leygardagur 7. august 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 148 - 7. august 2004
Nr. 148 - 7. august 2004
3
Kim Simonsen
Í hesum døgum koma film-
ar sum »Tid til forandring«
eftir Lotte Svendsen og
»Brødre« eftir Susanne
Bier fram. Hetta eru filmir,
ið hava ein álvarsaman
tóna, ið viðgerð modernaða
menniskjað. Tað er torført
at raka tónan og sarta lynd-
ið hjá modernaða stórbýar-
menniskjanum, tað er tó
júst tað, ið eyðnast hjá
Sophia Coppola í filminum
»Lost in translation«. Hetta
er ein lítilátin filmur, ið
stillisliga sigur frá eini heilt
serligari søgu.
Kenslur eru søgur, vit
siga um okkum sjálvi. Mál-
ið inniheldur søgur í sjálv-
um sær, og orðini eru við til
at skapa veruleikan. Tosa
vit um melankoli ella
nostalgi, so skapa vit eisini
mangan hesa kensluna.
Serliga innan bókmentir og
filmin kunnu vit møta mo-
dernaðum kenslum. Um vit
siga, at heimspekin sigur
okkurt alment um heimin,
so vil sálarfrøðin siga okk-
urt alment um einstakling-
in, meðan list sigur okkum,
hvussu tað er at vera menn-
iskja innani frá.
Ein óvanligur amerik-
anskur filmur
Í sjeytiárunum høvdu
leikstjórarnir
valdið
í
Hollywood. Tá royndu ung-
ir leikstjórar sum t. d.
Dennis Hopper, Arthur
Penn, Martin Scorsese,
John Cassavetes, Francis
Ford Coppola, Alan J. Pa-
kula at skapa modernaða
filmir um nútíðina og at
tulka støðuna hjá modern-
aða menniskjanum. Filmir
sum »Easy Rider«, »The
Graduate«, »Aflytningen«,
»Taxi Driver«, eru allir
klassikarar, ið royndu at
finna horvnu amerikansku
sálina. Robert Altmann
gjørdi filmin »Nashville«
og Coppola »Godfather«.
Eftir hetta komu nærum
allir leikstjórarnir at oyði-
leggja mangan góðan film,
tí teir tóku ov nógv drøgg,
serliga
kokain.
Hetta
gjørdi,
at
menn
sum
George Lucas og Steven
Spielberg sluppu at gera al-
skins b-filmir um vanda-
miklar hávar, UFO og
stjørnukríggj. Eftir hetta
hava leikstjórarnir í Holly-
wood liva við óhugnaligum
krøvum, um at teirra filmar
skulu vera »blockbusters«,
t.v.s. selja milliónir av at-
gongumerkjum. Tað sum er
horvið í øllum hesum er
listarligi sjálvræðisrætturin
hjá leikstjórunum. Teir
bestu filmarnir, ið koma frá
USA er tí mangan fram-
leiddir uttan fyri stóru film-
fabrikkirnar. Eitt dømi er
Woody Allen, ið ger sínar
egnu filmir.
Ein stórur partur av teim-
um, ið hava áhuga í filmi,
tíma ikki at hyggja eftir
Spiderman 2, Lord of The
Rings, Hellboy, (postmo-
dernaða) Kill Bill ella Tom
Cruse (lívið er ov stutt til
Cruse). Milliónir av intel-
lektuellum og skapandi
menniskjum í USA og Eu-
ropa leita eftir meiri intel-
lektuellum filmum. Tað er
her, at dóttir kenda leik-
stjóran Francis Ford Cop-
pola, ið gav okkum filmir
sum »Dommedag nu« og
»Full
Metal
Jacket«,
Sophia Coppola rakar beint
við filminum »Lost in
Translation«.
