leygardagur 7. august 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 148 - 7. august 2004
Nr. 148 - 7. august 2004
7
Klokkan 9.30
fríggjamorgunin
fingu sjónvarps- og
útvarpsstjórin at vita,
at stovnarnir skulu
leggja saman. Og
Mikkjal Helmsdal
kann frá 1. januar
2005 ikki kalla seg
stjóra longur
LOFTMIÐLAR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Sjónvarp Føroya og Útvarp
Føroya skulu eftir ætlan
leggja saman frá 1. januar
2005.
Hesum
boðaði
Mentamálaráðið frá í tíð-
indaskrivi um ellivu tíðina
fríggjamorgunin. Klokkan
9.30 vóru Mikkjal Helms-
dal, sjónvarpsstjóri, og
Jógvan Jespersen, útvarps-
stjóri, kunnaðir um hesa av-
gerð. Teir siga báðir, at av-
gerðin kom óvart á teir.
Ikki longur stjóri
Mikkjal Helmsdal kann frá
1. januar 2005 ikki longur
kalla seg sjónvarpstjóra.
Hann sigur seg ikki vera
uppsagdan, og hann heldur
onga orsøk vera, at tað
liggja persónligar orsøkir
aftanfyri. Mikkjal Helms-
dal verður ikki stjóri fyri
nýggja samanlagda stovnin.
Ì skrivandi stund veit
Mikkjal Helmsdal ikki at
siga, hvat fyri starv, ætlanin
er, at hann skal røkja.
Um
samanleggingina
sigur sjónvarpsstjórin, at
hann upp á longri sigt dugir
at síggja nakrar fyrimunir.
– Eg eri rættiliga ivasam-
ur, um hetta er rætta løtan
at leggja stovnarnar saman.
Fíggjarligi trupulleikarnir
hjá sjónvarpinum verða
ikki endaliga loystir av hesi
orsøk,
sigur
Mikkjal
Helmsdal.
Tað undrar sjónvarps-
stjóran stórliga, at politiski
myndugleikin ikki hevur
ráðført seg hjá stovnunum
sjálvum.
Fríggjamorgunin boðaði
sjónvarpsstjórin
sínum
starvsfólkum frá avgerðini,
og hann sigur, at tey vóru
rættiliga skelkaði, tá tey
fingu boðini.
Ætlaða samanleggingin
ger, at ætlaðu umskipanirn-
ar hjá Sjónvarpi Føroya
verða steðgaðar.
– Tað gevur onga mein-
ing at umskipa nakrar mán-
aðir undan, at stovnurin
skal leggja saman við øðr-
um stovni, sigur Mikkjal
Helmsdal.
Hetta merkir millum ann-
að, at ætlanin við at senda
Danmarks Radio óviðgjørt
verður løgd á hillina.
Mikkjal Helmsdal vil
ikki gera viðmerkingar til,
um hann ætlar at halda
fram í starvi á nýggja sam-
anlagda stovninum.
Tað er tað
Útvarpsstjórin hevur ikki
so nógvar viðmerkingar til
samanleggingina.
– Tað er ein politisk av-
gerð, sum er tikin. Tað er
tað, sigur Jógvan Jespersen.
Hann heldur, at tað eigur at
geva góðar møguleikar fyri
at rationaliserað, soleiðis
sum
landsstýrismaðurin
hevur stungið út í kortið, og
tað eigur at geva betri
møguleikar. Men útvarps-
stjórin hugsar fyrst um at
varðveita verandi støði á
sínum stovni.
– Vit mugu ansa eftir, at
Útvarp Føroya heldur ver-
andi støði, og vit eisini
menna SvF.
Inntil víðari heldur Út-
varp Føroya fram at virka
sum vant.
Stjórarnir vistu av ongum
Hvørki Mikkjal Helmsdal ella Jógvan Jespersen kendu nakað til, at SvF og ÚF nú skulu leggjast
saman
Arbeiðið at
liberalisera loftvegis
ferðasambandi í
Føroyum er byrjað.
Bjarni Djurholm
hevur lagt málið fyri
landsstýrið, og um
tveir ár roknar hann
við, at tað verður frí
prísáseting í Føroyum
FLOGFERÐSLA
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í loftferðslu-
málum, hevur lagt eitt mál
fyri landsstýrið um at frí-
gera loftferðslu kappingina
í Føroyum.
