Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. august 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 148 - 7. august 2004 Nr. 148 - 7. august 2004 11 Í eini tíð har tað gongur niður á bakka í búskapi okkara kemur tað altíð væl við at hoyra røddir, sum kortini síggja eina framtíð á hesum klettum. Eisini og kanska ikki minst tá talan er um røddir uttan úr heimi. At út- lendsk vinnulívsfólk og vinnufeløg uttan fyri landodd- arnar síggja Føroyar sum eitt møguligt framtíðar vakstrarpotentiali er bæði gott og hugaligt. Ikki tí – tað eru vit sjálvi, sum skulu byggja land, men heimurin er vorðin minni og mørk eru flutt, soleiðis at íleggjarar og kveikjarar til vinnulívsmenning eru ikki longur so jarðbundnir, at teir bert vilja fremja sítt virksemi í sínum egna umhvørvi. Tað eru slíkar broytingar, sum vit eiga at troyta og fáa gagn av. Úttalilsini hjá einum av mest framstandandi norsku vinnulívsmonnunum, ovasta stjóranum í risafyritøkuni Statoil og skjótt eisini ovasta leiðara fyri øllum norsk- um vinnulívi, Erling Øverland, her í blaðnum boða frá góðum. At ein so mikið stór og spennandi fyritøka sum norska Statoil vil satsa vitan, pening og orku uppá at menna sítt virsksemi í Føroyum eru áhugaverd signal at senda út í eini tíð, har vit føroyingar dag og dagliga verður díktir undir við ófrættatíðindum um, hvussu ill- ani stendur til í alivinnuni og fiskivinnuni. Hóast vit eisini hoyra bæði búskaparfólk og politikarar siga, at vit hava ein sunnan búskap, so svitast ikki, at stórir partar av búskapinum rilla. At alivinnan, sum hevur átti umleið 25% av búskapinum, um nøkur fá ár skal syndrast og einki geva til samlaða búskapin er ein ó- hugnalig hóttan. Fyri ikki at tosa um vánaligu prísirnar í fiskivinnuni og nú eisini óvissuna um fiskastovnar- nar. Tað er sjálvandi ikki at fella í fátt. Vit eru von við upp- og niðurgangstíðir. Men harfyri er hugaligt, at tað kortini í grannalondum okkara, sum vit hava havt sam- skifti við í øldir, koma postiv signal. Statoil er so vónandi bert ein av mongum útlendskum fyritøkum, sum vil gera íløgur í Føroyum og stuðla undir virksemi her. Felagið hevur sum er í sambandi við oljuleiting lagt seg eftir at stuðla undir gransking og útbúgving. At tað vil halda fram við hesum og eitt nú vónandi vera við til at menna eitt granskingarum- hvørvi her á landi er kærkomið. Eisini at tað vil koma henda vegin við síni vitan og aðrari orku í sambandi við menning av alternativum orkumøguleikum er eisini kærkomið. Tað er nettupp á slíkum økjum, at vit skulu vera við, soleiðis at vit við hesum eisini kunnu fáa bú- skapinum fleiri bein at standa ella betri ganga á. Tað er greitt, at alt hetta kemur fyri ein part í kjalar- vørrinum á tí spennandi leiting, sum er á land- grunninum eftir kolvetnum. Latið okkum nú vóna, at ikki bert hetta stóra norska felagið verður við í kom- andi leiting, men at eisini mong onnur feløg vera við. Hetta krevur so eisini ein innsats frá okkara egnu myndugleikum, og her er komandi oljumessan í Noregi so eitt gott høvi at markanaðarføra í fyrsta lagi undir- grundina, men harvið eisini Føroyar sum framtíðar menningarøki innan tøkni, gransking o.a. Góða eydnu. DAGSINS MEINING Sosialurin Áhugaverd