Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-29, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 125 35 Komandi partur Í komandi parti er frásøgn frá millumtjóða Kongosøgufundi í  Bret­ landi 10.oktober. Staðfestast kann, at føroyingurin D.J. Danielsen gerst meira og meira viðurkendur fyri sín leiklut í hesi søgu. vátt, tí tá gjørdist meira av royki. Boðini sóust tá betri í Koltri. Tískil hevur Anna upplivað allar sam­skiftis­ hættir frá glaðing til fartelefon. Jólini Jólini vóru ein rættilig høgtíð. Tað mest spenn­ andi var, tá jólatræið varð pyntað. Jólatræið kom úr Havn. Fosturpápin læsti seg inni í stov­ uni at pynta jólatræið. Her máttu børnini einki síggjast fyrr enn liðugt var at pynta. Onkuntíð royndu tey at lúra gjøgnum lyklarholið fyri at síggja tað undur, sum var teimum í vænti. Men tá pápin varnaðist tað, tipti hann holið. Men tá so var liðugt at pynta jólaaftan, varð hurðin upplatin. Tað var ein herligheit, sum kundi fáa hvørt barnahjarta at hoppa av frøi! Jólaaftan var etin ræstur fiskur. Men jóladag fingu tey gás. Hendan dagin sluppu tey at eta so nógv, sum tey orkaðu. So tey nærmast ótu seg um rygg. Jólagávur fingu tey eisini. Fyri ein stóran part slíkt sum tørvur var á, sum t.d. gummistivlar, men leikur fingu tey eisini. Jólapakki kom frá Andreu fastur í Danmark, og var hetta ikki minst at gleða seg til. Hon arbeiddi sum skraddari í Keypmannahavn. Andrea koyrdi í pakkan so mikið av avskurði av toyi, at hetta røkk langt sum tilfar til klæði, sum Josefina seymaði uppá okkum øll. Mentan í Norðradali Óli Reinert var ein merkisverdur persónur, sum hevði sannar skaldagávur. Hann yrkti ein hóp av sálmum. Teir gav hann út á ellisárum, teir vóru ikki færri í tali enn 175. Men hann skrivaði eisini søgur. Anna plagdi at skriva niður fyri hann, og hon sigur, at talan var um tær vakrastu og mest spennandi kærleikssøgur. Óli hevði so ótrúligan áhuga fyri seyði, og hann skrivaði nógv niður, eisini ættartalvur hjá seyðinum. Hann kundi sita heilar dagar og tosa um seyð. Eitt ítriv um veturin var at syngja. Tey sungu fast tvey kvøld um vikuna. Eitt kvøld var tað andaligir sangir og eitt annað fostur­ lands­sangir. Anna minnist væl, tá ið Albert, pápabeiggin, kom við einum radio til bygdina. Hetta var jú heilt fantastiskt. Tey fóru heim har at lurta, tá ið høvið beyðst. Men abbin helt, at okkurt annað máttu tey hava at gera í Norðradali, enn »at musika allan dagin«. Í skúla fjórðu hvørja viku Tey høvdu ferðalærara. Hesin var vanliga tríggj­ar vikur í Hoyvík og Hvítanesi, og síðani eina viku í Norðradali. Tískil gingu tey bert í skúla fjórðu hvørja viku. Men søgan sigur einki um, at tey dugdu minni fyri tað! Í nærum eitt ár gingu tey als ikki í skúla. Skúlastovan var privat, og tað gjørdist ósemja um leigumálið. Skúlastovan kom so til Óla Reinert, og seinni kom hon í gomlu bónda­ húsini niðri í Stovu. Postur kom tvær ferðir um vikuna. Tummas Reinert, pápabeiggi Onnu, var postmaður. Hann røkti eisini Syðradal, sum var nærmasta grannabygd. Kortini tók tað eini trý korter at ganga