leygardagur 7. august 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 148 - 7. august 2004
Nr. 148 - 7. august 2004
9
at fara at kanna, hvussu
støðan á føroysku firðunum
er í dag. At valið fall á
Fuglafjørð, komst av, at
Fuglafjørður er ein virkin
vinnubýur við fleiri ym-
iskum virkjum, eitt nú við
fóður- og sildamjølsfram-
leiðslu, vanligari fiska-
framleiðslu,
alivirkjum,
ruskplássi og impregner-
ingsvirki. Aftrat hesum
hevur Fuglafjørður, sum
aðrir býir, húsarhaldsfrá-
rensl.
– Kanningin, sum vit
gjørdu í fjør summar, fevnir
um árin á dýralívið á botni
frá lívrunnum tilfari. Hon
fevnir ikki um dálking við
tungmetallum og øðrum
eiturevnakendum evnum.
Havlívfrøðiliga Roynd-
arstøðin býtti Fuglafjørð
upp í hóskandi partar, og 98
sýnistøkustøðir vórðu lagd-
ar javnt um allan fjørðin – í
eitt sonevnt rútamynstur.
– Av tí, at vit framman-
undan mettu, at líkindini
fyri dálking vóru størst inni
á fjørðinum, vórðu flestu
støðirnar lagdar har.
Jan sigur, at ætlanin var í
trimum pørtum, 1) pH og
redoks-kanningar, 2) Kann-
ing av nøgdini av lívrunn-
um tilfari og 3) Dýralívs-
kanningar.
– pH og redoks-mátingar
eru lættar at gera, og úr-
slitið er til taks beinan-
vegin. Av tí, at hesar kann-
ingar geva eina góða mynd
av botnstøðuni, ber til at fáa
eina skjóta og breiða støðu-
mynd. Út frá úrslitinum av
pH og redoks-mátingunum
varð støða tikin til, hvar
sýnið skuldi takast til tær
meira neyvu dýralívskann-
ingarnar. Vit valdu eisini at
taka sýni til evnafrøðiligar
kanningar av gløðitapi,
køvievni og fosfori, sum
skuldu undirbyggja eina
samanlagda
niðurstøðu
sum lýsti dálkingarstøðuna
á Fuglafirði.
Dýr á botni
Lívrunna
tilfarið,
sum
endar á botni, kann stava
frá ymiskum keldum. Við
rákinum verður gróðurin í
sjónum førdur inn á firðir
og sund, og tá kann bæði
tað sum doyr, skarn og
annað avfall søkka niður á
botn. Inni á firðum legst
ofta nógvur tari, og hesin er
ofta eitt týðandi ískoyti til
samlaðu nøgdina av lív-
runnum tilfari á botni.
– Inni á firðunum kann
eisini vera eitt týðandi
ískoyti frá mannaelvdum
virksemi, eitt nú kloakk-
skipanum, frárensli frá
fiskavirkjum, avlopsfóðuri
og skarni frá alivirkjum.
Hetta tilfar kann vera ført
til havs, um streymviður-
skiftini eru góð, men kann
eisini leggjast á botnin, har
streymurin ikki er so
harður.
Jan vísir á, at niðurbrót-
ingin av lívrunna tilfarinum
fer í høvuðsheitum fyrst
gjøgnum
føðiketur
við
teimum størru dýrunum,
har tilfarið verður tæað
sundur í smærri bitlar og
síðan endaliga niðurbrotið
av teimum smæstu verun-
um, einkyknudýrum, bak-
terium og soppum.
– Dýrini liva bæði á botni
og í botninum, har tey við
sínum virksemi velta botn-
in og harvið súrevnisseta
hann, sum tað verður rópt.
Høvdu dýrini ikki verið,
hevði verið lítið av súrevn-
um í botninum.
Hann sigur, at har lítið
ella einki súrevni er í botn-
inum, liva eingi størri dýr,
og lívrunna tilfarið verður
niðurbrotið av smáverum,
ið ikki nýtast súrevni.
– Henda gongdin er
nakað seinni, enn tá ið
súrevni verður brúkt í
niðurbrótingini, men er
heilt vanlig og í vavi nógv
týdningarmiklari enn nið-
urbróting við súrevni.
Jan sigur, at tað er bert í
teimum ovastu fáu senti-
metrunum, at súrevni verð-
ur brúkt til niðurbróting.
– Undir óhepnum um-
støðum kann svávulvetni
(H2S) verða gjørt niðri í
botninum. Svávulvetni er
sera eitrandi fyri størri dýr,
og um illa vil til, kunnu
bæði botndýr og fiskur
doyggja.