Landsstýrismaðurin
væntar sær at fáa stuðul til
at gera kappingina full-
komiliga fría á loftferðslu
marknaðinum í Føroyum.
Landsstýrismaðurin sigur
seg rokna við, at tað ganga
eini tvey ár, áðrenn ætlanin
verður til veruleika. Hetta
skyldast, at tingingar skulu
vera bæði við Danmark og
ES. Ætlanini er nevniliga,
at Atlantic Airways eisini
skal kunna njóta sama
frælsi uttanlands sum onn-
ur feløg vilja kunna fáa í
Føroyum.
Flótandi prísir
Innan ES verður »Open
Skyes« nýtt. Hetta merkir,
at tað stendur øllum frítt at
flúgva og seta teir prísir
einum ynskir. Í Føroyum er
støðan langt frá tann sama.
Tað eru donsku loftferðslu
myndugleikarnir, ið góð-
kenna allar prísir á ferða-
seðlum. Tað tekur tretivu
dagar at viðgera tílíkar um-
sóknir, ið eru á borðinum
hjá Vinnumálaráðnum og
venda.
Í juni kom ein umsókn
um at fáa »flótandi« prísir á
Føroya-rutunum. Hendan
umsóknin er ikki liðug við-
gjørd enn. Bjarni Djurholm
sigur, at Atlantic Airways
fyrst skuldi hava møguleik-
an at gera viðmerkingar.
Nú Maersk-Air hevur tikið
avgerð um at gevast, so
heldur Bjarni Djurholm
ikki tað vera so nógv høpi í
umsóknini.
– Men vit høvdu viðmælt
umsóknini, sigur Bjarni
Djurholm.
Bert tvey feløg hava
loyvi at flúgva til Føroya.
Frá 31. oktober er eitt tílíkt
loyvi tøkt hjá øðrum at
søkja. Í skrivandi stund
frættist ikki um nakra
umsókn.
Spell
Tað er fatanin hjá lands-
stýrismanninum, at tað ikki
kemur væl, at Maersk-Air
hevur valt at gevast at
flúgva til Føroya.
– Tað er spell. Kapping er
tað besta fyri brúkaran,
sigur Bjarni Djurholm.
Hann heldur ikki, at
landsstýrið eigur at fáa
skyldina fyri avgerðina.
– Avgerðin, sum Maersk
hevur tikið, hevur einki við
okkum at gera. Føroya
rutan hóskar ikki til nýggja
bygnaðin hjá Maersk, sigur
Bjarni Djurholm.
Hann er greiðir yvir, at
leikluturin sum eigari av
Atlantic og myndugleiki
ikki hóskar væl saman í
hesum døgum, har markn-
aðirnir støðugt verða meira
opnir.
– Tað almenna eigur ikki
at vera partur av vinnulív-
inum, men umstøðurnar við
loftvegis fluttningi eru so
serligar, at vit hava hilda
tað verið best at halda fram
við verandi skipan. Men í
framtíðini er tað lætt at
ímynda sær, at aðrir eigarar
taka yvir, sigur Bjarni
Djurholm.
Magni við uppá tað
Stjórin fyri Atlantic Air-
ways, Magni Arge, er av
teirri áskoðan, at tað er gott
hugskot at frí kapping verð-
ur um flutning loftvegis til
og úr Føroyum.
– Vit hava sagt við
Vinnumálaráðið, at vit við-
mæla at latið verður upp
fyri fríari kapping í Føroy-
um, sigur Magni Arge.
Ynskið hjá Atlantic og
Magna er, at kunnu onnur
flogfeløg koma til Føroya
at flúgva, so vil føroyska
flogfelagi eisini sleppa at
hava rætt til at royna seg á
øðrum evropeiskum leið-
um, sum felagið hevur hug
at royna.
