hósdagur 29. oktober 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 125
34
Óli Jacobsen
ANNA Á VÁLI 95 ÁR:
GLAÐAÐI FYRI GRIND Í NORÐRADALI
Hósdagin verður ein merkiskvinna 95 ár. Hon hevur upplivað fleiri broytingar enn tey flestu
A
nna varð fødd 5. november í 1920.
Foreldrini vóru Katrina Simonsen
og Óli Reinert, ættað úr Norðradali,
búsitandi í Tróndargøtu í Havn.
Mamman doyði í 1924, tá yngsta barnið var
2 mánaðir gamalt. Anna var tá 4 ára gomul.
Leidd til Norðradals
Tað var ikki lætt hjá einum einsamøllum pápa
at sita eftir við stórum barnaflokki. Ráðini
vóru sum vanligt tá í tíðini, at børnini fóru
til skyldfólk at vera. Øll børnini uttan tveir av
dreingjunum fóru til onnur at vaksa upp. Tað
varð avrátt, at Oleva og Anna skuldu fara til
Norðradals at vera. Á jólum fóru pápin saman
við Dia gubba, Andreas Samuelsen, bakara, í
Horni, til Norðradals við báðum systrunum.
Teir leiddu Onnu millum sín, meðan Oleva varð
borin í leypi. Oleva fór til ommuna og abban
á Fløtum at vera. Anna fór í fyrsta umfari til
Dortheu og Símun, mammubeiggjan. Tey áttu
frammanundan sjey børn.
Tað varð skjótt avrátt, at Anna skuldi fara
til Josefinu og Óla Reinert, sum tískil gjørdust
hennara fosturforeldur. Óli og pápi Onnu vóru
systkinabørn. Hjá teimum búðu eisini pápi
Óla, Andreas, og fastirin, Lotta, vanliga kallað
gumma.
Óli og Josefinu fingu sjey børn. Anna var
elst av øllum, hon byrjaði ung sum stórasystir
og dadda.
Norðradalur var ein lítil bygd. Tað vóru seks
hús í bygdini. Bóndagarðarnir vóru tveir, Niðri
stova og Uppistovugarður. Her lá væl fyri at
hava jarðarbrúk.
Undan Annusa tíð var nógv róð út. Teir
plagdu tá at avreiða vesturi í Vágum. Men
Norðradalur var óhøgligt útróðrarpláss. Drátt
urin var sera brattur, so bara tað at fáa bát til
høldar var eitt stórarbeiði.
At fara til handils – tríggir
tímar hvønn vegin
At fáa vøru og at sleppa av við framleiðsluna
var ikki bert sum at siga tað. Ein máti var at
leiga bát úr Havnini við vørum suður um
Kirkjubønes. Hetta lat seg einans gera í bestu
líkindum. Tað var eitt grúiligt knoss at fáa
mjølsekkirnar upp á bakkan og til hús. Tað
mest vanliga var at fara til Havnar við rossi.
Farið varð við ull, og komið varð aftur við vøru.
Gingið var saman við rossunum.
Túrurin til Havnar tók tríggjar tímar hvønn
vegin. Um veturin var farið í myrkri og komið
aftur í myrkri.
Tá ið komið varð til Havnar vóru rossini
»parkerað« í »Syðradali« ovast á Dalavegnum.
Her búðu Anna og Hanus og sonur teirra,
ættað úr Syðradali. Rossini høvdu hug at ræð
ast bilarnar, sum tá vóru komnir i Havn. Tí var
best ikki at fara oman í býin við teimum!
Inni hjá teimum skiftu tey skógvar. Tað bar
ikki til at fara oman í býin í somu skóm, sum
tey høvdu gingið í allan vegin úr Norðradali!
Á »Syðradali« ansaðu tey væl eftir rossun
um. Her fingu tey eisini ein góðan bita. Anna
minnist framvegis aftur á teirra blíðskap.
Tey bestiltu viðhvørt vørur frá Nap. Nol
søe, í Kaldbak. Hesar vóru førdar inn í Kald
baksbotn. Men her var øgiliga bratt og tungt
at fáa vøruna til høldar.
Frá glaðing til fartelefon
Tá grindaboð vóru, varð ringt til støðina í
Norðradali. Tá var uppgávan hjá teimum
at glaða boðini víðari til Kolturs, har eingin
telefon var komin. Glaðast kundi í trimum
ymiskum støðum niðri á bakkanum. Tað
sást á staðnum har glaðað var, hvar grindin
var. Glaðingin fór fram við at brenna gamalt
hoyggj. Tað var betri, at hoyggið var eitt sindur
Siðsøga
Anna er ein megnarkvinna
Vøruflutningur í Norðradali, sum Anna minnist hann. Við rossið
standa fostursystrarnar hjá Onnu, Helga og Elma
Í Norðradali í 1927. Børnini eru vf. Johanna, Agnar, Anna og Eiko.
Í hjølbøruni Jákup og Elma, sum giftist til Svínoyar
Anna hevur verið við til at glaða grindaboð úr Norðradali út í Koltur