Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-02, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126 ÍTRÓTTUR JUDO Dreymurin Tað, sum einaferð var ein realistisk ætlan við eini sam­ansettari judo- og borð­ tennis­høll, er eftir teir mongu úrslitaleysu fund­ir­ nar við kommununa vorðið til ein dreym. Tó sýtir Jan ikki fyri at ímynda sær hvussu ítrótturin hevði blómað, um judo fekk egin høli at húsast í. – Tað hevði verið ein himm­al­víður munur. Í fyrsta lagi høvdu vit kunnað lagt heilt øðrvísi ætlanir, og tað, sum vit droyma um, er at fólk kunnu koma inn at venja tá tey hava hug til tað, uttan at ein einstakur persónur skal vera bundin at tí. So høvdu vit eisini kunn­að sett ungdómarnar á onkrar uppágvur, sigur Jan og peikar á, at støðið á judo í Føroyum hevði hækkað munandi av tí sama. – Høvdu vit havt eina høll, har mátturnar vóru úti, so hevði tað verið ein dreyma­ verð, sigur Jan. Tað merkist greidliga, at mátturnar er ein marra fyri judofólkini. Tað fer við nógvari tíð og orku áðrenn venjingin yvirhøvur kann byrja. Givið upp Jan Günther hevur brúkt mong harrans ár og óteljandi tímar upp á at venja onnur, men ótakk hevur verið heim­ sins løn. Hann er serstakliga vónbrotin og harmur um, at fundirnir við kommununa og tess lyftir hava verið til fánýtis. – Teir hava enntá stað­ ið í gallaveitslum og lovað okk­u­m nøktandi umstøður, og eisini hevur ein bý­ráðs­ samtykt fyriligið um at borð­tennis og judo skuldu fáa hóskandi umstøður. Tað er ongantíð blivið til meir enn tos, og eg eri bangin fyri, at tað heldur ikki blívur til meira enn tos. Eg trúgvi ikki upp á politikararnar. Eg haldi tað vera so langt úti, at eg havi ikki orð, sigur Jan, sum ongar vónir hevur um at fáa nakra høll. – Tað hendir ikki í mínari tíð. Eg eri farin foldum frá áðrenn tað hendir. Eg havi givið upp, sigur hann. Hann undirstrikar tó, at hann ikki øvundar øðrum ítróttum umstøðurnar, sum tey hava fingið. – Tá ið fótbóltur, fimleikur og annað fær tað borið upp í hendur, so má tað einaferð verða okkara túrur. Tað kann ikki bera til, at vit altíð skulu vera eftirbátur. Kanska tað ljóðar sum grenj, men hetta er bara veruleikin, sigur Jan. Gevst Sambært Jan Günther sjálv­ um, so verður hann neyvan formaður í judofelagnum í Havn leingi afturat. Hesum boðaði hann eisini felagnum frá á fundi í síðstu viku. – Eg havi hugsað, at kanska er tíðin farin frá mær. Eg havi verið við í so nógv ár, at møguliga er tað eingin, sum vil vippa meg av pinn­inum. Ein gamal maður, sum koyrir í sama spori, og alt verður tað sama og tað sama. Spurningurin er, um tíðin ikki er komin at takka fyri meg og at lata onkran annan royna seg, sigur Jan Günther, sum ikki veit hvør fram­tíðin í felagnum so verð­ ur. – Tað má bara bera ella bresta. Eg havi slitið mínar skógvar upp, sigur hann at enda. albinus@sosialurin.fo Mátturnar eru skjótt 30 ára gamlar Myndir: Sofus Debes Johannesen