Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR FÓTBÓLTUR SUPERLIGA­ FÓTBÓLTUR ER ENN MÁLIÐ Fyri skjótt fýra árum síðani, setti René Shaki Joensen sær eitt mál um. Hann skuldi spæla í Superliguni um fimm ár. Nú er hann væl á veg at røkka málinum Tróndur Arge René Shaki Joensen longdi fyrr í vikuni sáttmálan við Vend­syssel í næst bestu deild­ini í Danmark. Eftir ein umveg úr Brøndby til HB, so er líkt til, at 22 ára gamli landsliðsspælarin hev­ur møgu­leika at røkka mál­ inu­m, sum hann setti sær fyri fýra árum síðani. René ætl­ar sær at sláa ígjøgnum í Super­liguni, sum er besta deild­in í Danmark. Vendsyssel á veg í Superliguna Liðið liggur í løtuni á einum deildum fyrsta plássi saman við Lyngby. Tað eru heili átta stig niður til Vejle, Viljorm Davidsen og Jóan Símun Edmundsson, ið liggja eitt undir uppflytingarstrikuni. Komandi kappingarár verð­ur talið av liðum í Super­ liguni økt við tveimum. Tí flyta trý feløg upp, meðan bara eitt felag flytur niður. – Hetta er eitt stig á leið­ ini í málinum um at blíva Superliga spælari. Tá eg var í Brøndby, setti eg mær sum mál, at eg um fimm ár skuldi spæla í Superliguni, sigur René Shaki Joensen um mál­ ið, hann setti sær fyri hálv­ um fjórða ári síðan. Við nýggja sáttmálanum hevur René prógvað, at tað loysir seg at arbeiða fram móti einum máli. Hóast tað ikki gekk í Brøndby, og René kom aftur til HB, so tók hann av møguleikanum. Nú spælir hann í felagi, sum hevur kós móti Superliguni. – Eg eri á veg at røkka mál­in­um, sigur René Shaki Joen­sen. Føroyskt umhvørvi Í Vendsyssel eru tveir aðrir føroyskir spælarar. Teir eru føroyski landsliðspælarin, Hallur Hansson, og U19 og U21 landsliðsspælarin, Mein­ hard E. Olsen. Tað hevur havt stóran týdning fyri René. – Tað hevur hjálpt væl, at vit eru tríggir føroyingar í felagnum. Hetta ger tað lætt­ ari at fella til. Hallur hjálpti mær, tá eg kom til felagið, og nú hjálpa vit Meinhardi, greiðir René frá. Vendsyssel liggur stutt frá Aalborg, har René S. Joen­sen býr saman við AaB spælaranum, Gilla Søren­ sen. Hann hevur fingið tveir dystir frá byrjan á super­liga­ liðnum í seinastuni. – Tað er stuttligt at síggja, at Gilli klárar tað. Brádliga fær hann møguleikan. Tað prógvar, at tað ber til, og at tað kann ganga skjótt, sigur René og leggur afturat: – Tað kann verða ein skaði ella okkurt annað, sum ger munin. Tað hjálpir nógv at síggja hann klára tað, sigur René um góðu gongdina hjá Gilla Sørensen. Onkuntíð hava útisetar kent á sær, at føroyskir spæl­ ar­ar ikki verða virdir eins nógv og aðrir. Hetta er ikki støðan í Jyllandi. – Eg havi ikki møtt nøkr­ um fordómum her. Øll hava tikið væl ímóti okkum, sigur René, ið ongantíð var tætt við at flyta aftur til føroyskan fótbólt nú í vetur. Mál gjørdu munin Í summar tók René av møgu­ leikanum, tá hann fekk bjóðað eitt hálvt ár í Vend­ syssel. Viljin eftir at røkka fyrr­nevnda málinum var so sterkur, at tað var ikki neyð­ ugt við einum gyltum sátt­ mála, har alt var upp á pláss. Heldur fór René í óvissuna við einum hálvt ára sáttmála. – Tað tók eina løtu at til­ venja meg í nýggjum felag, spælistíli og at spæla á grasi aftur. Avrikini vóru nakað misjøvn at byrja við, greiðir René frá. Síðani kom løtan, tá før­ oyski landsliðsspælarin tók av møguleikanum. Hann skor­aði trý mál og spældi væl í nøkrum dystum. – Eftir at eg skoraði hasi málini søgdu teir, at teir vóru áhugaðir at leingja sátt­ málan. Tað gekk eisini væl til venjing tá, sigur René, sum tó ásannar, at hann hevur ikki klárað at spælt á líka høgum stigi alt kappingarárið higar­ til. Nøgdur við sáttmálalongdina Nýggi sáttmálin er galdandi í hálvt annað ár. Hóast tað ljóðar nakað stutt, so er René væl nøgdur við longdina á sáttmálanum. – Tað er deiligt at fáa eitt fast grundarlag, nú eg havi havt ein hálvt ára sátt­mála, sigur føroyski lands­liðs­spæl­ ari og leggur afturat: – Tað gevur mær møgu­ leika at menna meg sum spæl­ara, og sum menniskja í einum fótbóltsumhvørvi. Tað gongur oftani skjótt í fótbólti, so eg haldi, tað er passandi við einum sáttmála upp á hálvt annað ár, sigur René. Vendsyssel er eitt felag, sum hevur sett sær fyri at koma í Superliguna. Mang­an er útskifting av bæði spæl­ ar­um og venjarum stór í fe­ løgunum, sum skifta millum deildirnar. Tí kann hetta eis­ ini verða ein fyrimunur fyri René. Gongst væl, so er skjótt at leingja samstarvið. Hallur Hansson og René Shaki Joensen hugna sær