mánadagur 2. november 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
16
Ringt veður oyðilegði
ikki hugnan á Sandi
Talan var ikki um teir stóru vindskaðarnar
um vikuskiftið, tó at tað í hvirlum var heilt
nógvur vindur á ávísum støðum. Sunnudagin
reiv tó nakað í vestara enda á stóra
úthanginum á Magn-støðini í Norðragøtu
9
Fíggjarætlanin hjá Nes
kommunu fyri 2016 gevur
eitt hall á 2,9 miljónir
krónur
Nes kommuna hevur havt
fyrstu viðgerð av fíggjar
ætlanini fyri 2016, og her
varð samtykt, at skattapros
entið í 2016 verður óbroytt,
eins og barnafrádráttur
in eisini verður óbroyttur.
Fíggjarætlanin hjá komm
ununi fyri 2016 er løgd fram
við tí fyritreyt, at skattapros
entið verður 20,5 prosent, og
barnafrádrátturin
verður
5.000 krónur.
Hetta merkir, sigur Nes
kommuna, at kommunan
hevur havt sama skatta
prosent síðan 2006.
Meðalskattaprosentið
fyri føroysku kommunur
nar í 2015 er 21,16 prosent,
og meðal barnafrádrátturin
er 6.293 krónur.
– Nettoinntøkan hjá Nes
kommunu fyri 2016 er mett
til 42,6 miljónir í mun til 42,1
miljónir, sum er metta inn
tøkan fyri 2015. Herav eru
nettoskattainntøkan
32,9
miljónir í 2016 í mun til 32,5
miljónir í 2015.
Munurin á 9,7 miljónir
krónur í 2016 og 9,6 miljónir
krónur í 2015 stavar frá inn
tøkum í samband við rakst
urin av eldraøkinum.
– Rakstrarkostnaðurin
fyri 2016 er mettur til 42,2
miljónir krónur í mun til
39,6 miljónir, sum er metti
kostnaðurin
fyri
2015.
Hetta er ein hækking á 6,5
prosent.
Nes kommuna leggur
aftrat, at fíggjarætlanin
fyri 2016 gevur eitt hall á 2,9
miljónir krónur, sum verð
ur fíggjað við tøkum gjald
føri, lántøku og við at av
dráttir verða umfíggjaðir.
Andrias Ludvig
av Tvøroyri vann
lutakastið millum
innkomin fiskamerki
í ár, og vinningurin er
12.500 krónur
Ljós
sett við
minnis
varða
Í gjár, allahalganna
dag, tá minningar
hald vórðu fyriskipað
kring landið fyri
teimum, sum lótu
lív á havinum, varð
fyri fyrstu ferð
minningarhald
hildið í Hósvík.
Veðrið var einki
serligt, men kortini
møttu eini 30-40
fólk til haldið.
Prestur segði nøkur
orð, og kransar
vórðu lagdir við
minnisvarðan.
Sunda kommuna,
sum Hósvík er partur
av, hevur í ár sett
ljós á minnisvarðan
í Hósvík, soleiðis
at hann nú sæst
betri í myrkri.
Roknskaparligt hall í 2016
– Hóast veðrið spældi okkum eitt puss um vikuskiftið, er semja um, at oktoberhugnin
eydnaðist sera væl, sigur borgarstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy
Vilmund Jacobsen
– Eg haldi at oktoburhugnin
varð serstakliga væl eydnað
ur. Ringa veðrið merkti sjálv
andi okkurt av tiltøkunum í
skránni, men samanumtikið
eydnaðist tiltakið sera væl.
Tað sigur Brandur Sand
oy, borgarstjóri í Sands
kommunu.
Hann vísir á, at fríggja
kvøldið var kvøldseta í Virk
inum, og her møttu heilt
nógv fólk, eitt nú at síggja
gamlar kykmyndir av Sandi.
– Leygarmorgunin byrj
aði við morgunmati á Mørk
ini Miklu. Hetta er eitt tiltak,
sum eydnast betri og betri
hvørja ferð. Heilt nógv fólk
vóru og fingu sær morg
unmat, og her var nógv
og hugnaligt prát millum
bygdafólk og avbygdafólk.
Brandur Sandoy sigur,
at túrurin við línuskipinum
Sandshavinum var eitt til
tak, sum sera stórur áhugi
varð fyri.
– Tey, sum vóru við
henda túrin, vóru á einum
máli um, at tað varð stutt
ligt og forvitnisligt at upp
liva sjólívið, soleiðis sum tað
veruliga er – og við eitt sind
ur av rulli, nú veðurgudarnir
ikki vóru so blíðir hesa løtu.
Laksarættirnir hjá ali
felagnum Marine Harvest
vóru sera væl umtóktir, og
nógv fólk vitjaðu á fiska
virkinum til laksasmakking.
– Í framhaldi av laksa
smakkingini fór Hanus G.
Johansen á pallin í somu
hølum, og eftir tað var fe
lagssangur.
Brandur Sandoy vísir á,
at sjáldan áður man so nógv
fólk hava verið inni í vest
ara fiskavirkisbygninginum
í senn, sum seinnapartin
leygardagin og út á leygar
kvøldið.
- Leygardagurin endaði
við góðum dansi í Virkinum,
har stúgvandi fult var av
fólki. Eg haldi, at hóast veð
urgudarnir spældu okkum
eitt puss leygardagin, eydn
aðist oktoberhugnin á Sandi
sera væl, staðfestir borgar
stjórin.
Brandur Sandoy, borgarstjóri, og aðrir menn í hurðini til vestara fiskavirkisbygningin
á Sandi, sum var karmur um fleiri tiltøk um vikuskiftið
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hallið á fíggjarætlanini
hjá Nes kommunu fyri
2016 verður fíggjað við
tøkum gjaldføri, lántøku
og við at avdráttir
verða umfíggjaðir