Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. august 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 148 - 7. august 2004 Nr. 148 - 7. august 2004 5 MENTANARSTEVNA Tíðindaskriv Jóannes Eidesgaard, løg- maður og frú Anita fóru hósdagin til Slesvig at taka lut í setanini av norður- lendskari ró- og mentanar- stevnu. Stevnan varð sett i í gjár, fríggjadagin kl 15.00 av Hansara Kongaliga Hátign Joachim prinsi. Stevnan er sprottin úr fyrstu stevnu av hesum slag, sum varð hildin á Tvøroyri í 2002. Á stevnuni í Slesvig verður 1200 ára minningar- hald hildið fyri Hedeby, sum var ein tann størsti og mest týðandi handilsstaður í víkingatíðini. Norðurlendska ró- og mentanarstevnan í Slesvig verður í døgunum 5. til 9. august. Løgmaður á stevnu í Slesvig ÚTBÚGVING Tíðindaksriv Hóast allar freistir at søkja um upptøku eru farnar, so er ikki at fella í fátt um tú annaðhvørt ikki hevur søkt ella ikki slapp inn har sum tú ætlaði tær. Í Danmark, Noregi, Svøríki og Stóra Bretlandi ber til at leita eftir tøkum lestrarplássum, heimasíðurnar eru hesar Danmark: www.kot.dk Svøríki: www.studieplatser.nu Noreg: restetorget Stóra Bretland: www.ucas.com/clearing/in dex.html Lesið annars meira um útbúgvingar á ask@ask.fo Pláss er eftir í Svøríki, Danmark, Noreg og Stóra Bretlandi Frá 1. januar kom- andi verða Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya ein og sami stovni. Hesa avgerð kunngjørdi Jógvan á Lakjuni, landsstýris- maður í mentamálum fríggjamorgunin SAMANLEGGING Tíðindaskriv Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur gjørt av at leggja Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya saman í ein stovn frá 1. januar 2005. Endamálið við saman- leggingini er at rationalis- era raksturin hjá stovnun- um mest møguligt, so tað besta útvarps- og sjón- varpstilboðið kann fáast burturúr tøku fíggjarorkuni hjá stovnunum. Eisini er endamálið við samanlegg- ingini at stovnarnir skula gerast betur førir fyri at røkja sínar public service- uppgávur. Landsstýrismað- urin metir, at rætta løtan til at fremja samanleggingina er nú, orsakað av at Sjón- varp Føroya stendur fyri at fremja innanhýsis bygnað- arbroytingar. Ein saman- legging má sjálvandi ger- ast, áðrenn hesar broytingar verða framdar. Landsstýrismaðurin heldur, at tað eru nógvar góðar grundir, ið tala fyri samanlegging. Ein saman- legging av stovnunum við felags leiðslu kann tryggja, at umsitingin verður betri og meira effektiv. Her verð- ur hugsað um at: • umsitingarútreiðslur kunnu avmarkast við at leggja umsitingarligar funktiónir saman • stovnarnir sleppa undan hvør í sínum lagi at menna og reka virkisøki, sum eru tey somu á báðum stovnunum (t.d. KT, bandasøvn, innkrevj- ing, bókhald, o.a.) • møguleikarnir verða betri at gagnnýta orku og servitan, ið eru til staðar á ymsum virkisøkjum • møguleikarnir fyri at samskipa programmvirk- semið verða betri • umstøðurnar fyri at ar- beiða tvørmedialt við út- varpi, sjónvarpi og net- varpi gerast rúmari • betra møguleikar fyri starvsfólkamenning og starvsfólkarøkt • stovnarnir verða umsit- ingarliga sterkari og hava møguleika fyri at røkja uppgávur, sum teir ikki hava møguleika fyri hvør í sínum lagi Sostatt fáa vit ein sterkan almennan public service stovn, ið tó av givnum grundum eigur at hava tvey sjálvstøðug og óheft redaktiónsumhvørvi. Landsstýrismaðurin fer í næstum at leggja uppskot um broyting í kringvarps- lógini fyri Løgtingið, ið skal geva heimild at leggja stovnarnar saman. Eisini fer landsstýrismaðurin í næstum at seta ein ar- beiðsbólk við breiðari um- boðan at gera uppskot til eina heilt nýggja føroyska kringvarpslóggávu. Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismaður, hevur í morg- un kunnað stjórarnar í ávíkavist Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya um hesa ætlan, og hevur lands- stýrismaðurin í hesum sam- bandi heitt á stjórarnar um at kunna starvsfólkini á stovnunum um samanlegg- ingarætlanina. At enda skal verða víst á, at ein skipan við útvarpi og sjónvarpi í einum og sama stovni er ein vanlig skipan í okkara grannalondum, t.d. RUV í Íslandi, DR í Dan- mark, NRK í Noregi og BBC í Bretlandi. Landsstýrismaðurin er sannførdur um, at vit eftir samanleggingina fara at fáa eitt betri útvarp eins væl og sjónvarp. Útvarpið og sjónvarpið leggjast saman Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður hevur gjørt av, at Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya skulu verða ein og sami stovnur C M Y K 5 4 Landsstýrismaðurin heldur nógvar orsøkir tala fyri samanlegg- ingini, og hann sigur seg hava samtykt í landsstýrinum aftan- fyri seg SAMANLEGGIN AV ÚF/SVF Jóannes Hansen Jógvan Jespersen, stjóri í Útvarpi Føroya, skal hava ábyrgdina av samanlegg- ingini av útvarpinum og sjónvarpinum, sum lands- stýrismaðurin í mentamál- um í gjár boðaði frá, at hann ætlar at gera. Um Jóg- van Jespersen eisini skal vera superstjóri fyri nýggja samanlagda stovninum, tá ið samanleggingin er vorð- in veruleiki á nýggjárinum, sigur Jógvan á Lakjuni seg í løtuni ikki duga at siga nakað um. Greitt er, at starvið sum sjónvarpsstjóri verður nið- urlagt. Harvið tykist tað sum um, at Mikkjal Helms- dal ikki verður ábyrgdar- maður í Sjónvarpi Føroya, tá ið Jógvan Jespersen skal hava ábyrgdina. Landsstýrismaðurin sig- ur, at hann á landsstýris- fundi fyrr í vikuni hevði hetta málið fyri, og at landsstýrið samtykti at taka undir við ætlanini, sum skal gerast til veruleika frá 1. januar 2005. - Ætlanin at leggja saman hevur fleiri ferðir verið frammi. Onkra ferðina er tað næstan vorðið til veru- leika, men so er tað dottið niður fyri aftur. Tað eru so nógvar umstøður og viður- skifti, sum í løtuni tala fyri hesum, sigur Jógvan á Lakjuni, mentamálaráð- harri. Hvørjar? - Í SvF hevur verið tosað um bygnaðarbroytingar. Tað er ein orsøk. Yvirornað haldi eg, at tað hevur alstór- an týdning at fáa ein sterk- an public service stovn, sum kann røkja skyldur og ábyrgdir. Við samanlegg- ingini rokni eg við, at vit fáa ein sterkari stovn, enn vit hava nú. Tað síggi eg eisini sum ein góðan møgu- leika at fáa ein sterkan stovn, sum verður betri før- ur fyri, enn teir báðir stovn- arnir higartil hava verið, at standa ímóti ella at vera eitt betri alternativt tilboð til alt tað, sum kemur uttanífrá og inn yvir okkum. Lógarbroytingar Jógvan á Lakjuni sigur, at tað verður neyðugt við broytingum í kringvarps- lógini, og at hann so skjótt, sum tað fer at bera til, fer í tingið við uppskotum um broytingarnar. Tá ið hann hevur samgonguna aftan- fyri seg í tí, sum hann hevur ætlanir um at fremja, held- ur hann onga orsøk vera at ivast í, at lógarbroytingar- nar fara at fáa undirtøku. Jógvan á Lakjuni roknar við, at samanleggingin eitt nú fer at hava fíggjarligar, tøkniligar og journalistisk- ar fyri munir. Hvussu nógv roknar tú við, at tit fara at spara? - Tað havi eg ikki enn nøkur tøl fyri, men eg ivist ikki í, at vit í hvussu so er fara at fáa meiri fyri peng- arnar, sum lurtarar og hyggjarar higartil hava goldið til