Frí kapping loftvegis í Føroyum
Tað verður frí kapping á Føroya rutunum um tvey ár, metir landsstýrismaðurin í
loftferðslumálum
C
M
Y
K
7
6
Prísirnir verða í
fyrstu atløgu ikki
hækkaðir, og í heyst
verða nýggj bílig til-
boð. Men bæði Euro-
bonus og Súluskipan-
in yvirliga valla
FLOGFERÐSLA
Heri á Rógvi,
heri@sosialurin.fo
Tað fær í fyrstu atløgu ong-
ar avleiðingar á prísin á
vanligu ferðaseðlunum, at
Maersk-Air gevst við at
flúgva til Føroya.
Hetta sigur stjórin fyri
Atlantic Airways, Magni
Arge. Síðani Atlantic byrj-
aði at flúgva í 1988 hevur
felagið allatíðina kappast
við Maersk-Air. Men nú
hevur felagið monopol á
loftvegis ferðslu til og úr
Føroyum.
Magni Arge leggur eina
við, at Atlantic Airways fer
at halda sama tænastustøði
sum áður. Í fyrstu atløgu
verða
fráferðirnar
hjá
Maersk
lagdur
afturat
skránni hjá Atlantic. Hetta
fer at merkja, at Atlantic
Airways fer at flúgva tvær
ferðir um dagin til Keyp-
mannahavnar í vetur. Enn
er so lítið fráliðið, síðani
tað endaliga kundi staðfest-
ast, at Maersk-Air gevst við
sínari flúgving til Føroya
31. oktober. Hetta ger, at
Magni Arge ikki kann siga
so nógv ítøkiligt um longri
framtíðarperspektiv. Men
fyrstu tíðina og helst eisini
longur fram í tíðini verður
ikki minni kapasitetur. Á
Føroya-rutunum.
Sum tað kann lesast aðra-
staðni á síðuni, so fer At-
lantic at bjóða tilboðsprísir
í heyst.
Í høvuðsheitum heldur
Magni Arge, at hendan
støðan er ein stór avbjóðing
fyri Atlantic Airways, og
teir ætla at gera nógv fyri at
halda verandi tænastustøði.
Bert ein bonusskipan
Kappingin á Føroya-rutun-
um hevur millum annað
merkt, at í fjør kom ein
nýggj bonusskipan, har
ferðandi hvørja sættu ferð
fingu ein ókeypis ferðaseð-
il. Samstundis er Atlantic
Airways við í Eurobonus
skipanini hjá SAS. Hendan
skipan umfatar onnur flog-
feløg í Star Alliance, og
kemur tað serliga væl við
hjá fólki, ið ferðast víðari
út í heim. Fyri ferðandi, ið
at kalla bert ferðast millum
Vágarnar og eitt nú Kast-
rup, gevur hendan skipan
ein ókeypis ferðaseðil eftir
seytjan ferðir á rutunum hjá
Atlantic, um so er, at ein
ikki keypir ein fult broyti-
ligan ferðseðil.
Magni Arge heldur ikki,
at tað er nakað serligt høpi í
at varðveita tvær bonus-
skipanir.
- Eingin avgerð er tikin
enn, men eg havi ongantíð
hildið, at tað riggar væl við
tveimum skipanum, sigur
Magni Arge. Hann ásannar,
at framtíðin við tveimum
bonusskipanum er ivasom.
Men eingin endalig avgerð
er tikin.
Síðst í hesum mánaði-
num verður nevndarfundur
í Atlantic Airways, og eftir
tann fundin roknar Magni
Arge við, at tað verður
greitt, hvussu verður við
bonusskipan og øðrum
viðurskiftum.
Enn er ikki alt komið upp
á pláss millum Maersk-Air
og Atlantic Airways. Eitt nú
spurningurin um, hvussu
verður við bonusskipanini
hjá Maersk er ikki komin
upp á pláss.
Spara
Í løtuni starvast eini hund-
rað fólk hjá Atlantic Air-
ways. Magni Arge roknar
við, at hetta tal mestur fer
at økjast til eini í øllum før-
um 115 fólk, nú felagið
skal økja um sítt virksemi.
Maersk-Air átti eini 35-37
prosent av ferðafólkum
millum Føroya og Dan-
mark. Hetta svarar til eini
50.000 fólk, ið Atlantic nú
ístaðin skal flúgva.
Við monopol støðu ber til
hjá Atlantic at fremja fleiri
sparingar.
