Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126 17 Vilmund Jacobsen Tiltakið varð fyriskipað í samband við oktoberhugnan, sum tey skipaðu fyri á Sandi um vikuskiftið. Skiparin á Sandshavinum, Eyðvarur Petersen, sigur, at tá tíðin kom til, at skipið skuldi loysa, hevði hann bestan hugin at lýsa túrin av, tí veðrið var so vánaligt. – Men, her var ikki nógv at gera. Dekkið var fult av áhugaðum, ið vildu sleppa at royna henda túrin. Her vóru bæði dreingir, gentur, kvinnur og menn, og her vóru pensjónistar, harav hin elsti er farin um tey áttati. Eyðvarur Petersen sigur, at hann spurdi, um tey ynsktu, at skipið skuldi loysa. Svarið var, at tey heldur vildu uppliva lívið umborð á einum línuskipi, soleiðis sum tað er - enn at fara í land aftur. – Hóast ivasomu líkindini, eydnaðist túrurin stak væl, og skipið var fullmannað. Siglt varð út móti Djúpadali, og á veg inneftir aftur settu teir einar 1200 húkar, egndir við høgguslokki. Skiparin sigur, at húk­ar­ nir vóru stutt við botnin, til drigið varð aftur. – Men, vit fingu so nakrar fisk­ar. Onkra brosmu og onkra longu og nakrar góðar toskar. Eg haldi, at øll vóru nøgd og glað fyri túrin, og alt gekk upp á stás. Skiparin sigur, at tá Sands­havið stevndi innaftur í havn­ina á Sandi, vóru fleiri fólk á bryggjuni sum spurdu, um teir ikki gjørdu ein túr aftr­at. – Men, vit gjørdu bert henda eina túrin. Gjørdu vit ein túr aftrat, høvdu vit fingið trupulleikar við rákinum, eins og tað hevði verið skýmligt, tá vit komu aftur at landi. Eyðvarur Petersen sigur, at við á túrinum vóru eisini fleiri ungir dreingir um 10-14 ára aldur. – Elstu "dekkararnir" hend­an túrin vóru tveir brøð­ur á Sandi, harav annar er far­in um tey áttati, sigur skip­ar­in. Fríggjakvøldið kom eldur í Bakaríið hjá Miðberg í Saltangará, men tað tók ikki langa tíð hjá Skála­ fjarð­ar Sløkkiliði at sløkkja. Sunleiv Højgaard, sløkki­liðs­leiðari hjá Skála­ fjarð­ar Sløkkiliði, segði, eftir at teir høvdu fingið tam­ar­hald á støðuni, at eld­ur­in eftir øllum at døma kykn­aði á ovastalofti, har út­súgv­ingar og annað er. Hann vísti á, at tað var eitt sindur trupult at koma upp á loftið, men tað eydnaðist sløkki­liðs­monn­ um at koma upp og fáa bast eld­inum, ið var. – Eg haldi ikki, at sjálv­ ur eldskaðin er stórur, men her verður talan um royk­ skaða og stóran vatnskaða. Sunleiv Højgaard vildi ikki gera sínar metingar um, hvør orsøkin var til, at eld­ur kom í Miðberg Bakari. – Men, tað vísti seg, at eldurin var byrjaður á ovastalofti, segði sløkki­ liðs­leiðarin hjá Skálafjarðar Sløkki­liði. Í nógva vindinum um middagsleitið leygardagin loysti línuskipið Sandshavið á Sandi til ein stuttan línutúr, sum neyvan er gjørdur áður Eldurin, sum festi í Miðberg Bakaríi í Saltangará fríggjakvøldið, varð skjótt bastur Serstakur línu­túrur við Sandshavinum Loyvt er at skjóta haru í ávísum hagum kring landið frá í dag, 2. november og fram til ársenda Miðalprísurin á sild í Noregi í ár er 4,85 danskar krónur fyri kilo, meðan meðalprísurin hjá Varðanum Pelagic í løtuni er 6,45 krónur fyri kilo Batnandi veður og spakari streymur Tvey línuskip fiska undir Ísland. Tey eru nýliga byrjaði túr og koma neyvan inn at landa hesa vikuna. Eitt frystilínuskip er í Eysturgrønlandi, og eitt er undir Føroyum. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at restin av línuflotanum liggur, men skipini fara útaftur, tá veðrið batnar, og streymurin verður betri. Eftir at streymurin hevur verið harður, verður hann nú góður aftur. Veðrið sær eisini út til at fara at hátta sær betri. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri í vikuni. Flestu partrolarar fiska í løtuni upsa, og teir koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, men skipini fáa nakað av toski sum hjáveiði. Um djúpvatns­trol­ar­ ar­nar verður sagt, at tríggir eru til fiskiskap. Tveir fiska upsa, og ein fiskar svartkalva. – Teir, sum fiska upsa, koma møguliga inn at landa síðst í hesi vikuni, men tann eini landar helst miðskeiðis í vikuni. Seinasta fríggjadag, tá marknaðurin gjørdi sínar metingar fyri hesa vikuna, var bara ein trolbátur til fiski­skap, men væntandi fara fleiri útaftur, nú veðrið batnar. Tvey garnaskip eru á svart­kalvaveiðu og eitt fiskar havtasku. Skipini, sum fiska svartkalva, landa væntandi síðst í hesi vikuni og skipið, sum fiskar havtasku, selur veiðina beinleiðis. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin eftir svartkalva og havtasku er smáligur. vilmund@sosialurin.fo Eldur í Miðbergs Bakaríi