Coppola
minnir um yngri indipen-
dent talent sum Joel og
Ethan Coen (Millers Cros-
sing, Barton Fink, Fargo,
The Big Lebowsky, O
Brother, Where art Thou,
The Man Who Wasn´t
There) og Charlie Kauf-
mann (saman við Spike
Jonze, Michel Condry)
(Being John Malkovich,
Orkide tyven og Evigt sol-
skin i et pletfrit sind). Hesi
gera meiri krevjandi og in-
tellektuellar filmir.
Fyrr var nostalgi eitt slag
av hugtyngslu, ið varð hild-
ið at vera ein deyðilig
sjúka. Nú er hesin longsul
bert ein beisksøtur longsul
eftir onkrum, ið einaferð
var. Okkurt er farið, skiln-
aðurin er hendur og missur-
in er veruleiki. Í filminum
»Lost in Translation«, møt-
ast tveir útisetar á ferð í
Japan, bæði hava mist okk-
urt. Bob Harris (Bill Mur-
ray) er ein avdankaður
sjónleikari. Hann er í Japan
fyri at gera eina lýsing fyri
eitt japanskt whisky, men
hann líður av svøvnloysi og
skilir ikki japanar ella sítt
egna lív. Hon, Charlotte
(Scarlett Johansson) er í
Japan og býr á sama ho-
tellinum sum Bob. Hon er
gift við einum sjálvglaðum
kendum fotografi. Bæði
Bob og Charlotte kenna seg
vilst í lívinum og ikki minst
í Tokyo. Filmurin snýr seg
um fólk, ið hava alt, men tó
líða av ævigum jetlag yvir
okkara tíð.
Danski leikstjórin Lotte
Svendsen, tók her fyri til, at
modernaða
menniskjað
dyrkar seg sjálvt og er púra
sjúkliga
sjálvfokuserað.
Humanisman og áhugin í
øðrum er avloyst av íbúðar-
innrættan. Ongantíð í søg-
uni hevur sjónvarpið víst
fleiri sendingar um fólk
sum innrætta íbúðir, keypa
hús, mála hús og umvæla
hús. Tað er helst ótrygga
støðan í heiminum í dag, ið
eisini hevur fingið fólk at
forskansa seg í teirra lítlu
(parselhúsa)verð.
Lotte
Svendsen heldur, at serliga
kvinnurnar
dyrka
hesa
veruleikaflýggjan:
»Tað
kann gott vera, at kvinnur-
nar ikki eru umboðaðar í
Fólkatinginum, men eg
haldi, at kvinnurnar hava
eitt ósjónligt vald, ið er
óendaliga skaðiligt fyri fría
tankan. Og eg síggi hetta
allarstaðir.«
Eitt annað slag av eskap-
ismu, ið monnum dáma væl
eru allar Marvel og super-
hetju filmir sum »X-men
3«, »Blade 3 og 4«, »Hulk
2«, »Spiderman 2« og »The
Punisher«. Skjótt koma
bæði Catwoman, Batman
og Superman aftur. Tað er
sum tíðin ikki er til filmir
sum »Lost in Translation«
longur, tí í filminum er
nærum einki plott, har
hendir ikki tað stóra, men
filmurin gevir eina góða
lýsing av einseminum í
stórbýunum og av, hvussu
tað er at vera menniskja í
dag. Allir filmar, ið royna
tað eru áhugaverdir. Sløkk-
ið idiotkassan við bila-,
íbúða-,
inrættingar-
og
slankisendingum og vitjið
Havnar Bio á Listastevn-
uni. Hetta er ein hin besti
filmurin á skránni í ár.
6.–9. august.
Lost In Translation
USA, 2003. 102 minuttir.
Sophie Coppola.
Við: Bill Murray og Scar-
lett Johansson.
Filmir á Listastevnuni:
Stórbýar melankoli
– Lost in Translation – nakna modernaða
menniskjað.
»Even the President of the United States sometimes
must have to stand naked«
Bob Dylan
Modernaða menniskjað
»When you think that you lost everything/ You find
out you can lose a little more/ I’m just going down
the road feeling bad«.
Bob Dylan
C
M
Y
K
3
2