mánadagur 2. november 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. november 2015 · Nr. 126
ÍTRÓTTUR
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
– Tað hendir ikki í mínari tíð. Eg eri farin foldum frá
áðrenn tað hendir. Eg havi givið upp, soleiðis sigur
formaðurin í Havnar Judofelag, Jan Günther um
vónina at fáa eina høll, sum kann bjarga ítróttini.
Í blaðnum í dag, er annar partur av greinarøð, sum
setir sjóneyka á hølistrupulleikarnar hjá fleiri
av smærru ítróttargreinunum í Føroyum. Tað
stendur ikki á, tá heiðursmerki skulu handast, og
møguleikin er at sleppa á mynd. Tá eru bæði lands-
og lokalpolitikkararnar fyrstir at møta upp. Við í
hondini er ein røða, sum skal tryggja atkvøðurnar til
komandi val. Fyri Judo og onkrar av hinum smærru
ítróttargreinunum, so hevur talan í fleiri ár verið um
tóm lyftir.
Tað eru nógvir trupulleikar, sum kunnu loysast
í senn, um øll seta seg niður og gera eina
heildarætlan. Ein heildarætlan, sum hann hýsa fleiri
ítróttargreinum. Vit síggja hetta tíverri ov oftani
í Føroyum, at vit loysa ein trupulleika her, og ein
annan har. Seinnu árini hevur Tórsvøllur gingið á
odda við planlegging, og líkist nú einum hálvum
altjóða vølli. Vónandi fáa vit eina heildarætlan
skjótt, so ítrótturin fær góðar umstøður at virka
undir. Eisini Judo!
Føroysk landslið
Tað er harmligt, at føroyska a-landsliðið í fótbólti
hevur so torført við at fáa venjingardystir upp í
lag. Tað er ov sjáldan, at vit spæla kappingarføra
venjingardystir, sum kunnu geva spælarum
møguleikan at vísa seg, og liðið kann spæla seg
saman.
Tá tað er sagt, so haldi eg ikki tað er nøkur vanlukka,
at ætlaði venjingardysturin móti Albania um góðar
tvær vikur bleiv avlýstur. Hann hevði sum so ikki
tænt nøkrum endamáli, annað enn at hildi okkara
heimligu landsliðsspælarar í gongd.
Hinvegin, so mugu vit leggja nógv fyri, at fáa
venjingardystir í mars og juni. Teir dystirnir eru jú
upptakt til HM 2018 undankappingina, har vit skulu
spæla móti liðum sum Andorra, Letlandi, Ungarn og
Portugal.
Annars er tað deiligt at siggja, at vit hesa ársins tíð
hava U-landslið í flogbólti, hondbólti og fótbólti í
altjóða kapping.
trondur@sosialurin.fo
Judo
doyr út
Ítróttar
KLUMMAN
Tróndur Arge
NSÍ ÆTLAÐI
SÆR ÍSLANDSKA
LANDSLIÐS
HJÁLPARVENJARAN
NSÍ hevur seinastu tíðina
verið í samráðingum við
íslandska venjaran, Pétur
Pétursson.
56
ára
gamli
íslendingurin er fyrrverandi
hjálparvenjari á íslandska
landsliðnum, og hevur sum
spælari spælt við feløgum
sum Anderlecht í Belgia,
og Feyenoord í Hollandi. Í
NSÍ ásanna tey, at felagið
stendur eitt sindur á berum,
og
at
fortreytirnar
eru
broyttar við góðu gongdini.
– Í fýra ár hava vit havt
eitt mál um, at fóta okkum
fíggjarliga og fremja eitt
ættarliðsskifti
á
liðnum.
Nú eru vit komin á mál við
báðum, sigur Sonni L. Peter
sen, formaður í NSÍ.
– Tí skulu vit til at finna
útav hvat vit ætla nú. Er
tað nú, at vit skulu hava ein
mann útifrá at standa á odda
fyri felagnum, ella skulu vit
hava ein, ið kennir felagið
væl, sigur Sonni L. Petersen
um tankarnar í NSÍ í hesum
døgum.
Íslendskt nei
NSÍ hevur í seinastuni verið í
samráðinum við 56 ára gamla
Pétur Pétursson. Hann er
fyrrverandi
Anderlecht
og Feyenoord spælari, og
hevur umboðað íslendska
landsliðið 41 ferðir. Hann
var eisini hjálparvenjari á
íslandska a-landsliðnum frá
2007 til 2011.
– Vit vóru í samráðingum
við hann, men tað bleiv ikki
til nakað orsaka av persón
ligum
viðurskiftum,
sum
gjørdu at hann ikki kundi
verða venjari í Føroyum á
hesum sinni, sigur Sonni L.
Petersen.
Formaðurin í NSÍ váttar
eisini, at felagið hevur verið
í samráðingum við Heðin
Askham. Hann hevur tó valt
at halda frí frá fótbóltinum í
komandi kappingarár.
Leita bæði í Føroyum
og í útlandinum
Í løtuni er tað bara NSÍ, sum
ikki hevur venjara av fe
løgunum í Effo-deildini. Í
løtuni er tað hjálparvenjarin,
Harry Kundsen, sum saman
við
øðrum
stendur
fyri
venjingunum í Runavík.
– Vit tosa onkrar venjarar
í Føroyum, og eru annars
opin
fyri
útlendskum
møguleikum,
Vit
hyggja
upp á teir møguleikar, sum
eru, sigur Sonni L. Petersen,
sum ikki vil seta beinleiðis
tíðarfreist á nær ein venjari
skal setast.
Menn
sum
Sigfríður
Clementsen
og
Jóannes
Jakobsen
eru
nevndir
í
samband við starvið.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR LANDSLIÐIÐ