mánadagur 2. november 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
JUDO
JUDO SKRÍGGJAR
EFTIR BETRI
UMSTØÐUM
Tað stendur svart upp á hvítt í yvirliti hjá ÍSF, at borðtennis, bogaskjóting og judo
eru einastu ítróttargreinar í Føroyum, sum ikki eiga egin høli at vera í. Í síðstu viku
trein formaðurin í borðtennisfelagnum í Havn fram og vísti á, at ítrótturin var í vanda
fyri at detta niðurfyri, og lítið frægari stendur til hjá judo, sum – eins og borðtennis
– hevur fingið tóm lyfti frá kommununi um eina høll, sum kann bjarga teimum
báðum ítróttunum. - Tað hendir ikki í mínari tíð. Eg eri farin foldum frá áðrenn tað
hendir. Eg havi givið upp, sigur formaðurin í Havnar Judofelag, Jan Günther
Pætur Albinus
Í seinasta mánadagsblaði
stóð at lesa, at borðtennis í
Tórshavnar kommunu liv
ir undir somikið jánkaslig
um umstøðum, at tað er
vandi fyri, at siðursvanda
ítróttargreinin dettur nið
urfyri. Hóast óteljandi lyfti
um betri umstøður og egna
høll, so er einki komið av
skafti
hjá
býráðspolitik
arunum í høvuðsstaðnum.
Ein onnur væl umtókt,
men tó – eins og borðtennis –
at rokna sum ein av teimum
smærru greinunum, er judo.
Hóast hálvthundrað íðkarar
í Havnini, so kennir judo
sama sviða sum borðtennis.
Umstøðurnar eru als ikki
góðar – judo eigur ikki
síni egnu høli, fólk dettur
burturfrá og lyftini um betri
umstøður eru eftir øllum at
døma skralltóm.
Stendur og fellur
Judo í høvuðsstaðnum hev
ur nógv ár á baki. Havn
ar Judofelag varð sett á
stovn í 1971 og er elsta judo
felag í Føroyum. Tað er
Jan Günther, sum er for
maður í felagnum, og sum
fyrrverandi íðkari er hann nú
formaður, venjari og dómari.
Ein sokallað eldsál, sum tey
kalla tað í teimum smærru
ítróttargreinunum, tí tað
vísur seg, at ítróttargreinin í
stóran mun stendur og fellur
við hesum eldsálunum.
Jan kennir seg væl aftur, tá
ið vit nevna hvussu summar
ítróttargreinar hvíla á herðun
um hjá einstøkum persónum.
– Tað er soleiðis tað er,
vil eg pástanda. Tað er ein
primus motor, sum roynir
at fáa gongd í ymiskt, og so
hongur man í, sigur Jan.
Hann fegnast tó um, at
undirtøkan í løtuni er góð
fyri judo í Havnini.
– Tað hevur verið sving
andi allatíðina, men stand
urin beint nú er góður. Í
síðstu viku hevði eg 47 til
venjing, vísir hann á.
Umstøðurnar
Sambært yvirliti hjá ÍSF,
so eru tað tríggjar ítrótt
argreinar, sum einki eiga
sjálvi. Tað er borðtennis,
judo og bogaskjóting. Eins
og borðtennisfelagið í høv
uðsstaðnum, so leigar judo
seg inn í eina skúlahøll nøkur
kvøld um vikuna.
– Vit venja í Eysturskúl
anum.
Umstøðurnar
eru
góðar uttan tað, at vit mugu
dragsa máttur aftur og fram.
Tað er drepandi fyri okkara
ítrótt, tí eg kann ikki seta
ein 16 ára gamlan drong sum
venjara, uttan at hann skal
dragsa aftur og fram. Tað er
ov nógv forlangað, heldur
Jan.
Judomátturnar, sum eru
frá 1987, hava hildið væl,
men tær eru farnar langt út
um seinasta nýtsludag, og
tær eru tungar og truplar
at hava við at gera. 24 mátt
ur skulu dragast fram fyri
at hava eina savnaða judo
máttu, sum venjast kann á.
Sjálvur sigur Jan, at hann
brúkar trý korter upp á at
hála mátturnar fram áðrenn
hvørja einastu venjing.
– Eg tími pínadoyð ikki
oman at sleipa máttur aftur
og fram fimm ferðir um
vikuna. Tí hava vit sagt, at vit
venja tvey kvøld um vikuna,
og tað er tað, sigur Jan.
Tað merkist týðiliga á
Jan, at tað er eitt stórt vón
brot, at umstøðurnar eru so
vánaligar. Og tað kostar nógv
ítróttarliga. Tað eru færri
venjingar, stórur aldursmun
ur og tey eldru hava hug at
detta frá. Tey tíma snøgt sagt
ikki longur.
Eingin høll í eygsjón: