mánadagur 2. november 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
JUDO AFTUR Á OYGGJALEIKUNUM:
– TAÐ ER FANTASTISKT
Verturin fyri oyggjaleikunum 2019, Gibraltar, hevur kunngjørt hvørjar ítróttagreinar verða við
ta árið. Meðan eitt nú flogbóltur og súkkling detta út, so verður judo við aftur fyri fyrstu ferð í
10 ár. - Tað var heilt fantastiskt at hoyra tíðindini, sigur Sofus Debes Johannesen, formaður í
Judosambandi Føroya, sum metir oyggjaleikirnar hava alstóran týdning fyri judo í Føroyum
Pætur Albinus
Fyri smáum tveimum vikum
síðani
gjørdist
endaliga
greitt, hvørjar ítróttargreinar
vera við á oyggjaleikunum í
Gibraltar í 2019. Undrunar
vert var at síggja í kunn
gerðini, at eitt nú flogbóltur
og súkkling ikki vera við. Tað
verður fyrstu ferð í oyggja
leikasøguni, at tær ítrótt
argreinarnar ikki vera við.
Meðan sigursvandu flog
bólts- og súkklufólkini harm
ast um at tey ikki sleppa við
á leikirnar, so eru tað hin
vegin nøkur, sum fegnast.
Nevniliga judo-fólkini. Lítla
ítróttargreinin hevur tá sitið
uttanfyri oyggjaleikirnar í
10 ár.
Fantastiskt
Tíðindini um at judo lok
sins sleppur inn um oyggja
leikagáttina aftur vóru góð,
viðgongur
formaðurin
í
Judosambandi Føroya, Sofus
Debes Johannesen.
– Tað var í summar at tað
frættist, at oyggjaleikirnir
skuldu vera í Gibraltar. Sein
ast
oyggjaleikirnir
vóru
har í 1995, var judo við, og
tí høvdu vit eina vón um at
sleppa við aftur nú. Tað var
heilt fantastiskt at hoyra
tíðindini, sigur Sofus, sum
metir, at oyggjaleikirnir hava
alstóran týdning fyri eitt nú
judo.
– Tað hevur nógv at siga
fyri tær smærru ítróttar
greinarnar, kanska serliga
orsaka av vantandi tilgongd
av teimum vaksnu. Vit hava
havt eitt sindur svingandi
tilgongd, og síðstu nógvu
árini hava tað verið nógv
børn. Tað hava vit verið
glað fyri, men vandin er at
tey detta út tá ið tey verða
15-17 ár. Onkur kemur tó
aftur seinni, men vit vóna at
kunna varðveita tey ungu,
nú gularótin er at tey kunnu
sleppa til oyggjaleikirnar,
sigur Sofus og leggur afturat,
at hann eisini vónar at onk
ur, sum hevur verið við fyrr,
fær hug at byrja aftur.
Alternativ
Seinast judo var við á oyggja
leikunum, var í Álandi í 2009,
og síðani hevur judo leitað
eftir øðrum kappingum.
– Alternativini eru nógv,
um man fer at leita. Vit hava
verið við til NM, men tað er
á einum væl hægri støði enn
vit eru á. Onkuntíð hava vit
fingið okkurt bronsumerki,
men tá ið kappingin er so
stinn við nógvum stinnum
skandinavum, so er trupult
at gera seg galdandi, sigur
Sofus og heldur fram:
– Vit hava seinastu trý
árini eisini verið við til
Reykjavík
International
Games. Hóast har eru lut
takarar frá øðrum londum,
so eru tað mest íslendarar, og
tá er møguleiki fyri góðum
dystum í styrki, sum minnir
meira
um
okkara,
sigur
Sofus.
Harumframt hevur judo
verið til kapping í Hillerød á
hvørjum ári, men tað er meiri
stílað til tey yngru.
Judasambondini
hjá
oyggjaleikatjóðunum hava
tosað um at havt sínar egnu
judo-oyggjaleikir, men tað er
ongantíð vorðið til meiri enn
tos. Tað hevur víst seg, at tá
ið stundin hevur nærkast
og tosið er komið inn á tað
praktiska og tann fíggjarliga
partin, so hevur tað hóast alt
ikki loyst seg, tí at ov fá hava
verið við.
Sjáldan við
Summar ítróttargreinar eru í
tí hepnu støðu, at tær nærm
ast eru sjálvskrivaðar til allar
oyggjaleikirnar, men soleiðis
er tað als ikki hjá judo. Tað
er sjáldan, at judo er við, og
orsøkina biðja vit Sofus meta
um.
– Tað er lutvíst orsakað av
skipanini á oyggjaleikunum,
har tað í mesta lagi kunnu
vera 14 ítróttargreinar við.
Tað merkir, at fýra rúka út,
og tað er har, at judo dettur
burtur ímillum. Tað eru ikki
øll, sum hava judo, og tí velja
fyriskipararnir tær grein
arnar fá, sum hava fægst
oyggjar við, sigur Sofus.
Hóast oyggjarnar í judo
einans hava verið átta ella
níggju í tali, so hava heilt upp
í 150 luttakarar verið við, og
eina tað metir Sofus vera ein
orsøk til, at hámarkstalið á
14 ítróttargreinar burdi verið
strikað.
– Vit hava tosað við ÍSF
um at avtaka markið, tí
um onkrar oyggjar kunnu
hýsa 18 greinum, so læt tær,
heldur Sofus.
Enn hevur tó einki spurst
burturúr hesum uppskoti
num.
Nakað serligt
Flestu munnu vera samd um,
at oyggjaleikir eru nakað
heilt serligt, og tað heldur
Sofus eisini. Oyggjaleikir
kunnu geva føroyskum judo
nógv.
– Tað serliga við oyggja
leikunum er, at tað er ein stór
og góð kapping, har vit hava
møguleika at vinna í øllum
bólkum. Hitt er, at vit fáa
góða reklamu í føroyskum
miðlunum. Væl meira enn
ímillum
leikirnar,
heldur
Sofus, sum hevur góðar vón
ir um heiðursmerki.
– Støðið er rímiliga høgt,
men ikki hægri enn so, at
vit kunnu vera við. Tað eru
Føroyar og Áland og við
hvørt Jersey og Rodos, sum
hava verið tey førandi. Men
hóast støðið passar væl til
okkum, so er tað ikki givið,
at vit fáa heiðursmerki. Tað
er kapping, og tað ger tað
stuttligt, sigur hann.
Tað er tó ikki einans tað
ítróttarliga
og
uppmerk
semið, sum fløvar.
– Eisini tað, at man ferðast
við øðrum ítróttarfólki. Tað
gevur ein serligan hýr, sum
fólkum dámar væl, og tað
blívur bara tað eyka stuttligt,
sigur Sofus at enda.
albinus@sosialurin.fo
Sofus Debes Johannesen
JUDO