Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR SO LÝSTI STJØRNAN 16-ára gamalt stjørnuskot og nýggjur útlendingur vóru høvuðsorsøkin, tá Stjørnan vann fyrsta sigurin hetta kappingarárið Jákup Mørk Tóra Eliasen er uttan iva eitt navn, sum vit koma at síggja nógv til í føroyskum kvinnu­ hondbólti. Hon er bara 16 ára gomul, men sunnudagin var hon høvuðsleikari, tá Stjørnan heldur óvæntað fór úr Vági við báðum stigunum. Tað hevur annars skor­ ist illa hjá Stjørnuni í vet­ ur. Gaman í byrjaði árið við einum javnleiki móti meist­ ar­unum úr Neistanum, men síðani hevur talan ein­ víst verið um tap. Fleiri av teimum enntá sera sann­ førandi, og tí var ikki tað nógva, sum bendi á ein sigur í trupla útidystinum. Í Vági plagar VB nevnliga at standa seg væl. Heldur ikki tær hava fingið nakra ser­liga sannførandi byrjan upp á kappingina, men á heima­vølli eru tær vanliga sterk­ar, og í øllum førum vóru tær favorittar móti botn­proppinum. Nýggjur rumeni Fyrra hálvleik var munurin ikki tann stóri. Hjá Stjørnuni gjørdi tað góðan mun, at Nada Pavlov loksins var tøk at spæla. Hann fekk skaða dygst undan kappingar­byrj­ an, og hetta er ein frávera, sum merkist hjá Stjørnuni. Liðini fylgdust væl, men eftir steðgin fekk Stjørnan ferð á. Fyrsta lítla korterið eftir steðgin bumbaðu tær VB sundur og saman, og hóast vertirnir síðani fingu betur tak á, so var eingin vón um at vinna seg aftur í dystin. Sigurin ber við sær, at Stjørnan lyfti seg av aftasta pláss­inum. Kanska enn meira týdningarmikið, so vísti hetta fyri spælarunum sjálv­um, at tær væl og virði­ liga kunnu fara at arga hini liðini í kappingini. Í Vági er ongan tíð lætt at spæla hjá nøkrum liði, og tí er ein slíkur sigur veruliga eitt tekin um, at her hava vit eitt lið, sum kann gera um seg. Hjá VB var talan hinvegin um vátan vøtt. Byrjanin hjá vágs­kvinnunum hevur í heyst verið alt annað enn góð. Talan hevur kanska eis­ ini verið um truplar útidystir, og tí skuldi dysturin í gjár brúkast til at fáa tokið á skinnarar. Tann ætlanin brast so væl og virðiliga, og fremsti setningurin hjá liðnum er tí at lofta sær sjálvum, so árið ikki endar, áðrenn tað veruliga byrjaði. HONDBÓLTUR Fakta um Hvonn-deildina VB-Stjørnan 25-30 (15-14) 10 min: 6-5 20 min: 10-10 40 min: 17-20 50 min: 17-26 Málskjúttar VB: Helga E. Kjærbo 6, Christina Holm 5, Gurið K. Mortensen 4(2), Rannvá Johannesen 3, Ivana Jakelja 2(2), Una J. Nolsøe 1 Stjørnan: Tóra Eliasen 10, Nada Pavlov 9(3), Marta Beljie 8(1), Edith Hansen 2, Una Váðklett 1 Brotskøst: VB 5/4, Stjørnan 5/4 Útvísingar: VB 2, Stjørnan 5 Dómarar: Jákup Símun Simonsen & Gunnar Djurhuus Fakta um FTZ-deildina KÍF-H71 20-25 (8-12) 10 min: 2-4 20 min: 4-7 40 min: 12-20 50 min: 16-23 Málskjúttar KÍF: Nicklas Selvig 8(2), Andrias Nielsen 54, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Ási Dam 2, Fríði Weyhe 1, Teitur Joensen 1 H71: Peter Krogh 8, Jónas Djurhuus 7(3), Hans Kári Hansen 5, Pætur Thomsen 3, Helgi Hoydal 2 Brotskøst: KÍF 2/2, H71 3/3 Útvísingar: KÍF 1, H71 1 Diskvalifikatión: H71 1 (beinleiðis reytt) Dómarar: Eyðun Samuelsen & Thomas Juul Thomsen Team Klaksvík-StÍF 21-28 (hava ikki móttikið dómaraseðil) Hvonn-deildin d v - j - t + mál -mál málmunur stig 1 Kyndil 5 4 - 0 - 1 119 95 24 8 2 Neistin 4 3 - 1 - 0 93 73 20 7 3 VÍF 4 3 - 0 - 1 117 95 22 6 4 Stjørnan 5 1 - 1 - 3 102 129 -27 3 5 VB 5 1 - 0 - 4 113 123 -10 2 6 StÍF 5 1 - 0 - 4 97 126 -29 2 Atlantic Airways-deildin d v - j - t + mál -mál málmunur stig 1 H71 6 6 - 0 - 0 163 128 35 12 2 KÍF 6 4 - 0 - 2 145 120 25 8 3 StÍF 6 3 - 0 - 3 164 154 10 6 4 VÍF 5 3 - 0 - 2 129 129 0 6 5 Kyndil 6 2 - 0 - 4 156 160 -4 4 6 Neistin 5 2 - 0 - 3 124 128 -4 4 7 Team Klaksvík 6 0 - 0 - 6 134 196 -62 0