Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126 ÍTRÓTTUR H71 MÚRURIN IKKI TIL AT BRÓTA H71 hevur beina kós móti FM finalunum, eftir at teir í gjár vunnu við fimm málum móti KÍF í Kollafirði. Serliga verjuparturin stóð sína roynd, meðan KÍF tveitti allar møguleikarnar út av síðulinjuni Tróndur Arge – Kollafjørður – Verjan var heilt forbannað góð. Orðini rullaðu úr mál­ verj­anum hjá H71, Tóraldi Kollskerð. Helst mundi hann ikki ætla sær at siga tað so bragdliga, men sum málverji hjá hoyvíkingum, er hann tann fyrsti, ið merkir ágóðan av góðum verjuspæli. Verjan hjá H71 stóð væl at kalla allan dystin, og koll­ firðingar fingu bara tjúgu mál samanlagt. Stormur í kollafirði Tað var sannur hond­bólts­ dámur í høllini í Kolla­firði, tá H71 í kolandi stormi sunnudagin vitjaði í Kolla­ firði. Høllin var full av áskoð­ arum, og til tíðir var stem­ ningurin heilt góður. H71 var uttan ársins spæl­ ara í fjør, Mark Lausen-Mar­ cer. Nýggjur á liðnum hjá H71 til hetta kappingarárið er Peter Krogh. Hann átti sín lut í sigrinum, hóast hann varð mansvardur næstan all­an dystin. Tað var ikki bara uttanfyri høllina, at tað var stormur. Fyrstu seks minuttirnar, vóru kollfirðingar eisini fyri ein­um stormi á vøllinum. H71 skoraði fýra ferðir, með­ an KÍF einki mál fekk. Tá tók KÍF og smekkaði grøna time-out kortið á dómara­ borðið. Peter Krogh skuldi mans­verjast. Tveir strikuspælarar Eina løtu riggaði hjá KÍF, og teir fingu trý mál upp í slag. Í hinum endanum royndi H71 seg við tveimum striku­spælarunum, meðan Peter Krogh stóð á miðjuni - mans­vardur. Tað sást væl, at hoy­vík­ingar hava vant hesa spæli­skip­anina. Trígg­ ir skjótir og lættir úti­spæl­ arar, sum spæla tveir striku­ spælarar upp, ella skjota um pláss er. – Vit hava tríggjar góðar strikuspælarar, so tað blívur avmarkað við spælitíð hjá teimum, um bara ein spælir í senn. Við hesum fáa vit meiri burturúr strikuspælarunum, greiðir Tóraldur Kollskerð frá. Fyri KÍF elvdi hetta eisini til trupulleikar. Serliga í fyrra hálvleiki gekk illa at steðga hoyvíkingunum. – Teir gera tað torført fyri okkum. Serliga Sigmundur Nolsøe ger tað trupult fyri verjuna hjá okkum, tá hann leggur seg á ein av okkara minni spælarum. Tá er hann ringur at fáast við, sigur Andrias Nielsen, sum fekk fýra mál fyri KÍF. Í hálvleikinum var H71 á odda 12-8. Verjan bjargar H71 Í seinna hálvleiki er at kalla ongantíð spenningur í. Hoy­ víkingar økja um leiðsluna fyrstu minuttirnar í seinna hálvleiki, og so er langt á mál hjá kollfirðingum. Serliga er tað verju­part­ urin hjá H71, sum stendur væl. Í løtum fáa hoyvíkingar ikki mál, men tað eydnast ong­antíð KÍF at loysa verj­ una hjá H71 upp. Tí blívur talan bara um einkult mál á gangin. Tað røkkur ikki til at hótta H71. Í málinum spæla Tóraldur Kollskerð og Ári Dam væl, men Tóraldur heldur, at tað er orsaka av verjuni. – Jú, vit spæla væl, men tá verjan spælir væl, so ger tað arbeiði hjá okkum nógv lættari, sigur Tóraldur Koll­ skerð. Tveittu møguleikan burtur Í Kollafirði ásannar tey, at talan var um vánaligan dyst frá teirra síðu. Andrias Niel­ sen og hinir á KÍF liðnum ger alt ov nógvar villur. Eisini einfaldar avleveringar, sum verða gjørdar í ótrýstum um­ støðum. – Tað ber ikki til at spæla hondbólt og avlevera í bein­ ini. Vit gera alt ov nógv mis­ tøk, meðan teir fáa ov løtt mál, sigur Andrias Nielsen, sum heldur at hetta er vána­ ligasta avrikið hetta kapp­ ingarárið. Í fleiri førum koma koll­ firðingar til skot, men tá teir mest hava brúk fyri mál­un­ um, so miseydnast. – Vit brenna ov illa, er stað­festingin hjá Andriasi Nielsen. Peter ikki til at steðga Hóast KÍF mansvardi Peter Krogh frá sætta minutti av, so skoraði hann átta mál. Danski bakkurin er ein sann­ ur fongur fyri H71. Hvørja ferð H71 hevði fríkast, so kom Peter Krogh fram við. Bleiv spældur upp og meddaði til. Onkrar ferðir sá tað beinleiðis ómakaleyst út, tá hann sendi bótlin í málið. Peter Krogh hevur tann sereginleikan, at hann skjóta við báðum hondum. Tí er hann óvanliga torførur at dekka. Í løtuni sær hann út sum ein spælari, ið kann tryggja glitrandi heiðurs­ merki til hoyvíkingar. trondur@sosialurin.fo HONDBÓLTUR