mánadagur 2. november 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126
ÍTRÓTTUR
FÓTBÓLTUR
Nógv at læra enn
Hóast René nú hevur fingið
sáttmála við Vendsyssel, so
er hann eyðmjúkur um leik
lutin hjá sær. Hetta er fyrsta
árið hjá honum í næst bestu
deildini í Danmark.
– Eg havi nógv eftir at
læra. Spæliferðin er hægri
enn í Superliguni, meðan
tekniska stigið er lægri, sigur
René.
– Tað er ikki alt avgerandi
fyri meg, um vit flyta upp í
ár. Eg kann enn mennast
nógv, so hetta er ein “vinn,
vinn” støða fyri meg, sigur 22
ára gamli landsliðsspælarin.
Ovi Christensen, venjari,
hevur sagt við spælararnar
í Vendsyssel, at teir ikki
skulu leypa framav, hóast
tað gongur væl í landskapp
ingini. Hesum tekur René
undir við.
– Tað er nógv stig at spæla
um enn, so vit taka bara ein
dyst í senn, sigur René.
Stuttligt at vinna á
hinum føroyingunum
Tað eru fleiri føroyingar í
næst bestu deildini í Dan
mark. Rógvi Baldvinsson
er í FC Fredericia, meðan
Viljormur Davidsen og Jóan
Símun Edmundsson spæla
við Vejle. Bæði feløgini eru
við í stríðnum um uppflyting
til Superliguna.
Seinastu vikurnar hevur
Vendsyssel vunnið á bæði
Vejle og FC Fredericia. Tað
smakkar René og teimum
heilt væl.
– Tað er sjálvandi stuttligt
at arga hvønn annan eftir
dyst. Kanska vit eru eitt sind
ur frekkir, tá vit hava vunn
ið, men tað er bara í skemti,
sigur René.
Trívist best í verjuni
René Shaki Joensen er ein
skjótur spælari, sum tey
flestu helst høvdu sæð sum
ein framrættaðan spælara.
Soleiðis sær René tó ikki seg
sjálvan. Hóast hann spælir
á høgra kantinum, so trívist
hann best í verjustøðu.
– Mær dámar væl at hava
spælarar frammanfyri meg,
og mær dámar væl at verja,
sigur René, sum í tíðini í
Brøndby bleiv umskúlaður
til miðverja. Bæði á landslið
num og í Vendsyssel hevur
hann fingið møguleikan á
vonginum.
– Eg spæli har, sum venjar
in sigur, at eg skal spæla. Eg
royni at læra sum mest. Tað
gongur skjót á vonginum, og
tú hevur oftani ein mann í
rygginum, greiðir René frá.
Higartil hevur tað víst
seg, at tá René hevur sett sær
okkurt fyri, so røkkur hann
langt. Søgan um René, er
søgan um ein spælara, sum
hevur hildið fast í dreym
inum um at blíva yrkisfót
bóltsspælari. Tað er ikki vist,
at hann røkkur málinum,
sum hann setti sær fyri hálv
um fjórða ári síðani – men
hann er væl ávegis.
trondur@sosialurin.fo
Rós til René
Ítróttarstjórin í felagnum, Jacob Krüger, sigur
við heimasíðuna hjá felagnum, at René hevur
ment seg nógv sum spælari í Vendsyssel
farna hálva árið. Ítróttarstjórin nemur eisini
við, at tað hevur gagnað felagnum, at tað eru
føroysk sambond í baklandinum, og at føroyska
tilknýtið á vøllinum eisini hevur eydnast væl.
Eisini venjarin í felagnum, Ove Christensen,
hevur rósandi orð um føroyska
landsliðsspælaran. Hann sigur millum
annað, at René hevur verið eitt fríksligt
íkast til hópin, og leggur dent á góða
hugburðin, sum René S. Joensen hevur.