mánadagur 2. november 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126
ÍTRÓTTUR
SIGRAR TIL
ÚTISETARNAR
Fleiri av útisetunum vunnu um vikuskiftið. Vendsyssel hevur kós móti Superliguni,
meðan Levanger bjargaði sær lívið í næst bestu deildini í Norra
Tróndur Arge
Levanger FK verður aftur at
síggja í næstbestu, norsku
fótbóltsdeildini
komandi
ár. Hetta gjørdist greitt, tá
Levanger, sum varð eitt
stig
omanfyri
niðurflyt
ingarstrikuna undan sein
asta leikumfari, vann 4-1
á oddaliðnum Sogndal í
seinasta dystinum í hesum
árinum.
Føroyski
lands
liðsspælarin, Kaj Leo í Bar
talsstovu fekk onga spælitíð.
Í steðginum varð støðan 3-0
til Levanger, og í 63. minutti
økti Levanger til 4-1.
Kaj Leo í Bartalsstovu
hevur fyrr sagt við Sosialin,
at hann ætlar sær ikki spæla
í triðj bestu deilini aftur. Nú
er so spurningurin, um hann
heldur fram í felagnum.
Hallur vann á Rógva
Føroyingauppgerð
var
spæld í næstbestu donsku
fótbóltsdeildini, tá Fredericia
við Rógva Baldvinsson við
frá byrjan, og Vendsyssel
FF við Halli Hanssyni við
frá byrjan møttust til dyst í
Fredericia
Vendsyssel FF vann 2-1.
Fredericia var á odda 1-0 í
steðginum við máli, sum
máli, sum Nicholas Got
fredsen skeyt. Stutt framm
anundan
hevði
Hallur
Hansson havt ein stóran
málmøguleika, sum hann
skeyt
uppum
málið
hjá
Fredericia.
Venjarin hjá Vendsyssel
FF, Ove Petersen viðgongur
í samrøðu við blaðið "Nord
jyske", at talan var um ein
hepnan sigur, har Fredericia
var betra liðið.
Sambært lokala blaðnum
"Fredericia Dagblad" var ikki
talan um uppibornan sigur
til Vendsyssel FF, men teir
staðfesta, at Hallur Hansson
og teir vóru effektivari enn
heimaliðið. Hallur fekk 81
minuttir á vøllinum, áðrenn
hann var skiftur út.
Vejle vann 3-1 á HB Køge.
Jóan Símun Edmundsson sat
uttanfyri við skaða, meðan
Viljormur Davidsen spældi
allan dystin.
Vendsyssel liggur trygt
á uppflytingarplássi saman
við Lyngby. Bæði Lyngby
og Vendsyssel FF hava 32
stig. Sjey stig eru niður til
Horsens, sum hevur 25 stig,
og átta stig eru niður til
Vejle, sum hevur 24 stig. Trý
tey ovastu liðini flyta upp
í superliguna. Fredericia er
nummar fimm við 23 stigum.
Í
triðj
bestu
deildini
spældi Heini Vatnsdal allan
dystin, tá Fremad Amager
vann
4-3
á
Marienlyst.
Christian L. Holst spældi
fyrra hálvleik, meðan Finnur
Justinussen sat uttanfyri
allan dystin.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Um smáar tvær vikur, hós
dagin 12. november, skal
føroyska
U21-landsliðið
spæla fjórða dystin í und
ankappingini til EM, sum
verður í Póllandi í 2017. Hesa
ferð er mótstøðuliðið Russ
land.
Hópurin hevur fyrireikað
seg væl til komandi dyst, og
síðani føroyska kappingin
endaði tíðliga í hesum mán
aðinum, hava Bill McLeod
Jacobsen og Eli Hentze havt
fleiri venjingar á Tórsvølli.
Seinasta venjingin áðrenn
úttøkuna var leygardagin, og
nú hava U21-venjararnir sett
navn á teir 18 spælararnar, ið
eru úttiknir til dystin móti
russum.
Profilar eru við
Millum teir, sum hava fingið
U21 landsliðsboð hesa ferð,
eru Sonni Ragnar Nattestad,
Brandur H. Olsen og Ári
Mohr Jónsson. Tað er ongin
ivi um, at hetta styrkir nógv
um U21 landsliðið, sum hevur
havt sínar trupulleikar í
undankappingini higartil.
Tveir nýggir mans eru við.
teir eru Jákup F. Hansen úr
07 Vestur, og Aron Clement
sen úr B71.
Sum sæst á hópinum, so
eru ongir spælarar úr U19
landsliðnum við. Menn sum
Betuel Hansen og Jákup
Thomsen hava spælt fast,
men Bill vil ikki hava teir við
hesaferð.
Orsøkin er, at U19 lands
liðið skal somuleiðis spæla.
Tí er ynski, at U19 spæl
ararnir spæla á U19 lands
liðnum hesaferð.
U21-landsdysturin millum
Russland og Føroyar verður
spældur í býnum Krasnodar,
sum liggur har suðuri í
Russlandi. Dysturin byrjar
klokkan 19:00 lokala tíð (kl.
16:00 føroyska tíð).
Hetta er hópurin:
Elias Rasmussen, Víkingur
Leivur Joensen, ÍF
Ári Mohr Jónsson, Silkeborg
IF (DEN)
Andrias H. Eriksen, B36
Sonni Ragnar Nattestad, FC
Midtjylland (DEN)
Jonas Gejel Hansen, TB
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Brandur
H.
Olsen,
FC
København (DEN)
Patrik Johannesen, TB
Gestur B. Dam, B36
Karstin Højgaard, AB
Fríði Sigurðsson, ÍF
Jákup F. Hansen, 07 Vestur
Emil Sandbech Carlsen,
Vanløse IF (DEN)
Benjamin Heinesen, B36
Magnus Egilsson, AB
Aron Clementsen, B71
Gunnar Vatnhamar,
Víkingur
Styrkt U21 landslið til Russlands
Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze hava úttikið U21-hópin, sum hósdagin 12.
november skal spæla EM-undankappingardyst á útivølli móti Russlandi
FÓTBÓLTUR