Hann vísir á, at kemur ov
nógv lívrunnið tilfar á botn,
verður súrevnistrot. Botn-
urin doyr, og tær ikki-súr-
evniskrevjandi
gerðirnar
fáa yvirvág.
Dálkingareyðkenni
Jan Sørensen sigur í frá-
greiðingini, at ávís dýra-
sløg verða ofta sett í sam-
band við dálking.
– Talan kann vera um
einstøk dýrasløg, men eis-
ini um bólkar av skyldum
sløgum. Kendasta av hes-
um sløgum er uttan iva
bustmaðkaslagið, capitella
capitata. Hetta slagið sæst
ofta, har nýkomið lívrunnið
tilfar er í óvanligum nøgd-
um, eins og slagið eisini
sæst, har eitt hvørt er sum
órógvar.
Hann sigur, at í samband
við aling verður eitt annað
av
bustmaðkasløgunum,
Malacoceros fuliginosus,
hildið at boðað frá dálking.
– Men yvirhøvur er tað tó
so, at nógv dýrasløg – og tá
serliga bustmaðkasløgini –
verða sett í samband við
dálking. Tó er talan ikki
altíð um tey somu sløgini, tí
tað er ymiskt frá øki til øki,
hvussu umstøðurnar vóru
júst tá.
Jan sigur, at úrslitið av
dýralívskanningini vísir, at
samanlagt vóru 168 individ
av capitella capitata og 16
individ av malacoceros
fuliginosus.
– Hetta kann tó ikki
metast sum nakað greitt
tekin um dálking, tí talið er
lutfalsliga lítið.
Av tí, at ymisk sløg sum
nevnt kunnu boða frá
broytingum – eisini nátúr-
ligum broytingum, hugdi
Havlívfrøðiliga Royndar-
støðin í sínum kanningum
eisini at, hvørt nøgdirnar av
ávísum dýrasløgum vóru
merkisverdar. Sløgini, sum
í kanningini á Fuglafirði
onkursvegna
sýntust
áhugaverd, vóru eini 14 í
tali.
– Men úrslitini frá dýra-
lívskanningini benda ikki á
dálking á Fuglafirði, sigur
leiðarin
á
Lívfrøðiligu
Royndarstøðini í Kaldbak,
Jan Sørensen.
- Samanbera vit
dálkingarstøðuna í
dag við, hvussu hon
var fyri 100 árum
síðan, er lítið at ivast
í, at føroysku firðirnir
onkursvegna eru
ávirkaðir av, hvussu
vit liva í dag. Tað ber
tó illa til at siga,
hvussu nógv støðan
er broytt, tí kann-
ingar eru ikki gjørdar
sum lýsa, hvussu
støðan var fyri 100
árum síðan, sigur
leiðarin á Havlív-
frøðiligu Royndar-
støðini í Kaldbak, Jan
Sørensen, sum nú
hevur skrivað eina
frágreiðing um
kanningarnar, ið
Biofarið gjørdi á
Fuglafirði fyri góðum
ári síðan. Niður-
støðan í kanningini
er, at botnurin á
Fuglafirði er ikki
dálkaður, hóast
nógvur ídnaður leingi
hevur verið í býnum
KANNING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í juni mánaða í fjør vóru
umboð fyri Sosialin á kann-
ingarferð á Fuglafirði sam-
an við manningini á Bio-
farinum hjá Havlívfrøðiligu
Royndarstøðini í Kaldbak. Í
góðveðrinum hendan dagin
vóru vit við, meðan mann-
ingin gjørdi kanningar av
lívrunnari dálking. Hetta
var ein áhugaverdur túrur,
har vit skiftu orð eitt nú Jan
Sørensen, leiðara á Hav-
lívfrøðiligu Royndarstøðini
og Guttorm Djurhuus, sum
hevur gjørt uppgávur fyri
stovnin.
Eins og øll onnur, sum
vóru við bátinum hendan
dagin, var Jan bæði blíður
og fryntligur, og Guttormur
Djurhuus er altíð áhuga-
verdur at lurta eftir, ti hann
veit ein hóp um alt, sum
livir og andar.
Tað tekur sína tíð at
kanna alt tilfarið, sum
kemur frá slíkum kanning-
um, men longu tá ið Bio-
farið hevði kannað Fugla-
fjørð í nakrar dagar, tordi
kanningarleiðarin,
Jan
Sørensen, at staðfesta, at
Fuglafjørður so at siga ikki
er dálkaður.