signal VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Petur S. Johannessen Fyrst vil eg takka Johan Mortensen fyri at hann roynir at koma við sera góðum hugskotum um framleiðslu, tað manglar í stóran mun í Føroyum, og at hann áhaldandi tímir at vísa á, hvat er galið við stýringini og hugburðinum í hesum landinum. Tað vísir seg at sera fáir politikarir skilja hetta, tí manningin har er so gott sum bert lærar og akadem- ikarar, ikki fyri at seta niður á hesar, og tískil ikki hugsa sum ein vinnulívsmaður ger, men tað eru nakrir har kortini, og vit mugu seta okkara vón til at hesir kunnu flyta nøkur mørk. Eg má einaferð enn vísa til tað sera klossutu viðferð Johan Dahl fekk frá løg- manni og sínum egna bak- landi, tá ið hann bleiv settur frá sum fiskimálaráðharri, her er ein vinnulívsmaður, sum veruliga vil nakað og kann nakað, og veit hvat skal til fyri at vinnan skal kunna hepnast, og kann virka fyri at vit kunnu fáa tillaga karmarnir so vinnan kann nýta teir fyrimunir sum eru, men man er uppá móti so stórum kreftum í hesum samfelagnum, at tað ikki letur seg gera at fáa hetta samfelagið at virka, og hugsa ótraditionelt, úr- slitið og veruleikan kenna vit. Vit eru helst tað einasta landi- á norðaru hálvkúlu, sum enn heldur fast um tann kommunistiska tanka- gangin í USSR, har vinnu- lívið alt er alment, soleiðis sær tað út til at okkara politikarir og partar av vinnuni vilja hava tað, hvat man liggja aftanfyri, ja, sum maðurin segði, ein sera áhuga- verdur spurn- ingur? Tað merkir, at ógvuliga nógir mennisjaligir resursir ikki verða útnyttaðir, og hetta er ein skandala, oftani verður tosa um, hvar alt tað útbúna fólki endar, tað koma jú nógv nýggj til Føroyar hvørt ár, tí eingin sær nakað til hesi aftur, jú sum flest vita, enda hesi í tí almennu umsitingini í Tórshavn, sum altíð tørvar fólk, og enda hesi tí sum ein slags robottar í umsit- ingini, hví tað, hesi fáa sær hús í Tórshavn, sum kosta nógv, og velja tí tað sikru loysnina, at verða í arbeiði í umsitingini hjá tí almenna, og harvið klára hvørjum sínum sítt, alt gott um tað, men hesi koma tí ikki at verða partur av tí harliga tiltrongdu nýhugsan, sum vit hava brúk fyri, sagt sera fírkantað, tað almenna tekur sær av hesum fólkum frá vøggu til grøv, og koma hesi ongantíð út í vinnu- lívið, tey liva í ein slags kuvøsu tilstandi, og er hetta sera harmuligt. Vit hava brúk fyri ígongdsetarum, og her má tað almenna inn at hjálpa fíggjarliga og fagliga, so at tað gerst lættari hjá ígongd- setarinum at byrja, vit kunnu taka stórfyritøkuna Marel hvussu hon byrjaði, jú við at nakrir menn fingu løn frá tí almenna, í eitt av- marka áramál, meðan teir mentu hugskoti hjá sær til veruleika, hesin fíggjarligi styrkur hevur skapt stór- fyritøkuna Marel, hví hugsa vit ikki soleiðis, vit hava brúk fyri at hugskot verða ment alla tíðina, ikki øll koma til at hepnast, men um nøkur gerða tað, er endamálið rokki, og nógv arbeiðspláss kunnu spyrjast burturúr, og harvið inn- tøkur til komunurnar og landið. Tað eru slíkir tankar sum Johan Dahl og Johan Mort- ensen hava, og eg veit at nógv fólk hava nógv góð hugskot, sum kundi verði realiserðaði, men tey seta seg ikki før fyri at fara í holt við hetta, vit