Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126 Barbara Holm Á hvørjum lista stendur Annika Olsen, tá ið næsta løg­t­ingsval verður á skránni? Tað vita vit enn ikki, men givið er, at møguleikarnir hjá borgarligu, sjálv­stýris­ sinnaðu Anniku Olsen eru fáir í tali. Eftir valósigurin hjá Fólkaflokkinum til løg­ tingsvalið 1. september valdi Annika Olsen at melda seg úr flokkinum. Stutt eftir fór Annika í Framsókn og gjørdist forkvinna í fíggjar­ nevndini. Men gleðin var stokk­utur, tí bert dagar seinni meldaði Annika seg úr aftur Framsókn. Tá segði tingkvinnan, at hon hevði tikið eina ov skjóta og illa umhugsaða avgerð, og neyðugt var at trekkja stikk­ ið og fara í farloyvi. Síðani hevur lítið og einki verið at frætt frá uttan­ flokka­tingkvinnuni, men týs­ dagin gongur leiðin aftur á tinghúsvegin. Spurningurin er so hvønn flokk Annika fer at stuðla? – Tað vil eg ikki siga nakað um enn. Eg ætli mær at arbeiða konstruktivt frá máli til mál, sigur Annika Olsen. Hon ger tó greitt, at hon ikki ætlar sær at vera uttan­ flokka tey næstu fýra árini, og tí má avgerðin takast fyrr ella seinni. – Men júst nær tað verður veit eg ikki, og vil eg heldur ikki úttala meg um, sigur tingkvinnan. Ætlar framvegis at banna borgarstjórum á tingi Annika Olsen, sum seinastu árini hevur starvast um almannamálaráðharri, er ein teirra, sum heldur tað vera skeivt, at fulltíðarsettir borgarstjórar eisini skulu sleppa framat løgtingssessi. Orsøkin er, at ein fulltíðarsettur borgarstjóri - um vit skulu samanbera við eitt málaráð - bæði fungerar sum aðalstjóri og landsstýrismaður í einari kommunu. Og við tí ábyrgd er vónleyst at gera sær tankar um at røkja annað starv eisini. Uppskotið um at broyta hetta so, at hesir borgarstjórar ikki kunnu sita í báðum sessum í senn, var so at siga klárt, áðrenn Annika Olsen og farna samgonga fóru úr Tinganesi. Og tað er ikki óhugsandi, at Annika Olsen tekur hetta málið fram aftur í tinginum. – Tað er neyðugt, at vit fáa eitt gott kjak um hetta í løgtinginum. Eg ivist í um tað er meiriluti fyri at broyta tað, men eg haldi tað er neyðugt, at vit í minsta lagi kjakast um avleiðingarnar av hesum, sigur Annika Olsen. Hon spyr, um vit í fram­ tíðini fara at síggja eitt herlið av leiðarum í ymsu kommunum, tí borgar­stjór­ arnir ikki longur skulu taka avgerðir. – Eg veit ikki, men eg veit, at nógv er broytt síðani komm­unustýrislógin varð sett í gildi, og tí er neyðugt at fáa eitt kjak um hetta, sigur Annika Olsen. Annika Olsen hevur nýtt tíðina í farloyvi til at finna fram gamla fakøkið og hevur sein­astu tíðina undirvíst í Hoy­dølum - hesaferð í donsk­um. – Tað kennist ótrúliga gott at fáa frískað tað fakliga upp aftur og merkja pulsin í samfelagnum aftur, sigur Annika. Fram til jóla fer Annika Olsen at halda fram við at undir­vísa hálva tíð á Stu­ denta­skúlanum í Hoydølum, og óvist er hvat hendir eftir tað – bæði á tí fakliga og tí politiska økinum. barbara@sosialurin.fo ANNIKA HEVUR FÁAR MØGULEIKAR Eftir ein mánað í farloyvi fer Annika Olsen týsdagin aftur í Løgtingið. Tingkvinnan, sum eftir valið meldaði seg úr Fólkaflokkinum, og síðani inn í Framsókn, fekk av álvara rok í politisku skipanina, tá ið hon meldaði seg úr aftur Framsókn, bert dagar eftir, at hon meldaði seg uppí. Nú vendir hon nøsina aftur ímóti løgtinginum. - Eg fari so ikki at vera uttanflokka í fýra ár, staðfestir Annika Olsen, uttanflokkatingkvinna. POLITIKKUR