- Vit kunnu fáa eina betri
javnvág millum vetur og
summar, og tað verður
kanska lættari hjá okkum at
skipa okkum. Men sam-
tundis skulu vit eisini inn-
rætta okkum at flúgva fleiri
túrar og økja um virksemi,
sigur Magni Arge.
Í vetur verður ikki neyð-
ugt hjá Atlantic Airways at
nýta fleiri flogfør enn tey
trý, felagið eigur í løtuni.
Men Magni Arge sigur, at
tað kann gerast neyðugt í
komandi summar at fáa til
vega eitt flog afturat.
Stuðla framhaldandi
Atlantic Airways hevur ver-
ið ein av føstum stuðlunum
í føroyskum ítrótti og til
mentanartiltøk. Við ongari
kapping, er tað kanska ikki
so týdnigarmikið hjá før-
oyska
flogfelagnum
at
marknaðarføra
seg
og
stuðla. Spurdur um hesa
nýggju støðu, sigur Magni
Arge:
- Eg havi ikki hugsað so
nógv hatta, men eg haldi,
vit hava ein áhuga í at gera
tað liviligt í Føroyum, sigur
Magni Arge.
Í løtuni verður samráðst
við FSF um eina nýggja
stuðulsavtalu, og har roknar
Magni Arge við, at Atlantic
framvegis fer at stuðla.
Magni Arge:
Ivasamt við bonusskipanum
Tilboð
í heyst
Atlantic Airways
fer í heyst at bjóða
nakrar bíligar
ferðir
TILBOÐ
Heri á Rógvi,
heri@sosialurin.fo
Seinnu árini hava før-
oyingar fingið møgu-
leikan at keypa bílígari
flogferðaseðlar ein part
av árinum. Soleiðis
verður eftir øllum at
døma eisini í heyst.
Enn er endaliga loyvið
ikki givið, men roknað
verður við, at tilboðið
verður veruleiki.
Kostnaðurin verður
1.867 krónur fyri viku-
skiftisferðaseðlar
og
2.367 fyri sokallaðar
Super Apex ferðaseðl-
ar. Afturat hesum prís-
um skulu leggjast av-
greiðslugjald.
Av
marknaðardeildini hjá
Atlantic Airways verð-
ur upplýst, at ætlanin
er, at prísirnir skulu
vera galdandi árið út.
Neyðugt verður ikki á
hesum sinni at ferðast
tvey saman.
Sølutreytirnar verða
tær somu sum við Apex
ferðaseðlum. Tað vil
siga, at ferðaseðlarnir
skulu bíleggjast eina
viku undan fráferð og
ferðaseðlarnir kunnu
ikki broytast.
Code-share
Atlantic Airways hevur
gjørt eina samstarvsav-
talu við Maersk-Air.
Hetta er ein sokallað
code-share
avtala.
Handan heitið býr tann
týdningur, at tað fer at
verða
møguligt
at
keypa ferðaseðlar til
eitt nú Nice úr Føroy-
um frá Maersk-Air, har
Atlantic flýgur ferða-
fólk fyrsti teinin til
Danmarkar.
Hvørjir
prísir verða galdandi er
ikki greitt enn, men
Magni Arge, stjóri fyri
Atlantic Airways, sigur,
at keypararnir fáa góð-
ar treytir. Maersk-Air
flýgur til nógv ferða-
mál í serliga suður Ev-
ropa úr bæði Keyp-
mannahavn og Billund.
Á
skrivstovuni
hjá
Maersk-Air í Føroyum
kunnu tey ikki upplýsa
nakað, hvørjir prísir
verða galdandi. Somu-
leiðis er ikki greitt,
hvussu verður hjá fólki,
har tað restar í at fáa
fimm súlur hjá Maersk.
SAS vísir áhuga
Við blaðið Børsen sigur, at stóri flogfelag SAS heldur,
at tað kundi verið spennandi at flúgva til og úr Føroy-
um. Susanne Larsen, stjóri í SAS, sigur við Børsen, at
metir felagið Føroya rutuna vera ein góðan handil, so
vil SAS fara inn á hetta økið.
Magni Arge verður eisini
flogbossurin á Føroya-
rutunum, og tað tekur hann
sum eina stóra avbjóðing.