í Vági hava brúk fyri eini skipan, sum kann menna hesi hug- skot til veruleika í Vági, og hetta mugu vit gerða sjálvi, og sum eg í míni síðstu grein, royndi at greiða frá, vit mugu sjálvi finna loysn á trupulleikunum í Vági, tí tað er eingin loysn at bíðja eftir í almenna, tað haldi eg at vit í Vági hava ásanna efturhondini, tí mugu vit bróta úr nýggjum, og hugsa alternativt, og vit góðum tresti herja á at fáa alterna- tivar/etablerðaðar vinnur, og hervið arbeiðspláss til bygdina. Ein felagskommuna í Suðuroy er eingin haldbar loysn upp á longri sikt fyri Vág, vit skulu heldur leggja áherslu í at menna okkara egnu bygd Vág, so vit kunnu fáa nøgdsemi í okk- ara komunu. Føroyar einasta kommunistiska landi eftir á norðaru hálvkúlu Harry Foss Hon sær møguleikar í hvørjum trupulleika. Hann sær trupulleikar í hvørjum møguleika. Hvør er jaligur? Hvør er neiligur? Tørva teimum ikki hvørt annað? Vísdómur hansara fær hana at hugsa: – Leyp ikki framav! Vísdómur hennarar fær hann ikki at steðga upp: – Halt fram! Í Forum við dyrnar lá posakloddi, tá óvitin óræddur gáttina troddi. Nú snjóhvít mátta úr garvaðum skinni forðar piltinum trygd og leik inni. Í forum var trappa ein slípaður steinur, av dagligu gongu hildin varð reinur. Nú skúraðar flísar í túninum skína, djarvastu gestir piprandi tær trína. Tørva hvønn annan Mikkjal Helmsdal vil misnýta sín almenna stjórasess til at máa støðið undan tjóðskapar- ligum og politiskum strevi. Maðurin má steðgast Sjúrður Skaale Tað ræður um at fáa før- oyingar at lesa danskar avísir og vikubløð. Hetta var eitt av tilmæl- unum frá ráðgeva forsætis- ráðharrans, Niels Arup, tá hann eftir kríggið gav donsku stjórnini ráð um, hvussu Danmark kundi varðveita fullveldið yvir Føroyum. Tí Arup visti, at eydnaðist tað at gera før- oyingar bundnar at dansk- ari andaligari føði, var lítið hugsandi, at teir fóru at vilja skapa sín egna polit- iska samleika. Og tí fóru teir at góðtaka, at tað ikki var Føroya fólk, men danski staturin, sum hevði fullveldi yvir Føroyum. Fyribrigdið er væl kent. Tað kallast mentanarimper- ialisma. Tað byggir á tann veruleika, at mentanarligur samleiki og politiskur sam- leiki hanga saman. Tá tann mentanarligi samleikin hjá einum fólki kámast, kámast eisini tann politiski sam- leikin. Tí er ein sterkur mentanarligur samleiki for- treytin fyri, at eitt fólk strembar móti at fáa fult vald í egnum landi. Soleiðis er eisini í Føroy- um. Kravið um føroyskt tjóðarfrælsi byggir á ta grundleggjandi fatan, at vit eru ein serstøk tjóð við okkara egna mentanarliga samleika. Mentanarlig og politisk stremban ganga hond í hond. Hóast vit í dag hava eina sambandssamgongu, sum hvørki tykist hava mið ella mál, so er veruleikin, at Føroya fólk trý løgtingsval á rað hevur givið full- veldisflokkunum meiri- lutan. Tað er at vera errin av. Men tað hevði verið óhugsandi, var tann ment- anarliga og málsliga kjøl- festan ikki so góð. Men tað er ikki av tilvild, at vit hava fótað okkum sum tjóð. Føroyingar hava stríðst fyri at varðveita og menna sín egna samleika. Hevði líkasælan valdað, høvdu vit langt síðani havt mist okkara mál. Í dag er mentanarliga ávirkanin sterkari enn nakrantíð. Og so mikið størri er uppgávan. Skal