mánadagur 2. november 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
FÓTBÓLTUR
SETIR
ENN UNGARN
Á HEIMSKORTIÐ
Hann varð størsta ítróttarfólki í Ungarn í 20. øld, og hann setir framvegis Ungarn á heimskortið, hóast níggju
ár eru liðin síðani hann doyði, og nærum hálv øld er liðin, síðani hann gavst at spæla á hægsta stigi. Eisini
heima í Føroyum gjørdist hann kendur gjøgnum ein film ÍSF fekk frá hetlendska fótbóltssambandinum
Heri Simonsen
Tá ein loksins fekk høvið at
vitja Ungarn, og glæsiliga
høvuðsstaðin Budapest, tá
føroyska fótbóltslandsliðið
leikti EM-undankappingar
dyst, so mátti høvið takast at
frætta meir um fantastiska
fótbóltsspælaran,
Ferenc
Puskas (1927-2006), sum á
sinni skoraði 84 mál fyri
Ungarn í 85 landsdystum,
tá ungarska landsliðið hevði
sína stórheitstíð fyrst í 1950-
unum. Teir vunnu OL-gull,
aftaná 2-0 sigur á Jugoslavia
á olympiska leikvøllinum í
Helsinki í 1952, og teir vunnu
HM-silvur í HM-endaspæl
inum í Sveis í 1954. Allur
fótbóltsheimurin
væntaði,
at Ungarn fór at vinna HM-
finaluna á Vesturtýsklandi í
1954. Ungarn hevði í innleið
andi bólkaspælinum vunnið
heili 8-3 á Vesturtýsklandi,
og vóru favorittar, men týsk
arar vildu tað øðrvísi. Vestur
týskland vann 3-2, og lyfti
alla ta týsku tjóðina upp úr
díkinum seinni heimsbardagi
hevði elvt til.
Puskas eisini
kendur í Føroyum
Áðrenn satelittsjónvarp og
internetið vann fram vóru
Føroyar rættiliga avskornar,
og tí kundu føroysku fót
bóltsfjeppararnir ikki fylgja
so væl við altjóða fótbólti,
sum gjørt verður í dag. Tó
so, so gjørdist Puskas kend
ur millum fótbóltshugaðar
føroyingar
gjøgnum
ein
serligan film, sum kom til
Føroya fyrst í 1960-unum.
Gamla HB-legendan, Heri
Nolsøe greiðir soleiðis frá:
– hetlendska fótbóltssam
bandið gav ÍSF filmin av
Champions Cup finaluni Real
Madrid-Eintracht Frankfurt.
Hetta varð ein opinbáring
hjá okkum dreingjum, tí vit
sóu jú ongan útlendskan
fótbólt tá. Minnist meg rætt
so sóu vit filmin fyrstu ferð
á dreingjamøti í KFUM. Eg
lánti filmin og 16mm films
apparatið hjá Sparikassan
um, og nærstuderaði filmin
heima við hús. Jú, tað vóru
dagar, men tað ljóðar ikki av
so nógvum í hesum YouTube
og
internetstíðum.
Pusk
as fann eisini vegin niðan í
Gundadal, og var eisini fyri
myndin og hetjan, sum vit
smádreingir á krokkplenuni,
og á hondbóltsvøllinum tos
aðu um, og sóu upp til. Hann
var ofta havdur á munni
saman við Pelé og øðrum fót
bóltsvirtuosum, greiðir Heri
Nolsøe frá.
Puskas-akademiið
Annan dagin vit vóru í Un
garn fór eg ein túr saman
við ungarska útvarpsjour
nalistinum, Gabor Lantos,
sum hevur skrivað bøkur um
norðurlond, og um Føroyar.
Ikki bara um fótbólt, men
eisini um norðurlond, sum
ferðamál. 40 kilometrar utt
an fyri Budapest í lítla bý
num, Felcsút liggur Puskas-
akademiið. Á økinum liggur
eisini ein hin mest prýði
ligi leikvøllurin í Evropa.
Ungarska
U21-landsliðið
spælir vanliga sínar heima
dystir á hesum leikvøllinum.
Puskas-akademiið lat upp
á 80 ára føðingadegnum
hjá Puskas tann 1. apríl í
2007. Til staðar vóru bæði
ungarskar
og
útlendskar
fótbóltslegendir,
og
um
boð fyri evropeisku fót
bóltssamgonguna,
UEFA.
Puskas doyði 17. november
í 2006, og náddi tí tíverri
ikki, at síggja ein av hansara
størstu
dreymum,
eitt
fótbóltsakademi
til
ung
fótbóltstalent
gerast
til
veruleika. Á akademiinum
eru
professionellar
um
støður, og fleiri venjingar
vallir. Læknar eru knýttir
at akademinum, og ungu
fótbóltstalentini læra at eta
og liva rætt. Puskas-aka
demiið ger eisini nógv við at
læra ungu talentini á skúla
beinki, so alt ikki bara verð
ur fótbóltur. Stórur dentur
verður lagdur á at læra ungu
spælararnar fremmand mál,
so teir kunnu standa seg
væl í einum samskifti, um
eitt størri, útlendskt felag
seinni vil gera ein sáttmála
við teir. Puskas-akademiið
samstarvar við 50 ymisk
fótbóltsfeløg, og skipar eisini
fyri ungdómskappingum á
høgum støði á hvørjum ári.
Puskas-savnið
Stóra eldsálin aftanfyri Pus
kas-akademiið, og Puskas-
savnið, sum er undir upp
bygging, og ikki er endaliga
liðugt enn er Gyørgi Szølløsi,
sum
er
redaktørur
fyri
ungarsku útgávuni av kenda
enska
fótbóltstíðarritin
um "FourFourTwo". Gyørgi
Szølløsi er eisini hugskots
mennarin aftanfyri "Puskas-
virðislønina", sum FIFA letur
á hvørjum ári, fyri tað mest
serliga málið, sum er skotið
í altjóða fótbólti gjøgnum
farna árið. Gyørgi Szølløsi
flennur eftir, at hann sjálvur
bara hevur spælt í 7. deild
í Ungarn, sum áleypari, og
nú er hann í heilum til tiltøk
saman við teimum størstu
fótbóltslegendunum í heim
inum. Gyørgi Szølløsi hevði
gott samband við Puskas tey
seinastu árini stóra legendan
varð á døgum, og Gyørgi
Szølløsi hevur framvegis tøtt
bond til eftirkomararnar hjá
Puskas. Hann droymir um, at
Puskas-savnið í Felcsút fer at
standa endaliga liðugt í 2017.
so fótbóltshugað og søgu
Puskas
Gyørgi Szølløsi er fremsti Puskas-serfrøðingurin í heiminum
Saman við Gyørgi Szølløsi við standmyndina av Puskas
Snotuligi leikvøllurin á Puskas Akademiinum