mánadagur 2. november 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KANNING
Mildrid á Lógv, Heidi I.
Tvørfoss, Marianna Hansen
Í mai 2014 varð ein spurnakanning gjørd í
Føroyum um heilsustøðu og uppfylging áðr
enn og aftan á fitiskurðviðgerðina gastric
bypass. Kanningin varð gjørd í samband
við ískoytisútbúgving til bachelor í sjúkra
røktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Tað
vóru sjúkrarøktarfrøðingarnir Marianna
Hansen, Mildrid á Lógv og Heidi I. Tvørfoss,
ið gjørdu kanningina. Sambært Granskingar
ráðnum er eingin tílík kanning gjørd áður í
Føroyum.
Vegna fleiri fyrispurningar frá luttakarum
um úrslitini av kanningini, vilja tær, ið gjørdu
kanningina, almennakunngera tey í stuttum.
Kanningin er dulnevnd, og luttakararnir
fingu upplýst frammanundan, at úrslitini
møguliga komu at verða kunngjørd í miðlum.
Yvirvekt ein vaksandi trupulleiki
Yvirvekt hevur verið vaksandi í vesturheim
inum síðani í 1950 unum. Tey seinastu
árini er stór áherðsla løgd á yvirvekt, og
heilsufakpersónar vísa hesum ans. Í fjøl
miðlunum fyllir hetta eisini nógv, og doku
mentarsendingar eru gjørdar um yvirvekt og
stríðið um at fara niður í vekt, umframt at
nógv er skrivað um evnið. Ein kanning sum
Gallup gjørdi fyri Fyribyrgingarráðið í 2005,
vísti, at umleið helmingurin av føroyingum
viga ov nógv. Av hesum eru umleið 35% í
bólkinum, sum nevnist yvirvekt, og umleið
10-15% eru feit (Almanna- og heilsumálaráðið,
2006). Tey flestu, sum stríðast við yvirvekt,
hava roynt við lívsstílsbroytingum, so sum
kaloriufátøkum kosti, likamligari rørslu
og arbeiði við atferðini. Hetta hevur tó ikki
víst seg at loyst trupulleikan hjá øllum, og
fleiri við ovurfiti fáa magaskurðviðgerð.
Seinastu 10 árini hava fleiri føroyingar
latið seg fitiskurðviðgera, flestu av teimum
uttanlands, og av tí uppfylgingin er ymisk
og í nógvum førum fyrigongur uttanlands,
er ókent, hvussu heilsustøðan yvirhøvur er
eftir hesa viðgerð.
Gastric bypass (GBP)
Vanligasta skurðviðgerðin í dag, sum
eisini gevur best úrslit við vekttapi, er gastric
bypass. Við GBP verður magasekkurin
minkaður, fyri at ein skal fara niður í vekt.
Magasekkurin verður koplaður frá, so at
maturin ikki fer ígjøgnum hann. Ístaðin
verður tunntarmurin koplaður beinleiðis
til ein lítlan lumma beint niðan fyri vælindi,
og tólvfingurtarmurin verður koplaður inn
longri niðri á tunntarminum. GBP er ein
háttur at tálma upptøkuna, har maturin fer
uttanum 95% av magasekkinum, allan tólv
fingurtarmin og 40-150 cm av tunntarminum.
Øktur vandi er tí fyri vantandi upptøku av
lívsneyðugum vitaminum og mineralum.
Kanningin
54 persónar svaraðu spurnakanningini, av
teimum vóru 70% kvinnur og 30% menn.
Størsti parturin var millum 40-50 ár, tó var
tann yngsti luttakarin 22 ár og tann elsti 70
ár. Skurðviðgerðirnar vórðu framdar í Belgia
37%, Norra 28%, Danmark 26%, Føroyum 6%
og Íslandi 4%. Av teimum sum svaraðu vóru
74% skurðviðgjørd fyri tveimum til fimm
árum síðani, 11% fyri meir enn fimm árum
síðan og 15% fyri minni enn tveimum árum
síðan.
Í kanningini vóru 36 spurningar, ið
umfataðu heilsustøðuna hjá gastric bypass
skurðviðgjørdum kvinnum og monnum
í Føroyum áðrenn og aftaná viðgerðina.
Harafturat
fevndu
spurningarnir
um
kunning og uppfylging eftir fitiskurð
viðgerðina. Dátuforritið Survey Monkey varð
nýtt til spurnakanningina. Við hesi skipan
varð møguleiki at velja ymisk greingaramboð
og seta úrslit upp í stabbar, grafar o.a.
BMI
Gastric bypass skurðviðgerð verður framd
sambært leiðreglum og visitering til GBP.
