Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126 KANNING Ein miðal metingarstigi varð útroknaður av dátuforritinum Survey Monkey, og tey trý umráðini, sum persónarnir mettu vánaligast, var kunning í mun til likamliga rørslu, sálarlig viðurskifti og krøv ella væntanir til broyttan lívsstíl. Uppfylging aftaná gastric bypass Viðvíkjandi spurninginum um, hvussu kunningin frá viðgerðarstaðnum var aftaná skurðviðgerðina, svaraðu 49 persónar. Tey trý umráðini, sum persónarnir mettu vera ringast, vóru somu umráðini, sum tey eisini mettu seg vera ringast kunnaði um áðrenn viðgerðina. Hetta var kunning í mun til likamliga rørslu, sálarlig viðurskifti og krøv ella væntanir til broyttan lívsstíl. Í mun til lívsstíl og langtíðaruppfylging svaraðu 67% av monnunum, at kunningin var góð ella sera góð í mun til 35% av kvinnunum. 46% av kvinnunum mettu, at eingin kunning var um lívsstíl. Um kunningin hevur verið ymisk, framgongur ikki í hesi kanning, tá dentur ikki varð lagdur á hetta í kanningini. Tað kann vera ymiskt, hvussu kunningin verður fatað, ella hvat hvør einstakur krevur av kunning og tørvar innan ymisk evni. Í mun til langtíðaruppfylging vísti kanningin, at 44 persónar svaraðu uppá spurningin. 58% av teimum sum svaraðu fingu uppfylging, ímeðan 38% ikki fingu langtíðaruppfylging, 4% vistu ikki. 34 luttakarar svaraðu uppá spurningin um, hvussu leingi uppfylgingin vardi. Hjá teimum flestu vardi uppfylgingin undir 2 ár, men seks av teimum fingið uppfylging aftaná 5 ár. Til spurningin um, hvussu langtíðarupp­ fylgingin varð skipað, svaraðu 39, at tey fingu yvirlit yvir tilmæltar blóðroyndir, 34 persónar fingu uppfylging hjá egnum lækna og 20 fingu skrivliga kostvegleiðing frá viðgerðarstaði. Vísandi til spurningin, um tað er nakað, ið tey GBP skurðviðgjørdu hava saknað í uppfylgingini svaraðu 30% ja, 52% svaraðu nei, og 17% vistu ikki. Av teimum sum svaraðu ja, saknaðu tey stuðul í mun til sálarlig viðurskifti, kostráðgeving, persónligar samrøður og bólkasamrøður við onnur GBP skurðviðgjørd. Harafturat saknaði onkur møguleikan at koma til plastikkirurg at meta um viðgerðarmøguleikar fyri leysa húð. Fleiri, ið høvdu goldið viðgerðina sjálvi, viðmerktu, at tey ynsktu somu uppfylging, sum tey, ið vóru tilvíst frá tí almenna. Til spurningin um, í hvussu stóran mun lívsstílurin er broyttur eftir GBP viðgerðina, vístu svarini, at lívsstílurin var broyttur javnt millum luttakararnar í mun til sunnari kostvanar, økta likamliga rørslu, fleiri sosialar samverur og øktan arbeiðsførleika. Í samband við spurningin um, hvat var ein stuðul til broyttan lívsstíl, var miðalútrokning gjørd av svarunum av dátuforritinum surveymonkey. Tey trý umráðini, ið vóru mest stuðlandi, vóru sum nummar eitt familja og vinir, sum nummar tvey uppfylging hjá egnum lækna, og nummar trý var skrivlig vegleiðing frá viðgerðarstaði. Framtíðar tilboð til fitiskurðviðgjørd 84% svaraðu ja til, at tey høvdu gjørt brúk av einum ambulatorium, um hetta varð sett á stovn. 2% svaraðu nei, og 14% svaraðu veit ikki. Til síðst varð spurt um, hvørji møgulig hugskot luttakararnir í kanningini høvdu í mun til, hvussu uppfylgingin kundi verið skipað í Føroyum. Samandráttur av hesum vísti, at flestu ynsktu, at eitt toymi varð sett á stovn við ymiskum fakfólki við servitan innan økið. Eitt stórt ynski var at fáa einstaklingasamrøður og bólkasamrøður við serligum atliti til kost, rørslu, lívsstíl og sálarlig viðurskifti. Tilboðið skuldi vera galdandi fyri øll, óansæð í hvørjum landi viðgerðin varð framd, og um viðkomandi sjálvur hevði tikið stig til viðgerð. Dentur varð lagdur á ynski um langtíðaruppfylging, og at kunningin eisini var væl skipað undan viðgerðini. Ein vísindalig kanning vísir á týdningin av einum fitiviðgerðartoymi, og at lívstíðar lang uppfylging er lykilin til góð langtíðar úrslit. Førleikin hjá sjúklinginum at gera lívsstílsbroytingar og at fasthalda broyttan lívsstíl nógv ár eftir skurðviðgerð, er tann mest týðandi tátturin til væleydnað vekttap eftir fitiskurðviðgerð. Umleið helmingurin av teimum spurdu søgdu seg ikki at sakna nakað í uppfylgingini. Hetta er undrunarvert, tá 84% siga, at tey høvdu tikið av tilboðnum, um eitt ambulatorium fyri fitiskurðviðgjørd varð sett á stovn í Føroyum. Hetta fær okkum at hugsa um, um tað kann vera grundað av vantandi vitan um, hvørji tilboð kunnu vera eftir