leygardagur 7. august 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 148 - 7. august 2004
Nr. 148 - 7. august 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Í heyst verða árligu
songkappingarnar
fyri børn undir
heitinum Nósabarna-
prix hildnar í SMS í
Havn. Fyrr hava
undankappingar
verið kring landið,
men so verður ikki
hesaferð, siga James
Olsen og Mark
Joensen, sum skipa
fyri tiltakinum
NÓSABARNAPRIX
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Nósabarnaprixkappingarna
r verða í ár allar í SMS í
Havn. Tað verða tríggjar
undankappingar, hvør við
tíggju luttakarum.
Fyriskiparanir hava gjørt
fleiri broytingar í samband
við kappingarnar, bæði fyri
at gera tað barnavinaligari,
men eisini fyri at tiltakið
skal verða lættari at skipa.
– Tað er trupult og krevur
nógva fyrireiking og ar-
beiðsorku at ferðast kring
landið við tiltakinum. Tað
er jú ein hópur av teknikki,
sum skal flytast aftur og
fram, so tað er ikki bara
sum at siga tað, siga
fyrireikararnir.
Tí verða øll umførini nú
hildin í SMS. Tey verða
klokkan fýra seinnapart,
soleiðis at fólk kunnu verða
heima aftur fyri nátturðatíð
og eisini fyri teirra skuld,
sum hava bát at hugsa um,
tá tey skulu heimaftur.
Frásøgufólk til kapping-
arnar hesa ferð verður Kári
Sólstein. Seinni fara vit at
hoyra meira um treytirnar,
og um hvussu kappingarn-
ar, sum verða í oktobur,
verða skipaðar. Finalan
verður fyrst í desembur
mánaða.
Aftur í ár er tað Føroya
Banki, sum høvuðsstuðlar
barnasongkappingina.
Aftrat Føroya banka eru
SMS og Burger King stuðl-
ar hjá Nósabarnaprix.
Sunnudagin
fyllir
Páll
Vang, fyrrverandi landsstý-
ismaður, 55 ár.
Hann er sonur Jóhonnu f.
Andreasen úr Fámjin og
Paula Vang úr Froðba. Í
1971 giftist hann við Elini
f. Jacobsen úr Norðragøtu.
Elin og Páll eiga døturn-
ar, Barbaru, Honnu, Rakul
og Elisu. Barbara er gift við
Dánjali
Samuelsen
úr
Havn, tey búgva í Havn og
eiga eitt barn. Hanna er gift
við Georg Kjærbo úr
Sumba, tey búgva á Tvør-
oyri og eiga tvey børn.
Í 1973 tók Páll lærara-
prógv á Holbæk Seminari-
um og hevur starvast sum
lærari á Venjingarskúlanum
í Havn, í skúlunum á Tvør-
oyri og Trongisvági.
Í árunum 1981-85 sat
hann sum landsstýrismaður
fyri Fólkaflokkin, árini
1985-2000 í býráðnum á
Tvøroyri, og var hann bý-
ráðsformaður har í 7 ár.
Í 1999 gjørdist Páll álv-
arsliga sjúkur og avlamin.
Hann býr nú á eini deild hjá
sjúkrahúsverkinum
fyri
heilaskadd. Hóast hann
neyvan kemur at vinna full-
an førleika aftur, so gongur
framá hjá honum. Í dag
hevur hann tað so gott, sum
tað eftir umstøðunum letur
seg gera.
Elin hevur verið manni
sínum ein hollur stuðul
gjøgnum lívið, ikki minst
nú, síðani hann gjørdist
sjúkur. Eisini døturnar og
øll teirra hava stríðst fyri, at
Pálli, hóast sjúkuna, kann
hava eitt gott lív.
Vit ynskja Páll hjartaliga
tillukku á føðingardegnum
og Harrans signing fram-
yvir.
