er lyklaorðið vit skulu hava alt uttan ellisheim – hóast 100-tals gomul bíða eftir plássi vit skulu hava alt uttan sambýli – hóast tey gomlu hava bygt landið vit skulu hava alt uttan røktarheim – hóast tey gomlu eru útslitin og óhjálpin vit skulu hava alt uttan eldrapolitikk - hóast tað hevði verið virðiligt vit skulu hava alt uttan “bleyt virði” – hóast tey ofta skapa eydnu vit skulu hava “hørð virði” – hóast tey kunnu kollrenna búskapin vit skulu hava dálkandi nýtslu – hóast hon ávirkar alt lív á jørð vit skulu hava betong vit skulu hava jarn vit skulu hava glas vit skulu hava asfalt vit skulu hava hol vit skulu hava mercedes, volvo og lexus ja, marglæti í far-vælferðarsamfelagnum jóhann mortensen vit skulu hava – og aftur hava