Nú – eitt gott ár seinni –
fyriliggur so frágreiðingin,
og í endanum av niður-
støðuni stendur, at "…
kanningarnar
yvirhøvur
sýndu, at botnurin á Fugla-
firði er so at siga ikki dálk-
aður…"
98 støðir
Í frágreiðingini, sum Jan
Sørensen hevur skrivað,
verður sagt, at kanningin á
Fuglafirði fevndi um 98
ymiskar støðir, sum vórðu
skipaðar í eitt regluligt
rútamynstur um allan inn-
ara partin av fjørðinum.
– Á øllum hesum støðum
varð sonevnda pH og
redoks potentialið mátað.
Evnafrøðiligar kanningar
vórðu gjørdar á 20 út-
valdum støðum, og dýra-
lívskanningar á 8 ymiskum
støðum.
Jan sigur, at úrslitið av
pH og redoks-mátingunum
góvu ongar ábendingar um
dáking. Hinvegin vístu allar
mátingar, at støðan var
natúrlig.
– Evnafrøðiligu kanning-
arnar fevndu um tað, sum
rópt verður gløðitap –
samlað køvievni og samlað
forfor í sýnunum. Gløðitap
er tann mongdin av lív-
runnum tilfari, sum brenn-
ist burtur, tá ið tilfarið
verður hitað upp í 550 stig í
umleið fimm tímar. Gløði-
tapið verður givið sum vekt
ella prosent av turrevn-
inum. Flestu mátingarnar
vístu, at innihaldið av lív-
runnum evnum var nakað
oman
fyri
miðal
fyri
føroyskar firðir, og einstøk
sýn vístu tøl, sum kundu
bent á dálking. Tvey sýn
vístu tøl, sum bendu á
dálking frá aling. Hinvegin
bendu dýralívskanningar-
nar ikki á nakra dálking.
Jan sigur, at samanbera
vit dálkingarstøðuna í dag
við, hvussu hon var fyri
100 árum síðan, er lítið at
ivast í, at føroysku firðirnir
onkursvegna eru ávirkaðir
av, hvussu vit liva í dag.
– Tað ber illa til at siga,
hvussu nógv støðan er
broytt, tí kanningar eru ikki
gjørdar sum lýsa, hvussu
støðan var.
Hann vísir á, at í seinnu
helvt av 1920-unum vórðu
umfatandi dýralívskann-
ingar gjørdar á føroyskum
firðum. Úrslitini eru givin
út í bókaverkinum, "Zoo-
logy of the Faroes".
- Í verkinum sæst, at 109
ymisk sýni vórðu tikin á
eitt nú Trongisvágsfirði, og
tað merkir, at fjørðurin er
væl kannaður.
Jan sigur, at við hesi
kanning í huga gjørdi Hav-
lívfrøðiliga Royndarstøðin
í 1998 kanningar, sum
høvdu til endamáls at sam-
anbera djóralívið við støð-
una, sum hon var um ár
1930. Tíverri vísti tað seg,
at fjørðurin var so mikið
illa fyri, at tey støðini, sum
í
gomlu
kanningunum
høvdu víst seg at vera fjøl-
broyttast, ikki vóru at
kenna aftur í 1998, tí botn-
urin var nærum deyður.
– Hetta dømi vísir, at
støðan er broytt á Trongis-
vágsfirði. Hvussu støðan er
aðrastaðni
í
Føroyum,
kunnu vit bert gita um.
Men helst er hon ikki hin
sama sum fyri 100 árum
síðan.
Fuglafjørður
Jan sigur, at á Havlív-
frøðiligu Royndarstøðini
hildu tey tað vera áhugavert
Úrslitið fyriliggur: Fuglafjørður er ikki dálkaður
Manningin á Biofarinum, sum kannaði
botnviðurskiftini á Fuglafirði síðsta
summar. Tey vóru øll bæði fryntlig og
fyrikomandi
Mynd: Jens Kr. Vang
Hóast nógv virksemið hevur verið í Fuglafirði í mong ár, bendir einki á, at botnurin er dálkaður
Mynd: Jens Kr. Vang
Tað var áhugavert at fylgja manningini á Biofarinum, meðan tey gjørdu sínar kanningar
Mynd: Jens Kr. Vang
Sosialurin var við Biofarinum tann eina dagin á Fuglafirði, tá ið fólk frá Havlívfrøðiligu
Royndarstøðini í Kaldbak gjørdu sínar kanningar
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
9
8