Páll Vang 55 ár
Nósabarnaprix í nýggjum skapi
Nósabarnaprixkappingarnar verða í ár allar í SMS í Havn. Tað verða tríggjar undankappingar,
hvør við tíggju luttakarum
VIÐMERKINGAR
Bill Justinussen,
tingmaður fyri Miðflokkin
Lítla smádrongurin Petur,
hvørs lagna í mánaðir hev-
ur til viðgerðar alment,
bæði í fjølmiðlunum og í
Løgtinginum, umboðar í
veruleikanum hin mátt-
leysa móti maktini. Hans-
ara lagna liggur í hondu-
num á fremmandum í øðr-
um landi, og føroysku
myndugleikarnir
megna
ikki at geva honum ta verju,
sum eitt og hvørt barn hev-
ur rætt til. Vit kunnu látast
at vera eitt land, har barna-
vernd, familjupolitikkur og
annað gott sigst at vera í
hásæti, men tá so veru-
leikin so náðileyst talar í-
móti, raplar korthúsið. Eis-
ini heimurin hjá lítla Peturi
raplar, og tey, sum geva
honum tryggleika, tey, sum
hann er allarbest við og
sum eru allarbest við hann,
mugu sleppa takinum.
Javnaðarfloksins
skomm
Javnaðarflokkurin
hevur
sagt seg vera fremsta borg-
an fyri verju av slíkum
sjálvsøgdum
rættindum.
"Krev tín rætt" er herrópið.
Tað hevur familjan hjá Pet-
uri gjørt. Men tey fáa ong-
an rætt. Hevði hetta málið
komið upp í farna sam-
gonguskeiði, tori eg illa at
ímynda mær tær ábreiðslur,
tær dagligu forsíðuyvir-
skriftir í Sosialinum og tær
hvøssu atfinningar í Løg-
tinginum, sum Javnaðar-
flokkurin hevði borðreitt
við mótvegis okkum, sum
tá sótu á bleytu málunum í
landsstýrinum. Men nú
hoyrist onki. Sum afturlatn-
ar øður tykjast hvørki Javn-
aðarflokkurin ella Sosialur-
in at hava eina einastu við-
merking um vanlukkuligu
støðu Peturs. Dimmalætt-
ing hevur í blaðnum 6. au-
gust drúgvar og hvassorð-
aðar viðmerkingar um mál-
ið, men ikki eitt einasta orð
í Sosialinum sama dag, hó-
ast eg onga løtu ivist í, at
tíðindafólkini har eisini
vita um støðuna hjá lítla
Peturi. Blaðið sigst vera ó-
heft og ópolitiskt og sigur
seg dagliga borðreiða við tí
mest aktuella. Oddagreinin
í dag 6. august snýr seg um
nullhugsjónina. Hvat akt-
uelt er í nullhugsjónini, tá
lítli Petur saman við familj-
uni
eirindaleyst
verða
syndrað møguliga fyri alla
framtíð. Kanska er null
hugsjón eftir í Javnaðar-
flokkinum? Er tað fyri at
verja ein landsstýrismann
heldur enn sakleysa og
hjálparleysa smádrongin,
ella er tað fyri at fjala út
yvir skommina??
Barnavernd
Mín fatan er, at løgfrøðis-
ligir frumskógir ongantíð
mugu gerast ein forðan fyri
rættvísi, viti og skili. Allar
lógir eiga at finna sítt
grundarlag
í
rættvísi,
næstrakærleika og sunnum
skili, og eru eftir míni sann-
føring gjørdar við tí enda-
máli at verja tann veikara. Í
hesum føri tykist sum at
lógirnar verða nýttar til at
handhevja rættin hjá hinum
sterkara. Fremsta uppgáva
landsstýrismansins í barna-
verndarmálum má vera at
tryggja, at øll børn, sum eru
í Føroyum, fáa vernd, uttan
mun
til
tjóðskap
og
uppruna. Uppgávan má
vera at verja børnini, so
leingi, sum tey eru á før-
oyskum øki, tí tey megna
ikki at verja seg sjálvi. Løg-
frøðisliga veit eg ikki, um
hetta heldur, men menn-
iskjansliga er tað rætt. Um
vit hugsa okkum, at eitt
barn kom til Føroya úr
einum fjarskotnum landi,
t.d. Kina, og umstøðurnar
gjørdust so, at barnið hevði
tørv á barnavernd, so meti
eg
ikki,
at
landsstýrismaðurin hevði
valt at sent barnið aftur til
Kina, tí ein ávís kommuna í
eitt nú Henan landslutinum
hevði
kravt
tað.
