Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126 ÍTRÓTTUR FÓTBÓLTUR hugað ferðafólk í stórum tali kunnu koma at vitja savnið, har tað hevur eydnast at savna troyggir, bóltar, heið­ urs­merki, steyp og aðrar minnis­lutir frá ótrúligu yrkis­leiðini hjá Puskas. Hin stóri málskjúttin Puskas spældi við Honved Budapest, árini 1943-1956, har hann í 341 dystum skeyt heili 352 mál. Tá Sovjetsamveldið gjørdi innrás í Ungarn í 1956, flýddi Puskas til Spania. Kom­munistiska stýrið í Ung­arn kravdi, at Puskas kom heim­aftur at spæla fyri Hon­ved og Ungarn, men Puskas sýtti. Ungarska stjórn­in og ungarska fót­ bólts­sam­bandið fingu FIFA at seta eitt tvey ára leik­bann ímóti Puskas, so hann í heili tvey ár ikki fekk spælt ein al­ mennan dyst. Gyørgi Szølløsi greiðir frá, at nú hildu øll, at Puskas varð liðugur, sum spælari, tá hann, sum 31 ára gamal í 1958 slapp at spæla almennar dystir aftur. Real Madrid-spælararnir vóru ógvuliga ivasamir um at taka ein fyrrverandi, prúðan stórspælara uppí hópin, men Puskas gjørdi øllum til skammar. Hann spældi fyri Real Madrid í átta ár millum 1958 og 1966, har hann skeyt 156 mál í 180 dystum. Hetta tíðarskeiðið vann hann spanska meist­ ara­heitið fimm ár rað. Hann vann evropeisku meist­ara­ kappingina tríggjar ferðir, sponsku steypakappingina einaferð, og á einum sinni intercontinental steypið. Fýra ferðir gjørdist hann toppskjútti í sponsku liguni. Gyørgi Szølløsi er sera stolt­ ur at kunna vísa fólki ymisk steyp og heiðurslutir hjá Puskas frá hesum tíðar­ skeiði. Puskas varð eisini fimm ferðir meistari við Hon­ved Budapest í Ungarn. Vesturtýskland vann ikki uttan grund Í allari gleðini um stórbæru søg­una um Ferenc Puskas, er tað tó ein lutur, sum pín­ ir ungarsku fólkasálina, og tað er, at tað ikki eydn­að­ist teimum "magisku magayar­ unum" at vinna HM-finaluni ímóti Vesturtýslandi í 1954. Men Gyørgi Szølløsi, sum hev­ur givið út bøkur um Pusk­as undirstrikar, at vest­ ur­týskarar vóru nógv betri fyri­reik­aðir uttan fyri vøllin. Vesturtýskarar fingu allar lutir og smálutir í sín part, og tað varð alt av­ger­andi fyri, at tað gjørdist Vest­ur­týskland, sum fór við gul­l­in­um. Í inn­ leiðandi bólka­spæl­in­um smurdi Ungarn Vestur­týsk­ land av við einum 8-3 stór­sigri. Vestur­týska fót­bólts­press­an varð dans­andi óð inn á høv­ uðs­venj­aran, Sepp Her­berg­er, sum sissaði óðu miðla­menn­ir­ nar við teimum legendar­isku orð­un­um: "Vit hava skor­að trý mál ímóti heim­sins besta liði, Ungarn. Um vit aftur skora trý mál, tá vit møta teimum næstu ferð, og hava lært at verja, so kunnu vit vinna á teim­um." Tá helt fáur týsk­ur miðla­mað­ur, at Sepp Herberger fór at fáa rætt. Lutirnir Vestur­týsk­ land hevði við sær Vesturtýskarar syrgdu fyri, at teirra lið búði á einum frið­ar­ligum gistingarhúsi utt­an fyri bygt øki, har vest­ ur­týski hópurin hevði ræðis­ rættin yvir øllum gist­ingar­ húsinum, so teir ikki vóru órógvaðir. Ungarska liðið búði ikki líka væl, sum tað vesturtýska liðið. Ungarski hópurin búði í einum bíligum gistingarhúsi í einum lítlum, sveisiskum býi. Júst ta vik­ una teir mest avgerandi dyst­irnir vóru spældir varð ein fólka­tón­leikafestivalur í tí lítla býn­um, sum órógvaði ungarska hópin rættiliga illa. Vestur­týska liðið hevði ein væl út­búnan lækna knýtt­an at hóp­in­um, meðan ungarska liðið bert hevði ein tann­ lækna knýttan at hópinim. Ein tannlækni, sum varð lim­ ur í kommunistiska flokk­ inum, og tí varð “politiskt korrektur”. Roknaðu ikki við longdari leiktíð Ungarn spældi eina strævna hálv­finalu ímóti ver­andi heims­meist­ar­un­um, Uru­ guay. Ungarsku leið­ara­r­nir høvdu ikki lagt upp fyri, at dysturin kundi fara til longda leiktíð. Vanligi dyst­ urin endaði 2-2, og Ungarn mátti gjøgnum 30 strævnar minuttir av longdari leiktíð, har tað loksins eydnaðist teim­um at vinna 4-2. Tá dyst­urin varð liðugir vóru seinasti tokini farin. Un­ garski hópurin hevði fing­ið ov lítið av pen­ingi frá komm­ unistiska stýr­in­um, og teir høvdu ikki ráð at taka hýru­ vognar fyri at kunna verða heima á gistingarhúsinum í góð­ari tíð, men máttu til gongu heim. Týski hjálpar­ venj­arin, Adolf “Adi” Dassler varð eisini út­gerðar­maður hjá vestur­týska lið­num. Stutt framm­anu­ndan HM- enda­spæl­i­num í 1954 hevði Adi Dassler ment skrúvu­ knobb­arnar, sum komu vestur­týskarunum væl við á tí regntunga vøllin­um á Wankdorf leikvøllinum í Bern. Adi Dassler kom seinni at gerast heimskendur gjøg­ num fyritøku sína “Adi­ das”. Gyørgi Szølløsi er ikki í iva um, at kommunistiska stýris­lagið kostaði Ungarsk­ um fótbólti, og ungarskum ítrótti tann størsta sigurin nakrantíð. Nú skal Ungarn royna at vinna seg í sítt fyrsta enda­spæl í 30 ár. Noreg bíð­ar teimum í tveim­ um dyst­um. Norðmenn halda seg verða favorittar, men hesa­ferð eru ungarar bet­ur fyri­reik­aðir uttan fyri vøll­in, men á vøll­inum eru teir langt frá støðinum hjá teimum "magisku magay­ar­ un­um". heris@sosialurin.fo Puskas ynskir Fritz Walter tillukku við HM-sigrinum í 1954 Ungarska liðið aftaná olympiska finaluna í 1952 Avstoypningur av føtrunum hjá Puskas