okkara arvur og samleiki ikki kámast og hvørva, er neyðugt at verja hann. Ikki við at steingja nakað úti, men við at styrkja okkara egna. Lego-sjónvarpið Tað burturav týdningar- mesta, tá um mál, mentan og tjóðskaparligan sam- leika ræður í dag, er sjón- varp. Sjónvarp hevur nógv- ar ferðir størri týdning enn t.d. fólkaskúlin. Um allan heim savnast fólk um sjón- varpið í fleiri tímar um dagin. Tað hevur við sær, at smá mentanarøki, sum vilja verja sín samleika, dubba síni sjónvarp til tess at tryggja, at fólk fáa so nógv sum gjørligt av tíðindum, upplýsing og undirhaldi á egnum máli og við støði í egnum veruleika, egnum virðum og egnari mentan. Jú minni ein tjóð er, jú størri er vandin fyri, at hennara tjóðskaparligi samleiki hvørvur. Men jú minni ein tjóð er, jú minni orku hevur hon eisini at nýta til at seta egið tilfar í sjónvarpsskíggjan. Tað er hesari felluni, Føroyar standa í. Vit eru fá og viðbrekin og hava stóran tørv á føroyskum ella før- oyskaðum sjónvarpi. Men orkan er lítil. Politiska valdið í Føroy- um hevur ongantíð skilt, hvussu týdningarmikið sjónvarp er. Tað er Lego- konstruktiónin av bygning- inum í Vørðsluni besta dømi um. Eingin vilji var at játta pengar til eina heild- arloysn, og tí hevur SvF høli, sum bæði eru nógv dýrari og nógv verri, enn tey kundu verið. Tá tað snýr seg um inni- haldið í SvF, hevur heldur ikki verið nøkur politisk visión. Alt hetta vita vit. Og tað er syndarligt. Men at politikararnir ikki vilja játta pengar, gevur ikki Mikkjali Helmsdal rætt til at gera okkara al- menna sjónvarp til ein satelitt hjá Danmarks Radio. Ger hann álvara av hesum, er hann púra óegn- aður at vera skipari á fremsta mentanarstovni í landinum. Føroyingar eru danir Verður ætlanin - ella hóttanin - hjá Mikkjali sett í verk, verður føroyskt tjóð- skaparstrev fyri øgiligum afturstigi. Okkara almenna sjónvarp fer einki spurnartekin at seta við tað, sum verður sent. Tað fer ikki at seta nakað fingramerki á tað. Tað einasta vit yvirhøvur fara at vita um tað, sum almenna sjónvarpið fer at senda, er, at tað er danskt! Føroyingar fara at súpa akkurát somu súpan, sum danir - og samstundis sum danir. Uttan mun til, hvussu óviðkomandi tað er. Verk- føll millum lærarar í Vejle, og trupulleikar á skúlunum í Næstved. Vit fáa undir- hald og upplýsing um danska samfelagið á donsk- um, samstundis sum danir. Ella samstundis sum hinir danirnir, rættari sagt. Tí fer SvF inn á ta kós, sum nú er fráboðað, so má av- gerðin byggja á ta greiðu fatan, at føroyingar eru danir. Hví skuldu vit annars nýtt okkara almenna sjón- varp sum satelitt hjá tí al- menna danska sjónvarpin- um? Og eitt er ið hvussu er vist: Verður hetta sett í verk, er eingin ivi um, at føroyingar fara at kenna seg støðugt meira sum danir. Tí tú ert tað, tú etur. Og tað er serliga galdandi fyri tað mentanarligu føðina. Við ætlanini hjá Mikkjali verða føroyingar, so segði onkur, danir innaní. Tað skilst, at tveir-tríggir tímar við føroyskum tilfari skulu vera um dagin. Tað er júst sum hjá øðrum dønum. Teir fáa eisini, umframt landstilfarið, eina sending við lokalum tilfari á TV2 hvønn dag. Nú fara - eins og tey gera í Rønne og í Stubbekøbing - teir "dansk- ere, der er hjemmehørende