Ella
hvussu?
Tingið í summarfrí
Eg skilji ikki, at tingið skal
hava summarfrí í nógvar
mánaðir.
Munnligir
og
skrivligir fyrispurningar á
tingi eru eitt tað besta am-
boðið til tess at tryggja, at
andstøðan fær hildið eitt
vakið eyga við landsstýri-
num. Um fyrispurningar
høvdu verið á skránni í
summar, hevði landsstýris-
maðurin uttan iva verið trá-
spurdur, og hevði hann
samstundis kunnað fingið
ríkiligt av undirtøku frá
tingmonnum fyri at gera
tað, sum skal til fyri at
hjálpa lítla Peturi og fam-
iljuni. Var tað hetta, Javn-
aðarflokkurin skuldi brúka
maktina til? Flokkurin sig-
ur seg vera verja teirra
veiku, verja smámansins og
barnanna. Men nú er hann
vorðin amboðið hjá donsk-
um myndugleika at taka
verjuleysa smádrongin frá
familjuni, og Sosialurin er
vorðin verji hjá landsstýris-
manninum heldur enn hjá
lítla Peturi.
Hvat sigur Javnaðarflokkurin nú!
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føðingar
19. oktober 2003 fingu Alma og Morten Holm Pedersen
eina dóttur. Her situr ein stoltur Hans Martin við lítlu
systur síni, hon eitur Sophia. Tey búgva øll í Keyp-
mannahavn.
18. juli fingu Birita
Rasmussen, Oyndarfirði,
og Hans Marius Hansen,
Leirvík, ein son. Hann
vigaði 4250g og var 57
cm langur.
26. juli fingu Anja Joensen og Jan Haldansen, Vági, ein
son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4410 gr.
27. juli fingu Tóra og Hans Toftegaard, Fuglafirði, eina
dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3800 gr.
29. juli fingu Winnie og Ásbjørn Kjærbo, Skopun, ein
son. Hann var 58 cm langur og vigaði 4950 gr.
30. juli fingu Gerda Johannesen og Dánial Nolsøe,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði
3000 gr.
30. juli fingu Katja Lervig, Leirvík, og Karsten B.
Sørensen, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 54 cm
long og vigaði 4150 gr.
31. juli fingu Arngerð Diana Hansen og Jan Joensen,
Argjum, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3650
gr.
31. juli fingu Margaret og Høgni Setberg, Galt, Cali-
fornia, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3600
gr.
1. august fingu Selma og Dávur R. Hansen, Toftum,
eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3650 gr.
2. august fingu Jenny í Gong og Jóanes Joensen,
Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði
4300 gr.
2. august fingu Rúna Dalsgarð og Jakob Jónsson, Tórs-
havn, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 4250 gr.
3. august fingu Nicolina Gjógvará og William West,
Tórshavn, ein son. Hann var 59 cm langur og vigaði
4100 gr.
3. juli fingu Tórunn Højgaard Ósá og Elmar Ósá,
Frederiksberg, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
3850 gr.
Dagurin
7. august. Donatus, deyður umleið 380. Drongurin
Donatus misti bæði foreldrini, og undan forfylging
flýddi hann til Arezzo í Italiu. Varð prestlærdur og
endaði sum biskupur har á staðnum. Seinni varð
hann tikin og hálshøgdur.
8. august. Rut. Dagurin vígdur minninum um
kvinnuna, sum Rutarbók í Gamla testamenti er
skrivað um.
