Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nýtt Sjálvstýri er ikki samt við samgonguna um hvussu fiskivinnan skal skipast av nýggjum. – Tí valdu vit ikki at fara við í samgonguna, segði formaðurin á landsfundinum VALDU AT HALDA FLOKKIN UTTAN FYRI SAMGONGUNA LANDSFUNDUR SJÁLVSTÝRISFLOKSINS Árni Gregersen Grundleggjandi ósemja um, hvussu fiskivinnan skal skip­ast av nýggjum gjørdi, at Nýtt Sjálvstýri valdi at taka seg burturúr sam­gongu­sam­ ráð­ingunum og fara í and­ støðu. Jógvan Skorheim, for­ mað­ur í Nýggjum Sjálvstýri, tók samanum, tá ið flokkurin hevði landsfund. Hann segði, at sum tað tá sá út, so var tað ikki møguligt hjá flokkinum at gerast ein partur av nýggju samgonguni. – Tað er so nógv sum verð­ur broytt, sum vit ikki kunnu taka undir við. Í veru­ leik­anum snýr tað seg um at taka inntøkur úr øðrum økj­ um enn miðstaðarøkinum og flyta pengarnar í mið­ staðar­økið. Tað kunnu vit ikki góðtaka sum støðan er, segði Jógvan Skorheim eftir fundin. Hann vísir á, at verða nógv­ir pengar tiknir úr fiski- og ali­vinnuni, so fer tað at ganga útyvir tey økir, sum hava hesar vinnur. Ikki bert útyvir tær fyri­ tøkur, sum arbeiða í hesum vinn­um, men í stóran mun yvir tær kommunur, sum hýsa hesum fyritøkum og fáa skattainntøkur frá ali- og fiski­vinnuni. – Hvørja ferð tilfeingis­ gjald verður tikið frá hesum vinnum, so verða pengar eis­ i­ni tiknir úr teimum komm­ unu­kassum hjá komm­un­ un­um, har hesar fyritøkur húsast, sigur Jógvan Skor­ heim. – Tað sum hendan nýggja – og at síggja til – rættvísa skip­an við tilfeingisgjaldi og upp­boðsølu fer at virka til, er at nakrir borgarar í nøkrum kommunum, skulu gjalda meiri til ætlaða skattalættan, enn aðrir borgarar kring land­ið. Talan er tí ikki um ein rættvísan, javnan skatta­ lætta til øll í Føroyum, men tvørturímóti um ein veru­ ligan skattalætti til nøkur fá, segði formaðurin í Nýggjum Sjálvstýri. Jógvan Skorheim sigur, at bert tað tilfeingisgjald, sum vinnan letur nú, ger, at Klaksvíkar kommuna missir tríggj­ar milljónir krónur í inn­tøkum. Broyting Nýtt Sjálvstýri heldur, at sjálv­andi skulu tey, sum fáa frammíhjá rættindi í sam­ felagnum gjalda fyri tað, men spurningurin er meira hvussu hetta verður gjørt uttan at niðurlaga vinnuna. Atlit mugu eisini takast til tey økir, har hesar vinnur eru. – Í veruleikanum arbeiðir sam­gongan eftir einum Rob­ in Hood-prinsippi, har pen­ ingur verður tikin frá teim­ um ríku og latin nøkrum øðr­um sum skattalætti, men í stóru myndini verður ikki alt tikið við. Pengarnir verða fluttir úr vinnuni og teimum kommunum, sum liva av hes­ um vinnum til teirra, sum arbeiða í Havn, har størstu almennu inntøkurnar eru, sigur Jógvn Skorheim. Hann nevndi, at skal hetta gerast, sum samgongan ætlar, so er eisini neyðugt at hyggja at, hvussu ein út­javn­ ingarskipan av skatti millum kommunurnar kann gerast. Jógvan Skorheim ásann­ ar, at heldur ikki Nýtt Sjálv­ stýri hevur eina greiða mynd av, hvussu fiskivinnan skal skipast 1.januar 2018. – Hetta er fløkt og vitmugu seta okkum uppaftur bet­ur inn í málið, so vit eru tilreiðar til komandi sam­ráð­ingar, nevndi hann. Eisini á sjálvum lands­ fund­inum var skotið upp, at flokkurin sum heild setir seg væl inn í fiskivinnuna. Til dømis var nevnt, at tað helst er skilagott at skipa fyri nøkr­um fundum, har ser­ frøð­ingar greiða frá, hvussu tey síggja støðuna og hvat tey halda vera skilabestu loysn­ina. Kári P. Højgaard, løgtings­ maður fyri Nýtt Sjálvstýri, segði, at hann eftirhondini hevur verið á nógvum fund­ um, har serfrøðingar hava roynt at útleggja tekstin, men at hann ikki er vorðin ser­liga nógv klókari av tí enn. Nýtt Sjálvstýri hevði landsfund á Hotel Tórshavn, har nýggjur formaður var valdur Hetta er nýggja landsnevndin hjá Nýggjum Sjálvstýri Kári P. Højgaard og Bárður Kass Nielsen greiddxu báðir frá politiska arbeiðnum á tingi