Hugt verður at BMI “Body Mass Index”, sum
er tann vanligi hátturin at greina yvirvekt
uppá. BMI verður útroknað við at býta
kroppsvektina við hæddini í m2. Normalvekt
er BMI 18,5-24,9. Yvirvekt 25-29,9. Adipositas
30-39,9. Sver adipositas BMI > 40. Sambært
donsku krøvunum fyri fitiskurðviðgerð
skal BMI vera oman fyri 35, og sjúklingurin
skal hava minst eina fylgisjúku, t.d. typu 2
diabetes, svøvnapnø ella høgt blóðtrýst. Í
serstøkum førum kunnu sjúklingar við BMI
> 50 uttan fylgisjúkur fáa fitiskurðviðgerð. Í
2010 vórðu krøvini í Danmark fyri viðgerðina
herd av Innanríkis og heilsumálaráðnum, tí
at yvirlit ikki var yvir langtíðarhjáárin av
viðgerðini. Krøvini fyri viðgerðina í Føroyum
fylgja teimum donsku krøvunum. Í løtuni
verða
ongar
ætlaðar
fitiskurðviðgerðir
framdar í Føroyum. Í 2012 vóru 10 GBP
skurðviðgerðir gjørdar í Føroyum, og tær
vóru tær fyrstu av hesum slag.
Kanningin vísir, at menn høvdu hægri
BMI enn kvinnurnar áðrenn skurðviðgerð.
40% av kvinnunum og 13% av monnunum
lótu seg skurðviðgerða við BMI undir 40.
Hetta gevur eina ábending um, at fleiri
kvinnur lata seg skurðviðgera við einum
lægri BMI enn menn.
53 persónar svaraðu spurningunum um
BMI áðrenn skurðviðgerðina og núverandi
BMI. Samanbering av stabbamyndunum
vísir, at BMI er minkað eftir skurðviðgerðina.
Áðrenn viðgerðina høvdu 100% eitt BMI
omanfyri 35, og eftir viðgerðina hava 69%
eitt BMI niðanfyri 30.
Heilsustøðan áðrenn gastric bypass
Fylgisjúkurnar av fiti eru millum annað
typa 2 diabetes, hjarta-æðra-sjúkur, høgt
blóðtrýst, livrasjúkur, krabbamein, svøvn
apnø, infertilitetur, tunglyndi og slitgikt.
Samband er ofta ímillum neiliga sjálvsmynd
og kroppsuppfatan, sum kann føra til
likamligar avmarkingar og tunglyndi. Av
teimum 54, ið svaraðu kannningi, svaraðu
71%, at tey høvdu fylgisjúkur ella eyðkenni
av yvirvektini áðrenn skurðviðgerðina.
Myndin vísir, at yvir helmingurin av
teimum
við
fylgisjúkum
áðrenn
GBP
skurðviðgerðina høvdu ov høgt blóðtrýst. Av
teimum 22 persónunum við høgum blóðtrýsti
vóru 18 persónar í tablettviðgerð. Av teimum
15 persónunum við diabetes, hevði størsti
parturin typu 2, ið kravdi tablettviðgerð.
Umleið
helmingurin
av
teimum
við
fylgisjúkum høvdu svøvntrupulleikar. Hesi
øll høvdu trupulleikar við andadráttinum
um náttina, ið viðførdi, at tey máttu sova við
høgum høvdalagi, á liðini, onkur við masku
og onkur mátti sova sitandi. Ein fimtingur, alt
kvinnur, vístu seg at vera inkontinentar, har
onkur hevði afturvendandi bløðrubruna og
soppaútbrot. Ein triðingur leið av tunglyndi.
Avleiðingarnar av tunglyndi vóru, at fleiri av
hesum isoleraðu seg, vóru sjúkrameldaði, og
nøkur vóru í medisinskari viðgerð fyri hetta.
Ein triðingur hevði slitgikt frammanundan
skurðviðgerðini, ið elvdi til pínu, hevði
við sær tablettviðgerð, fysioterapi og hjá
einstøkum til útskifting av liðum. Hetta
avmarkaði likamligu rørsluna.
Heilsustøðan aftan á gastric bypass
Í spurnakanningini verður spurt, um tey eru
sloppin av við fylgisjúkur ella eyðkenni, ið
tey høvdu áðrenn GBP skurðviðgerðina.
Spurnakanningin vísir, at 32 persónar
hava svarað, at tey eru sloppin av við
fylgisjúkur ella eyðkenni, tey høvdu áðrenn
skurðviðgerðina. Hetta svarar til 86% av
teimum, sum høvdu fylgisjúkur áðrenn
viðgerðina.
15 persónar av 22 sluppu av við ov
høgt blóðtrýst, hetta svarar til 68%. 13
persónar av 15 sluppu av við sukursjúku,
tvs. 87%. 14 persónar av 18 sluppu av við
svøvntrupulleikar, tvs. 78%. 6 persónar av
7 sluppu av urininkontinens, tvs. 86%. 7
persónar av 12 sluppu av við tunglyndi, tvs.