stovnarnar. Átti tú ikki at havt rokn- að upp á hetta, áðrenn tú fert út við hesum? - Sum eg havi sagt, so haldi eg, at tað eru nógvar góðar grundir at leggja saman. Tíðin hevur verið knøpp, og tað er nógv eftir at gera, áðrenn hetta gerst til veruleika. Hetta er ein av spurningunum, sum vit fara at royna at fáa svar uppá. Hevur hetta stigið júst nú nakað við tað at gera, at SvF hevur havt ætlanir um at samsenda við DR? - Nei. Men eg rokni ikki við, at tað stigið fer at verða tikið nú. Fyrrverandi lands- stýrismaðurin í mentamálum heldur stigið hjá landsstýris- manninum vera skila- gott, og hann roknar við, at Tjóðveldis- flokkurin fer at vera positivur SAMANLEGGING ÚF/SVF Jóannes Hansen Tá ið Sosialurin segði Tór- birni Jacobsen, næstfor- manni í tingbólki Tjóð- veldisfloksins, at landsstýr- ismaðurin hevur sent tíð- indaskriv út um, at hann ætlar at leggja ÚF og SvF saman, hevði hann ikki frammanundan hoyrt hetta grett. - Tí úttali eg meg egna vegna og ikki fyri flokkin. Høgni Hoydal, formaður í flokkinum, er burturstadd- ur, og vit hava sjálvsagt ikki havt stundir at tosa um og viðgera hetta málið. Men eingin ivi skal vera um, at eg eri positivur yvirfyri tankanum, og eg veit, at flokkurin fer at viðgera hetta málið positivt, sigur Tórbjørn Jacobsen. Harvið tykist greitt, at tað í prinsippinum fer at verða rættuliga breið semja í Løgtinginum um ætlanina hjá landsstýrismanninum í mentamálum um lógar- broytingarnar, sum tað verður neyðugt at fremja fyri at leggja ÚF og SvF saman í ein stovn. Tórbjørn Jacobsen er samdur við landsstýris- manninum í, at talan iva- leyst fer at verða um stovn, sum verður betri førur fyri at røkja public service upp- gávur, og at talan verður um stovn, sum tað almenna eisini fer at kunna rokna við fer at røkja neyðugar uppgávur. - Tað merktist væl á ÚF, tá ið SvF sá dagsins ljós. Kappingin gjørdist størri á fleiri økjum,og dygdin gjørdist betri. Síðani hava stovnarnir ment seg rættu- liga ymiskt. ÚF er har, og tað røkir sína uppgávu. Kring SvF hevur turbolens- urin verið stórur, og soleið- is sum støðan nú er vorðin, so haldi eg ikki, at tað bilar nakað, at SvF fer at hvørva sum sjálvstøðugur stovnur. Eg rokni ikki við, at vit fara at kenna tað aftur í, at tað, sum verður at síggja á skíggjanum, verður verri, og at tað verður minni av føroyskum tilfari, enn tað higartil hevur verið. Heldur vóni eg, at leiðslan fyri samanlagda stovninum saman við starvsfólkunum fer at verða før fyri at venda gongdini. Ringt orð á seg Tórbjørn Jacobsen, sum er framsøgumaður hjá størsta andstøðuflokkinum í mentamálum, sigur seg halda, at signalini frá SvF seinastu tíðina ikki hava styrkt um umdømið hjá stovninum millum fólk. - Eg haldi, at skipanin er sjúk. Teir bóðu um meiri pengar, og vit hækkaðu hyggjaragjaldið rættuliga nógv. Síðani hava vit hoyrt, at teir rokna við, at teir kunnu framleiða færri før- oyskar sjónvarpstímar. Tá ið vit kunnu vænta okkum minni sjónvarp fyri fleiri pengar, so haldi eg, at okk- urt er spinnandi galið. Tí er tað rætt av landsstýris- manninum at taka um rót- ina á hesum, og tað haldi eg, at hann hevur gjørt, nú hann sigur seg ætla at leggja ÚF og SvF saman í ein stovn. Eg eri fyri hes- um. Vit í Tjóðveldisflokki- num hava ikki viðgjørt málið, men eg vænti av- gjørt, at vit fara at vera positivir, sigur framsøgu- maðurin hjá Tjóðveldis- flokkinum í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen. Jespersen skal standa fyri samanleggingini Tjóðveldið er við uppá tað Lesið meira á síðu 7