på Færøerne", at fáa sína sending við lokalum tilfari hvønn dag. Myndin hjá SvF verður, at føroyingar eru ein sam- runnin partur av donsku tjóðini, sum kortini líkist nakað frá orsakað av geo- grafisku frástøðuni, og tí tað lokala málið er øðrvísi. Føroyingar eru danir við frábrigdum. Arup í 3. potensi Í Grønlandi hava tey valt ta loysnina, sum Mikkjal Helmsdal tosar um. Anda- liga føðin hjá grønlend- ingum - bæði úr út- og sjónvarpi - er í stóran mun danskt undirhald og donsk upplýsing um lokal donsk mál. Teirra andaliga føði hevur ikki støði í teirra egna veruleika, men veru- leikanum í einum landi, sum liggur 4.000 kilo- metrar burturi. Í dag er tað meira enn nakað annað sjónvarp, sum bindir tjóðir saman. Og tá ein grønlendingur hyggur í sjónvarp, er hann í júst somu støðu sum ein dani. Ein grønlendingur verður soleiðis gjøgnum sjóvarpið bundin at donsku tjóðini. Hetta hevur við sær, at tað er ósamsvar millum tað lívið, ein grønlendingur livir, og ta andaligu føðina, hann tekur til sín. Hann er dani inni, men grønlend- ingur úti. Og tað verður ikki samsvar fyrr enn tann dag, hann flytir til Dan- markar. Okkara almenna sjónvarp sendir eisini alt ov lítið av føroyskum tilfari. Og alt ov nógv av donskum. Í staðin fyri at víðka okkara sjónarring, styrkir SvF heimføðisásin Føroyar- Danmark. Men støðan er frægari enn í Grønlandi. Donsku sendingarnar í SvF eru hóast alt útvaldar. SvF gevur ikki tí, sum hyggur, kensluna av, at hann hoyrir til donsku tjóðina. Men tað fer føroyska sjónvarpið at gera, um Mikkjal Helmsdal fær sín vilja. Og tað hevur ikki bara týdning fyri okkara mál, mentan og samleika. Tað hevur sanniliga eisini politiskan týdning. Tað er ikki av tilvild, at Sjón- varpsstjórin síðstu vikurnar er vorðin hetja millum die- hard sambandsmenn. Tað verður jú ætlanin hjá Niels Arup, sum verður sett í verk - í 3. potensi. Einki sjónvarpsgjald Hvønn týdning fer tað at fáa, at okkara almenna sjónvarp gerst ein satelittur hjá DR? Well, vit kunnu bara ímynda okkum hvønn týdning tað hevði havt, um útvarpið - soleiðis sum nøkur ynsktu - hevði verið ein satelittur hjá DR øll hesi árini. Tíbetur hevur útvarpið havt leiðarar, sum hava skilt, hvussu týdningar- mikil teirra uppgáva hevur verið fyri føroyska tjóðar- bygging. Mikkjal Helmsdal má fáast at skilja, at hansara uppgáva er enn størri. Hann sigur, at SvF fær ov lítið av pengum. Tað er helst rætt. Kanska vil Mikkjal við síni hóttan provokera polit- ikarar og almenning, og tvinga málið um pengar til sjónvarpið á dagsskrá. Men so kundi hann gjørt tað á annan hátt. Hann kundi t.d. í eina tíð sløkt sendaran, tá hann einki føroyskt tilfar hevur at koyra á skíggjan. Tá høvdu øll sæð, hvussu nógv fæst fyri pengarnar. Ella rættari: hvussu nógv fæst fyri pengarnar við verandi skipan, leiðslu og manning í SvF. Men Mikkjal hevur ong- an rætt til, í berari provoka- tión, at misnýta tann al- menna stovn, hann hevur fingið leiðsluna av, til beinleiðis at máa støði undan tí tjóðskaparliga og politiska strevi, sum er og verður gjørt her á landi. Ger hann tað kortini - og verður hann ikki steðgaður politiskt - er púra upplagt, at ósamdir hyggjarar provo- kera afturímóti, og nokta at gjalda sjónvarpsgjald. Eg vænti, at teir verða nógvir í tali. Samgongan herðir trýstið á tær lágu inntøkurnar Annita á Fríðriksmørk løgtingskvinna Tjóðveldisfloksins. Tey, sum hava inntøkur niðanfyri 200 túsund árliga koma ikki at merkja nakað til skatta- lættan, sum verður veitt- ur frá 1. januar komandi ár. Samgongan hevur eina undirskrivaða av- talu um, at tey, við teim- um lágu inntøkunumm ikki skulu upp í part á hesum sinni. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum upplýsti enn einaferð í tinginum undir viðgerð av løg- mansrøðuni, at skatta- lættin kemur at raka soleiðis, at jú meira tú forvinnur, jú meira fert tú at fáa í lætta. Tvey dømi hann m.a. vísti á, vóru tey, sum forvinna ávíkavist 170 túsund krónur, - sum er ein vanlig arbeiðs- mannaløn, og so tey, sum forvinna 400 tús- und krónur. Munurin verður so- leiðis, sambært lands- stýrismanninum í fíggj- armálum: • Ein inntøka á 170 tús- und krónur árliga fer at fáa ein skattalætta á 1600 krónur árliga • Ein inntøka á 400 túsund krónur árliga fer at fáa ein skatta- lætta á 30.000 kr • Munurin á skattalætt- anum hesar báðar inn- tøkurnar fáa er sostatt 28.400,-krónur. Andstøðutingfólk vísti aftur og aftur á, hvussu skeivt hetta rakar. Men tað var sum at tala fyri deyvum oyrum. Umboð fyri allar samgongu- flokkarnar skiftust um at verja skattaavtaluna. Teir søgdu m.a., at tað bar ikki til at geva ar- beiðaranum skattalætta, so leingi hann onki rind- aði í skatti. Eg veit ikki, um Før- oya Arbeiðarafelag hoyrdi orðaskifti, men soleiðis var sagt fleiri ferðir av samgongu- monnum: "tað ber ikki til at geva arbeiðaranum skattalætta, so leingi hann onki rindar í skatti". Ikki bara er hetta ósatt, men so út av lagi niðursetandi fyri tað arbeiðandi fjøldina. Tí er tað nakar, sum fult út rindar tann skatt, teim- um er álagt við pro- gressivu skattaskipan okkara, so er tað tíma- lønti arbeiðarin og tey, sum liggja niðanfyri 200 túsund krónur. Øll vit, sum liggja omanfyri lat okkum siga 350 túsund krónur, hava hvør í sínum lagi fyrimunir, sum tímalønti arbeiðarin ongantíð sleppur nær námind av, men noyðist at rinda sjálvur. T.d fríar ferðir uttanlanda bíði- løn, 15 % í skattalætta, ferða- og kostpengar, fría fartelefon osfr. Ongin fær alt hatta, men útivið øll við høgum inntøkum fáa okkurt av hasum. Skattalættin til lágar inntøkur uppetin í prís- vøkstri Tað, sum samgongan heldur ikki skilir, er, at táið skattalættin verður givin á 240 milliónir krónir, kemur hetta av sær sjálvum at merkja, at vit fáa ein prísvøkstur á vørum og tænastum. Tann, sum tá fær 30 túsund í skattalætta, fer uttan iva at kunna fíggja hendan prísvøkstur, utt- an at merkja ein neyðug- an niðurskurð í daglig- degnum. Men hjá ar- beiðaranum, sum fær ein skattalætta á 1600 krónur verður lættin uppetin í prísvøkstri, við tí avleiðing, at ein skerj- ing uttan iva kemur at merkja dagligdagin. Alt hetta var víst á í tinginum undir viðgerð av røðu løgmans, men sjálvt partamenn løg- mans í tinginum skiftust um at verja skattalættan til tey hægst løntu. Hetta undraði ikki okkum, sum kenna Javnaðar- flokkin, - men undrar vónandi tey, sum hava trúð tí, sum Javnaðar- flokkurin sigur seg standa fyri. Mikkjal Helmsdal má steðgast C M Y K 11 10