58%. 6 persónar av 11 sluppu av við eyðkennini
við slitgikt, tvs. 55%. Aðrar fylgisjúkur ella
eyðkenni, sum persónarnir sluppu av við,
vóru bróstsviði, ryggtrupulleikar, slitgikt og
høgt kolesterol.
Nýkomnar fylgisjúkur og eyðkenni
Viðvíkjandi nýkomnum fylgisjúkum og
eyðkennum aftaná GBP skurðviðgerðina
svaraðu 42 persónar. 19 persónar fingu
B12-trot, 14 fingu jarntrot og 20 persónar
merktu til dumping. Dumping er eitt
tað vanligasta eyðkenni eftir eina GBP
skurðviðgerð og kemur fyri, tá matur við
høgum sukurinnihaldi kemur skjótt niður
í tarmarnar og ger, at blóðsukrið hækkar
skjótt. Kroppurin framleiðir í hesum førum
meira insulin, sum aftur ger, at blóðsukrið
fellur brádliga, og hetta kann føra til
veikleika, vaml og spýggju.
Sambært eini vísindaligari grein verður
víst á, at trý høvuðsmál eru eftir GBP skurð
viðgerðina. Hesi eru at fáa mest burturúr
vekttapi og upptøku av føðsluevnum, at
viðlíkahalda
nøktandi
vætujavnvág
og
sleppa undan spýggju og dumping. Hetta
gevur okkum eina ábending um týdningin
av, at tey GBP viðgjørdu verða uppfylgd
eftir viðgerð, tí sjúklingarnir eru í vanda
fyri at fáa eyðkenni sum vitamintrot.
Uppfylgingin í Føroyum fevnir millum
annað um kanning av vekt, blóðtrýsti
og blóðroyndum. Seinasta uppfylgingin
í Føroyum er tvey ár eftir skurðviðgerð.
Um sjúklingarnir ynskja uppfylging eftir
tað, verður tað í flestum førum gjørt í
samstarvi við kommunulæknar. Ábyrgdin
at taka samband við kommulæknan er
hjá sjúklinginum, og tað kann hugsast, at
tey skurðviðgjørdu kunnu hava eyðkenni,
sum tey ikki eru tilvitaði um, sum til dømis
mineral- og vitamintrot.
Trot á vitaminum og mineralum er
staðfest eftir GBP skurðviðgerð, tá ið megin
parturin av føðini fer uttanum magasekkin
og tann fyrsta partin av tunntarminum.
Hetta vísir seg við troyttleika, eymleika
í vøddum, hártapi og øktum vanda fyri
bruna. Hesar støður koma vegna jarn, kálk,
D-vitamin og B-vitamin trot og serliga vegna
B12-vitamin trot. Mælt verður til at taka
vitaminískoyti.
Dumping kann vera sædd sum eitt
neiligt árin, men sambært vísindaligari
grein í 2009 kann dumping av teimum
GBP skurðviðgjørdu síggjast sum eitt
læringsamboð fyri at broyta matvanar. Tá
ið tann GBP skurðviðgjørdi merkir búkpínu
og vaml aftaná inntøku av føðslu, er fyrsta
stigið metingin av føðsluinntøku. Hetta
kann sambært kanningini í 2009 hjálpa
persóninum til at broyta matvanar.
Lívskvalitetur
Adipositas er ein støða, har nøgdin og býtið
av kropsfeitti í stóran mun økir um vandan
fyri fylgisjúkum, har lívskvaliteturin og
livitíðin minkar.
Stabbamyndin vísir, at eingin metti
lívskvalitetin vera sera góðan áðrenn, og
51% mettu, at lívskvaliteturin var sera
góður aftaná skurðviðgerðina. 8% mettu, at
lívskvaliteturin var góður áðrenn, og 35%
mettu, at lívskvaliteturin var góður aftaná.
44% mettu, at lívskvaliteturin var minni
góður áðrenn, og 4% mettu, at hann var
minni góður aftaná GBP skurðviðgerðina.
20% mettu seg hava vánaligan lívskvalitet
áðrenn fitiskurðviðgerðina afturímóti bert
2%, ið mettu seg hava vánaligan lívskvalitet
aftaná fitiskurðviðgerðina.
Kunning áðrenn fitiskurðviðgerð
Spurt varð um kunning frá viðgerðar
staðnum í mun til viðgerðarhátt, møguligar
komplikatiónir, ”dumping”, vitaminískoyti,
kost, likamliga rørslu, sálarlig viðurskifti
og krøv/væntanir til viðkomandi áðrenn
fitiskurðviðgerðina. Svarhátturin var av
krossan undir møguleikunum: Sera góð,
góð, miðal, minni góð, vánalig og eingin
kunning. Eisini var møguleiki at koma við
viðmerkingum.
52 persónar svaraðu hesum spurningi.
Um gastric bypass
fitiskurðviðgerð