Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126 LANDSFUNDUR SJÁLVSTÝRISFLOKSINS Tingmenninir nøgdir við valundirtøkuna Løgtingslimirnir hjá Nýggjum Sjálvstýri sera væl nøgdir við undirtøkuna á valinum Árni Gregersen Nýtt Sjálvstýri hevði eina pinku­lítla afturgongd á val­ inum 1.­ september, sam­an­ borið við seinasta val, men flokkurin tvífaldaði kortini tingmannatalið úr einum uppí tveir. Teir báðir Jógvan Skor­ heim, formaður, og sitandi tinglimurin Kári P. Høj­ gaard, vóru valdir, men av tí, at Jógvan Skorheim røk­ir borg­ar­stjórasessin í Klaks­vík, so er tað Bárður Kass Nielsen, sum hevur ting­sessin. Á landsfundinum greiddi fyrrverandi formaðurin, Kári P. Højgaard, frá, hví hann legði frá sær sum for­ maður. Hann segði, at hann sum fyrrverandi lands­stýr­ is­maður var kann­aður av kann­ingar­stjóran­um, Hans Gammel­toft-Hansen. Í sa­ m­bandi við málið um undir­ sjóvar­tunl­arnar. Fimm ávís­ir viðurskifti vóru undir luppi. Hóast hann ikki helt seg hava gjørt nakað skeivt, so hugsaði hann um, at eitt kann­ingarúrslit kundi ávirka flokkin. Tí valdi hann at leggja frá sær, sum formaður. – Eg kallaði Jógvan Skor­ heim og landsformannin á fund heima hjá mær. Har fingu vit avtalað, at Jógvan Skorheim bleiv formaður og at hann stillaði upp til valið. Tað eri eg takksamur fyri og eg bakka fult upp um, at Jógvan Skorheim heldur fram sum formaður, segði Kári P. Højgaard. Góð móttøka Hin tingmaðurin, Bárður Kass Nielsen, stillaði upp fyri fyrstu ferð 1. september. – Eg bleiv spurdur og eftir at hava tosað við míni nærm­astu avgjørdi eg at siga ja, men eg má siga, at eg ikki hevði væntað, at hetta so skjótt fór at ávirka ger­ andisdagin hjá okkum so ógvus­liga, segði Bárður Kass Nielsen á landsfundinum. Bárður Kass Nielsen er nú annar tingmaðurin hjá Nýggj­um Sjálvstýri. Hóast hann er spildur­ nýggjur í politikki, so hevði hann eina greiða meining: – Tað man ikki vera nógva­staðni í verðini at man hevur so stóra almenna um­ siting pr. borgara, sum her. Er tað neyðugt at hava 30 kommunur í Føroyum? Er tað neyðugt at kommunur sum liggja síðu um síðu gera íløgur í somu tænastur, í stað­in fyri at samarbeiða um størri og betri felags tæn­astur? Skal verandi býtið av tæn­astum millum land og komm­unur vera sum tað er, ella eiga vit kanska at gera tingini heilt øðr­vísi? – Eg meti at vit hava ríkar møguleikar til at innrætta okk­ara almenna húsarhald uppá ein nógv einklari og ratio­nellari máta. Og eg trúgvi eisini, at hesin part­ urin er umráðandi at taka við í ætlanini um at fáa ein meira langtíðarhaldføran búskaparpolitik í Føroyum, segði Bárður Kass Nielsen í sínari røðu á landsfundinum hjá Nýggjum Sjálvstýri. ­ Fiskivinnan fyllir nógv hjá Nýggjum Sjálvstýri Árni Gregersen Nýtt Sjálvstýri hevur havt landsfund og hevur valt nýggja leiðslu. Pól Jákup Poul­sen bar seg undan at verða afturvaldur sum for­ mað­ur. Í hansara stað var Rógvi Fossdal valdur til for­mann í landsnevndini.Hann um­ boðar Eysturoyar Sjálv­ stýris­felag. Hinir nevnd­ar­ lim­ir­nir eru: Ronald Poulsen, næst­for­ maður, umboð fyri Streym­ oyar Sjálvstýrisfelag Sven Dahl, kassameistari, umboð fyri Norðoya Sjálvstýrisfelag Birgit Sivertsen, umboð fyri Ungt Sjálvstýri Martin Sonny Frederiksen, umboð fyri Vágar Arnfríð Vestergaard Hentze, umboð fyri Suðuroy. Lasse Klein er skrivari í Lands­felag Nýtt Sjálvstýri og Jógvan Skorheim er floks­ formaður, meðan Kári P. Høj­ gaard er næst­for­mað­ur. Undir politiska orða­ skift­in­um var nógv tos­að um, hvønn fiski­vinnu­poli­ tikk flokkurin hevur og hvussu flokkurin heldur, at vinnan skal skipast eftir 1. januar 2018. Serliga var tað Bjørn á Heygum, formaður í lokal­ felagnum í Havn og valevni til Løgtingið, sum fanst at, at flokkurin ikki tók ser­ frøðina í álvara, men valdi heldur at halda seg til tað, sum vinnan sjálv førir fram. Á fundinum var semja um, at flokkurin er noyddur at gera sínar greiðu nið­ur­ støður um fiski­vinnu­poli­ tikk­in, skriva hann nið­ur og so melda greitt út, hvat tað er, sum flokkurin vil. – Tað má vera soleiðis, at vit øll svara tað sama, tá ið verða spurd um, hvønn poli­ tikk Nýtt Sjálvstýri hevur á fiskivinnuøkinum, segði Bárður Kass Nielsen. Orðaskiftið á landsfundinum snúði seg nógv um fiskivinnuna og hvussu hon skal skipast 1. januar 2018 Nýggja sam­gongan gloymir skjótt Nýtt Sjálvstýri ætlar ikki, at nýggja samgongan skal sleppa undan at veita styrk til fíggjarliga hart sperdar familjur við børnum Árni Gregersen Nýtt Sjálvstýri var millum teirra, sum fyrst í mai løgdu uppskot fyri tingið um at veita ein serligan styrk til børn í fíggjarliga hart sperd­ um familjum. Uppskotið var lagt fram eftir at freistin var farin, men Løgtingið valdi at lata uppskotið koma á tingborð. Teir fýra formennirnir í andstøðuflokkunum tá, Aksel V. Johannesen, Javn­ aðar­flokkurin, Høgni Hoy­dal, Tjóð­veldi, Poul Michelsen, Fram­sókn og Kári P. Høj­ gaard, Nýtt Sjálv­stýri, løgdu uppskotið fram. Stórur partur tók und­ir við endamálinum í upp­skot­ inum, sum var at lata upp til 1500 krónur um mánaðin til hvørt barnið í familjum, sum eru illa fyri fíggjarliga. Peningurin skuldi latast eft­ ir umsókn. Men tá ið uppskotið kom til atkvøðugreiðslu, vísti tað seg, at samgongan: Sam­ bands­flokkurin og Fólka­ flokk­urin, atkvødddu ímóti og Mið­flokkurin als ikki at­ kvøddi. Málið fekk stóran lut í for­mansrøðuni á lands­fund­ inum hjá Nýggjum Sjálv­stýri: – Eg eri skelkaður at hoyra, at vit nú gott kunnu bíða til komandi ár. Hvar fór góði viljin? Ella skulu hesi fólkini enn einaferð sita svong? Ella halda sam­gongu­ flokk­arnir, at tørv­ur­in er minni nú, enn tá ið vit løgdu uppskotið fram fyri fimm mánaðum síðani? – Tað kann ikki passa, at samgonguflokkarnir longu hava broytt meining í hes­ um máli, men um teir veru­ liga hava tað, so skal Nýtt Sjálv­stýri nokk minna teir á tað, seegði Jógvan Skor­heim, formaður. Landsstýriskvinnan við almanna­mál­um, Eyð­gunn Samuel­sen, Javn­aðar­flokk­ urin, segði við Sosialin í sein­ astu viku, at uppskotið er til viðgerðar og hon hev­ur havt fund við umboð fyri allar politiskar flokkar um málið, men hon legði afturat, at hetta kemur ikki fram, so tað fer at virka í ár. Málið hevur nógv fokus, tí eisini á landsfundinum hjá Miðflokkinum var tað uppi at venda. Har vóru út­meld­ ingarnar tær somu: hevur samgongar gloymt mál­ið, so skulu tey nokk minna tey á tað. Á aðal- og landsnevndarfundinum leygardagin á Hotel Tórshavn, skipaði landsnevndin í Nýtt Sjálvstýri seg av nýggjum, og er nú mannað við hesum fólkum: Rógvi Fossadal, formaður, umboð fyri Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, Ronald Poulsen, næstformaður, umboð fyri Streymoyar Sjálvstýrisfelag, Sven Dahl, kassameistari, umboð fyri Norðoya Sjálvstýrisfelag, Birgit Sivertsen, umboð fyri Ungt Sjálvstýri, Martin Sonny Frederiksen, umboð fyri Vágar, Arnfríð Vestergaard Hentze, umboð fyri Suðuroy. Lasse Klein er skrivari í Landsfelag Nýtt Sjálvstýri. Jógvan Skorheim heldur fram sum floksformaður og Kári P. Højgaard heldur fram sum næst floksformaður.