Týdningurin av bíbilska navninum er ókendur,
kanska merkir tað vinkona ella trúgv.
9. august. Romanus, deyður umleið 250. Halgi-
søgurnar eru ikki á einum máli, um hann var ein
umvendur rómverskur hermaður ella ein kristin
prestur. Hálshøgdur varð hann í hvussu so er fyri
trúar sakir.
Andlát
22. juli
Katrin Rein, 57 ár.
30. juli
Øssur Bech, Porkeri, 55 ár.
31. juli
Anna Maria Nattestad, vanliga nevnd Válamia,
91 ár.
1. august
Elsa Maria Jacobsen, vanliga nevnd Essemi í Tórs-
havn, 90 ár.
Marna Sivertsen, fødd Olsen, búsitandi á Argjum,
79 ár.
3. august
Thurid Andreasen, fødd Samuelsen, Klaksvík, 84 ár.
4. august
Petur Sofus Juul úr Søldarfirði, vanliga nevndur
Piddi, 70 ár.
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá
Paul Kjerstad
doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar og fyri gávur
til Eldrasambýlið.
Ein serstøk tøkk til tykkum, sum vóru um Paul.
Familjunnar vegna
Jonna
Prógv
1. august fekk Rannvá Hentze Davidsen av Argjum
prógv sum bioanalytikari á Hvidovrehospitali.
28. juli fingu
Súsanna Holm og
Magni Mohr,
Tórshavn, henda
avbera vakra og
fitta sonin.
Brúdleyp
Í dag, 7. august, kl. 14.00 giftast í Kirkjubøar kirkju
Debora Hjelm, Vági, og Niels Nielsen, Sørvági. Brúd-
leypið verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 18.00.
Í dag, 7. august, kl. 14.00 giftast í Kollafjarðar Kirkju
Sólvá í Homrum úr Kollafirði og Jógvan Egholm úr Vest-
manna. Veitslan verður hildin í Ítróttarhøllini í Vestmanna
kl. 19.00.
Í dag, 7. august, kl. 17.00 giftast í Dómkirkjuni Jóanna
Djurhuus, Tórshavn, og Niels Petur Jacobsen, Nes, Vágur.
Veitslan verður fyri innbodnum í Sjónleikarhúsinum kl.
19.00
Í dag, 7. august, kl. 16.00 giftast í Havnar kirkju Nanna
Hentze Rasmussen, Tórshavn og Harry Knudsen,
Saltangará. Veitslan verður fyri innbodnum í HB-húsinum
kl. 19.00.
Í dag, 7. august, kl. 15.00 giftast í Fuglafjarðar kirkju Bára
Sólheim Thomsen úr Fuglafirði og Jan Andrew Guttesen
úr Havn. Veitslan verður fyri innbodnum í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði kl. 18.30.
Í dag, 7. august, kl. 15.00 giftast í Havnar kirkju Akiko
Iwazawa frá Japan og Ragnar Waagstein úr Tórshavn.
Veitslan verður fyri innbodnum í Róðrarneystinum á
Argjum.
Í dag, 7. august, giftast í Klaksvík Mette Gade frá Glyn-
gøre og Leif Berg Jacobsen úr Klaksvík. Vígslan verður í
Betesda kl. 15.00. Vælkomst verður á Hotel Norð kl.
19.00.
Í dag, 7. august, kl. 11.00 giftast í Skopunar kirkju Jóna
Petra Thomsen, Skopun, og Jóhan Mikkelsen Sørvágur.
Í dag, 7. august, kl. 15.00 giftast í Sjóvar kirkju, Judith
Fríða Ellingsgaard, Strendur, og Jørgin Thomsen, Skáli.
Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00.
Í dag, 7. august, giftast í Vedsted Kirke Janette Kjær
Rasmussen, Over Jerstal og Tórhallur Reinert úr Norðra-
dali. Brúdleypsadr.: Ved Majen 9, Over Jerstal, DK-6500
Vojens.
C
M
Y
K
13
12