viðgerð ella, at tey GBP skurðviðgjørdu ikki seta krøv til uppfylging. Tað at 84% høvdu tikið av tilboðnum um eitt ambulatorium kundi týtt uppá, at tørvur er á at menna uppfylgingina. Avleiðingin av vantandi uppfylging kann vera, at trupult kann verða hjá teimum GBP skurðviðgjørdu at halda fast í lívsstíls­ broytingum. Vantandi uppfylging kann gera, at komplikatiónir verða uppdagaðar seint, sum kann hava við sær heilsutrupulleikar, ið samfelagsliga kann verða kostnaðarmikið. Framtíðar møguleikar Ein luttakari í kanningini viðmerkti eina óvissu um sína framtíð, tá gastric bypass er ein rímiliga nýggjur viðgerðarháttur. Hetta setir spurningin um, hvussu framtíðarútlitini eru, og hvørjar nýggjar avbjóðingar tey gastric bypass skurðviðgjørdu og heilsu­ starvs­fólk kunnu fáa í framtíðini. Í arbeiðinum við ritgerðini framgongur, at gastric bypass skurðviðgerðin ikki kann standa einsamøll, men krevur eitt arbeiði av tí skurðviðgjørda og kann krevja langtíðar uppfylging. Sundhedsstyrelsen vísir á í frágreiðing hjá WHO, at atferðarterapi er neyðug í allari fitiviðgerð, og nevna tey kognitiva viðgerð. Svensk grein um fitiskurðviðgerð nevnir kognitiva atferðarterapi sum fyrsta val til tey, ið hava torført við at tillaga seg til nýggjar matvanar eftir GBP. Hetta kveikir spurningin, um tað í uppfylgingini skal leggjast meir dentur á tann mentala partin, og um kognitiv viðgerð skal vera ein partur av langtíðar uppfylgingini. Landsstýrið hevur, eins og aðrar stjórnir í vesturheiminum, gjørt eina fólkaheilsuætlan sum ein lið í visjón 2015. Endamálið við ætlanini er at betra um heilsustøðuna hjá føroyingum og at betra um lívsgóðskuna og við tí eisini at leingja um livitíðina (Føroya Landsstýri, 2006). Eitt boð um framtíðina kann vera, at eitt ambulatorium varð sett á stovn, har eitt tvørfakligt toymi var tilknýtt. Hetta toymið kundi veitt vegleiðing og ráðgeving áðrenn og eftir fiti skurðviðgerð. Toymið kundi verið samansett av serkønum fakfólki innan ymisk økir, soleiðis at sjúklingurin kundi fingið persónstillagaða kunning og uppfylging. Møguleiki hevði eisini verið at tikið familjuna við í kunningini og uppfylgingini. Hetta kundi verið skipað sum ein miðstøð, ið kundi ligið eitt hvørt stað í landinum. Við at miðsavna uppfylgingina, er møguleiki fyri, at tann fitiskurðviðgjørdi fær dygdargóða uppfylging; starvsfólkini við ymiskari servitan og førleikum kunna sparra sínámillum, ið kann hava eina synergieffekt, ið er til gagns fyri sjúklingin. Somuleiðis kundi tað lætt um hjá teim fitiskurðviðgjørdu at hava EITT stað at venda sær til. Sum liður í menning av tí fyribyrgjandi økinum, kundi tað verið áhugavert at sett á stovn eitt uppihaldsstað fyri tey, ið hava ætlanir um at lata seg fitiskurðviðgerða. Hetta kundi verið við til at brynja hvønn einstakan til frammanfyri standandi skurðviðgerð. Á uppihaldsstaðnum kundi verið arbeitt við sjálvsmynd, sjálvsvirði, kosti, rørslu og broyttum lívsstíli. Kunningin kundi verið skipað í bólki og við einstaklinga samrøðum, sum er tillagað eftir tørvinum hjá tí einstaka. Sama tilboð kundi verið sett teimum í boði eftir skurðviðgerðina ella sum eitt dag- ella kvøldskúlatilboð. Fokus á tað fyribyrgjandi økið við vekttapi sum úrsliti kundi viðført færri fiti­skurð­ viðgerðir og færri fylgisjúkur av yvirvekt. Tilvitan um týdningin av tillaganum lívsstíli kundi fyribyrgt komplika­tiónum eftir gastric bypass skurðviðgerð. Samanumtikið kundi fyribyrging og uppfylging aftaná GBP bøtt um heilsustøðuna við hækkaðum lívskvaliteti, sum kundi verið ein samfelagslig sparing. Hvussu umboðandi er kanningin? Av tí at eingi hagtøl eru fyri talið av gastric bypass skurðviðgjørdum føroyingum, er torført at siga, hvussu umboðandi kanningin er. 10 fólk eru GBP skurðviðgjørd í Føroyum, nøkur eru send uttanlands av Heilsuverkinum, ímeðan onnur sjálvi hava tikið stig til fitiskurðviðgerðina uttanlands. Spurnarkanningin varð send talgild út til nøkur GBP skurðviðgjørd ymsastaðni í landinum, sum síðan sendu kanningina víðari til onnur GBP skurðviðgjørd í Føroyum, sum hesi vistu um. Í kanningini eru ymisk lond umboðaði, har skurðviðgerðin varð framd, ymiskir aldursbólkar og bæði kynini eru eisini umboðaði. Tær tríggjar, ið gjørdu kanningina, vilja at enda takka øllum teimum 54 fólkunum, ið luttóku í kanningini. Uttan svarini hevði kanningin ikki verið møgulig.