hagar. Dagligi dagurin hjá ungari gentu. Sum vanligt tá, fór Anna úr skúlanum 14 ára gomul. Men fyri tað var nóg mikið at gera. Óli Reinert, fosturpápin, var jú bóndi, og garðurin var stórur, heilar 10 merkur. Tey høvdu nógv ungneyt og einar 5 mjólkikýr. Tað var ikki bert sum at siga tað at sleppa av við alla hesa mjólk. Men so fingu tey sær sentrifugur at taka róman, sum so varð seldur til Havnar. Tá Anna var 15 ár, fóru tey tríggjar ferðir um vikuna at reiða mjólkina til Sunds, hagani hon fór við mjólkarbátinum til Havnar. Henda ferðin tók tveir tímar hvønn vegin. Seyðurin rikin til Havnar Tað vóru 3-400 áseyðir. Á heysti róku tey gong­ una til Havnar, har hon varð keypt av Karl F. og eisini av Jens Reinert, sum var beiggi fosturpápan. Nakað varð eisini selt privat, og onkur gonga fór til Klaksvíkar. Ullin frá várroytingini varð seld ymsastaðni í landinum. Ein stórur partur fór til Heinesen í Vágsbotni, har tey fingu vøru fyri ullina. Anna gekk eisini til neyta. Eitt 18 potta biði var borið á bakinum, og ein dylla við 4 pottum hvør var í hvørji hond. Hetta var ikki hissini byrða at bera til húsa. Skorið var eisini torv. Til hetta høvdu tey torvskurðarmann. Men húsfólkini bóru burtur og fingu torvið til høldar eisini, tá tað var turt. So hvørt tørvur var á tí, var torvið so borið heim at brenna. Eisini skuldi hoyggjast til 10-15 neyt. Um­ framt hetta skuldi eisini gevast seyðinum mitt um veturin. Tey høvdu altíð 3-4 ross. Hvørt breyð skuldi bakast Ein av uppgávunum hjá Onnu var at baka breyð. Tey vóru fast 13 fólk í húsi. Um summarið vóru eisini hjálparfólk og gestir. Tá kundu tey vera upp til 21 fólk. Og fólk, sum arbeiða nógv, eta eisini nógv. Bakað vóru 10 breyð hvønn dag í tveimum umførum. Breyðini vóru elt og sett at ganga, áðrenn farið var til neytar. Og tá komið varð heim vóru tey koyrd í ovnin. Anna hevur annars altíð verið ófør at baka. Men hon hevur eisini havt góða venjing! Umframt alt hetta veltu tey epli og røtur. Nógv fremmandafólk Sunnudagur var frídagur, tá gjørdu tey ikki stór­arbeiði. Men mjólkast mátti so, eins og neytini máttu ambætast. Hóast Norðradalur lá sera avsíðis, so komu nógv ferðandi fólk til Norðradals. Tey komu á morgni og fóru avstað um kvøldið. Ofta var hetta sunnudagar, og hetta merkti, at sunnudagur var strævnasta dagur. Tað kundi koma upp til 30 fólk, sum tað skuldi borðreiðast fyri. Ein gestur, sum Anna minnist væl, var tann kendi skiparin Kvíviks Tummas. Hann plagdi at hava fisk við sær, og var hetta forkunnugt at fáa í Norðradali. Sunnudag var hildin andakt. Kirkja var eingin, men onkuntíð kom prestur. Norðra­ dalur hoyrdi til kirkjuna í Kaldbak. Hagar fóru so fólk í kirkju og vórðu eisini grivin har. Fýra ferðir árliga plagdu havnarmenn úr Brøðra­samkomuni at koma til Norðradals at halda møti. Anna minnist serliga Herluf Arnason, Jens Christian Dam og Jógvan Skýlin­ dal. Tá var nógvur sangur, og hetta dámdi teimum í Norðradali. Serliga minnist Anna, at Jógvan Skýlindal hevði eina kraftiga rødd. Møti plagdu at vera í køkinum. Tað plagdu eisini