Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Setrið og Annie Fjallsá, lærari á Føroya Studentaskúla í Høydølum, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger arbeiður dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sos.fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum. Eg meini avgjørt, at vit hava brúk fyri IB í Før oy um, tí tað ger tað nógv lættari hjá út lend ingum og føroyingum í útlondum at flyta aftur til Føroya. Eg meini eisini, at vit hava tørv á ein um altjóða fólkaskúla, har øll undir vís ing er á enskum. Øll lond hava brúk fyri útlendskari arbeiðsmegi, serliga tá hugs að verður um vitarnartungu størvini. Her er um ráðandi, at starvsfólkini síggja Før oy ar sum ein reellan møguleika fyri tey og familjur teirra. Fólk í vitarnartungum størvum hugsa ofta nógv um útbúgvingina hjá børnunum. Afturat hesum eru tey ofta í einum landi í eitt avmarkað tíðar skeið. Hetta sær mann serliga í uni versi tets heimi num og innan elitu ítrótt, har tað er van ligt, at granskarar og ítrótt ar fólk eru í ein­ um landi í nøkur ár, fyri síðan at flyta víðari. Um tey ikki síggja møguleika hjá børn unum at koma í ein altjóða skúla og sein ni á IB, so velja tey Føroyar frá. Eg trúgvi eisini, at hetta kann vera gald andi fyri føroyingar í útlondum, sum um hugsa at flyta heim. Tá vit fluttu úr Onglandi til Dan­ mark ar, kom elsta dóttir okkara í ein altjóða skúla, har øll undirvísing var á enskum. Hetta gjørdi tað munandi lættari hjá okk um at flyta til Danmarkar. Bogi Bech Jensen Hava vit brúk fyri international baccalaureate í føroyum? SpurnarSíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Spurningur 1: Eg eri studentur og fekk 03 í einum skrivligum faki á A­ stigi til endaligu próvtøkuna. Eg fekk 6 í munnligu próvtøkuni og í árskarakter fekk eg ávikavist 6 og 9. Eri eg so fallin í tí fakinum? Tað verður nevniliga kravt, at eg havi staðið fakið, fyri at eg kann sleppa inn á útbúgvingina, sum eg ynski at sleppa inn á. “Tann óhepni” Svar: Góði óhepni Tú ert ikki so óheppin, sum tú kanska heldur, tí at tú ert ikki fallin í tínum A­stigsfaki. Tá mann kannar, um mann hevur staðið eitt fak, verður hugt at miðaltalinum av øllum – í hesum føri 4 – karakterunum í fakinum. Eftir hesum at døma hevur tú fingið 6 í miðal í fakinum eftir 13­talsstiganum, og ert tískil staðin og ikki fallin. Vinarliga Annie og Holger Spurningur 2. Hvar kann mann fáa bonus (falda miðaltalið), um mann byrjar tíðliga uppá hægra lesturin? “Bonus” Svar: Góði Bonus Tað er bert galdandi í Danmark. Lýkur tú ávís krøv, hevur tú møguleika fyri at fáa miðaltalið á tínum gymnasiala miðnámsskúlaprógvi faldað. Hetta er millum annað møguligt, tá talan er um tað, sum danir kalla “tidlig studiestart”. Tað er ikki tú sjálvur, ið faldar miðaltalið. Tað ger útbúgvingarstovnurin í Danmark, tá hann hevur móttikið umsókn tína. Í gongd áðrenn 2 ár Tú kanst fáa miðaltalið faldað við 1,08, um tú søkir um upptøku eftir kvotu 1 við einum miðnámsskúlaprógvi, sum tú hevur fingið í mesta lagi 2 ár fyri umsóknarárið. Tað merkir, at í 2016 er reglan galdandi fyri teir umsøkjarar, sum hava lokið sína gymnasialu miðnámsútbúgving í 2014, 2015 ella 2016. Hav tó í huga, at tú – uttan mun til miðaltalið av próvtøkunum – til eina og hvørja tíð mást lúka upptøkukrøvini til útbúgvingina. Um títt próvtøkumiðaltal er eftir 13­talsstiganum verður miðaltalið faldað eftir at miðaltalið er roknað um til 7­talsstigan. Hygg her: www.ug.dk/uddannelser/artikleromuddannelser/ karakterskala­7­trins­skalaen Vinarliga Annie og Holger Hvat er IB – International baccalaureate? IB er ein gymnasial miðnámsskúlaútbúgving fyri næmingar: Ið ynskja at fyrireika seg til hægri útbúgving, sum er á enskum. Sum hava gingið í skúla uttanlands í fleiri ár. Og til útlendskan ungdóm, sum er í landinum. Undirvísngin er á enskum og útbúgvingin gevur atgongd til upptøku á hægri lestri.  Útbúgvingin telur 6 fakbólkar: a. Móðurmál b. Fremmandamál c. Samfelagsfak d. Náttúruvísindi e. Støddfrøði f. Ymisk valfak og kreativ fak Fakini eru á høgum og miðal støði. Næmingurin skal luttaka í einum skeiði í vísindaástøði og gera eina stóra skrivliga uppgávu, umframt at taka lut í kreativum og sosialum virksemi. Upptøkukrøv eru aftaná: Eitt ár í gymnasialum miðnámsskúla 10.flokkur 11.flokkur í einum altjóða skúla ella útlendskum skúla. Tað eru fleiri lond, sum bjóða IB. - www.ibo.org