fólk at koma úr Kaldbak, sum Hans Wang, August Wang og Aksel Bøgarð. Ofta komu konur og børn við. Máttu berast til Havnar Tá fólk gjørdust sjúk, máttu tey um neyðugt berast allan vegin til Havnar á børu. Her skuldi góð manning til, tí menninir máttu jú skiftast at bera. Hetta hendi eisini viðhvørt konunum, tá tær skuldu eiga. Annars kom jarðarmóðir úr Havn, og viðhvørt kom hon av Skælingi. Men tað hendi seg javnan, at barnið var føtt, áðrenn jarðarmóðirin kom fram. Men Lotta, gumma, tók eisini um endan her. Sagt varð, at tá gumma var tøk, nýttist jarðarmóðirin ikki at koma. Tá onkur doyði, mátti kistan berast á sama hátt til Kaldbaks og onkuntíð til Havnar. Josefina Fosturmamma Annu var Josefina systir Óla á Brekku. Hon var ein sera vitug kvinna. Hon las nógv og mintist alt, sum hon las. Hon kundi nógv ár seinni fortelja um slíkt, hon hevði lisið sum ung. So tað var framúr undirhald, tá Josefina las søgur. Tá sótu øll við andakt og lurtaðu. Josefina var eisini røsk. Hon arbeiddi nógv, og tað var alt slag av arbeiði. Hon bleiv 91 ár. Anna fer heimanífrá Tíðin líður, og Anna gerst vaksin. 19 ára gomul fær hon sítt fyrsta pláss, tá hon var ein mánað hjá Andrew Sloan. Undir krígnum kom hon at vera ein vetur hjá Gunnari Dahl Olsen, sýslu­ manni í Vestmanna. Síðani fór hon til Klaks­ víkar at tæna hjá Kaj Johannesen, kendur skipari. Inn ímillum var hon aftur í Norðradali, har tað var nóg mikið hjá henni at takast við. Í 1946 fór Anna niður til Danmarkar á ein bóndagarð at tæna. Agnar, fosturbeiggin, hevði skaffað henni pláss. Her var hon frá mai til november. Síðani fór hon á húsarhaldsskúla í Holbæk. Aftaná hetta kom hon til ein lækna í Hellerup at vera í húsinum. Anna fór so upp aftur til Føroya í 1948. Tá fór hon til Klaksvíkar at passa Sunnevu hjá Ólakonu upp, tá hon fekk sonin Viktor. Aftaná hetta fór hon í handilin hjá Dorius Hvidbro. Í 1951 hittir hon Líggjas á Váli, sum hon giftist við, áðrenn hon fylti 31 ár. Tey flutti til Havnar í 1964. Eitt skifti fluttu tey norður aftur. Tey høvdu handil í Klaksvík, Garða­búðin. Tey fluttu so til Havnar aftur, tá Líggjas fekk arbeiði á Gjaldstovuni í Havn fyrst í 70-unum. Hann fór seinni at arbeiða á Príseftirlitinum. Líggjas doyði í 1993, 70 ára gamal. Tey fingu børnini Jóannes, Charlottu, Ólav og Britu. Ólavur doyði í 2005. Familjan á Váli er kend fyri at hava ríkað andaliga sangin í Føroyum. Annusa partur hev­ ur ikki ligið eftir, tey hava sungið nógv í teirra samkomum. Nú eru tað børnini og ommubørn, sum hava tikið við, og eru tey millum bestu sangarar í landinum. Heimið hjá Onnu og Líggjasi hevur verið kent sum eitt stak gestafrítt heim, har tað altíð er komið nógv fólk – ikki minst ungfólk. Har hava øll altíð kent seg heima. At hitta Onnu er eitt upplivilsi hvørja ferð. Tað skal verða ynskt Onnu hjartaliga tillukku við hennara kempualdur. Takk fyri alt, sum tú hevur verið fyri so mong! Ólavur var framúr sangari og listarmaður. Eisini var hann barnavinur sum fáur Tann syngjandi familjan á Váli. Aftanfyri f.v. Ólavur, Jóannes, Charlotta og Brita