leygardagur 7. august 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 7. august 2004
15
– At veiðitrýstið á
Føroyabanka er ov
stórt, er eingin ivi
um. Nógv minni av
stórum toski er uppi í
veiðini í ár og umleið
helmingurin av
toskinum, vit fáa, er
»defektur« – á tann
hátt, at munnklovin
øðrum megin og
viðhvørt báðumegin
er skræddur av húki,
sigur Mortan
Johannesen,
útróðrarmaður
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mortan Johannesen, eisini
nevndur Mortan hjá Andri-
asi í Hvannasundi, hevur
verið á sjónum, síðan hann
var stórur smádrongur. Í
nógv ár sigldi hann sum
skipari, og mangir eru teir,
sum hava verið saman við
hesum fryntliga og positiva
manni sum heldur einki
vera ómøguligt. Mortan
hevur eisini roynt seg í ali-
vinnuni og framleiðslu-
vinnuni á landi, men sein-
astu árini hevur hann verið
útróðrarmaður umborð á
nýggjum báti, sum AWI-
Boats í Runavík hevur bygt
honum. Hetta er ein dreym-
ur hjá mongum manni, sum
sigldi øll síni bestu ár, og
Mortani dámar ógvuliga
væl lívið sum útróðrarmað-
ur. Hann fiskar bara við
snellu, og í fjør avreiddi
hann fyri 600.000 kónur.
Hetta er eitt gott ár, tá ið
havt verður í huga, at
snelluveiðan ikki er so dýr í
rakstri.
»Defektur« toskur
Mortan Johannesen, sum
bæði í fjør summar og í ár
hevur roynt á Føroyabanka
við snellu, heldur, at tosk-
urin á bankanum er rætti-
liga illa fyri, hóast ríkiligt
er at føði.
– Alt bendir á, at royndin
á bankanum er ov stór.
Veiðan er ikki hin sama í ár
sum í fjør. Í fjør var eini 60-
70% av veiðini 1’arar ella
stórur toskur. Nakað var av
2’arum og lítið og einki av
3’arum. Í ár liggur parturin
av tí stóra toskinum úr eini
10% og niður í einki. Hetta
er ein rættiliga stór broyting
frá einum ári til annað, vísir
Mortan Johannesen á.
Hann hevur eisini heft
seg við eitt undarligt fyri-
brigdi á Føroyabanka í ár í
mun til onnur ár.
– Tað er ikki óvanligt, at
tú fært fisk, sum hevur
verið á húki áður. Hetta
hendir av og á, og í fjør
fekk eg eisini nakrar toskar
á bankanum, sum hava
verið á húki.
Men, sigur Mortan:
– Eg haldi, tað er ófrætta-
kent at síggja toskin á
bankanum í ár. Meira enn
annar
hvør
toskur
er
skræddur í munnklovanum
– í minsta lagi øðrumegin
og í fleiri førum báðumeg-
in.
Hann vísir á, at toskurin
er týðiliga merktur av, at
royndin eftir honum er ov
stór, tá ið meira enn annar
hvør toskur er »defektur«.
– Hetta havi eg í mínum
langa lívi á sjónum ongan-
tíð sæð áður, sigur Mortan.
Útróðrarmaðurin
setir
spurningin, hvat tað kann
merkja fyri toskin, at vødd-
arnir í munnklovanum á
einum so stórum parti av
fiskinum eru skræddir.
Nógv føði
Vit spurdu, um fiskurin á
bankanum hevur nóg mikið
at eta.
– Ja, tað er sprenfult av
føði á bankanum, og soleið-
is var eisini í fjør summar.
Líkt er tó til, at upsin hevur
yvirtikið ein stóran part av
grunninum. Tað er so nógv-
ur upsi á bankanum, at vit,
sum royna við snellu,
mangan sigla undan hon-
um.
Hann vísir á, at toskurin,
sum er illa farin av húki,
ikki er so rundur og feitur,
sum hann átti at verið, nú
honum ikki vantar føði.
Hinvegin er upsin feitur,
men smáttfallandi.
Mortan, sum hevur fing-
ið manga fiskarúgvuna inn
á dekkið í sínum langa lívi
á sjónum, sigur, at hann
ongantíð áður hevur sæð
fisk so illa farnan, sum
toskin á Føroyabanka.
– Hetta er eitt fyribrigdi,
sum eg avgjørt haldi eigur
at takast við í metingarnar
av veiðitrýstinum.
Hálv miljón húkar
Útróðrarmaðurin vísir á, at
royndin á bankanum er
ógvuliga stór, serliga línu-
veiðan.
– Skipini draga skjótt, og
tey draga at kalla í øllum
veðri og næstan í øllum
streymi. Tann stóri toskurin
er tungur, og tá ið nógv
stendur á, skrædnar húkur-
in úr munnklovanum.
Mortan vísir á, at alt
síðsta summar, síðsta heyst,
vetur og í gýtingartíðini
stóðu ein hálv miljón húkar
á Føroyabanka hvønn dag,
24 tímar um samdøgnið.
– Eg eri á ongan hátt
ímóti línuflotanum, men
tað er ein sannroynd, at hes-
ir bátar eiga meginpartin av
húkunum, sum stútt og
støðugt standa á bankanum.
Hann sigur, at partrolar-
arnir liggja eisini tætt uppat
bankanum, og viðhvørt
koma hesir upp á so grunt
vatn, at toskur eisini er uppi
í veiðini.
– Var eg umborð á einum
av hesum trolarum, hevði
eg eisini ligið so tætt upp at
bankanum, sum eg kundi.
Men spurningurin er, um
støðan hjá toskinum ikki er
rættiliga
álvarsom,
nú
royndin hevur verið so stór
í langa tíð, sigur Mortan
Johannesen, sum hevur
havt 33-fót stóra útróðrar-
bátin í stívliga tvey ár.
Honum dámar ógvuliga
væl lívið sum útróðrarmað-
ur.
Helvtin av toskinum á Føroyabanka
er »defektur«
– Skipini draga skjótt, og tey draga at kalla í øllum veðri og næstan í øllum streymi. Tann stóri toskurin er tungur, og tá ið nógv stendur á, skrædnar húkurin úr
munnklovanum. Hetta er eitt fyribrigdi, sum eg avgjørt haldi eigur at takast við í metingarnar av veiðitrýstinum á Føroyabanka, sigur Mortan Johannesen, sum
her stendur undir liðini á soninum, Andriasi Johannesen
Mynd: Vilmund Jacobsen
15
14
Nr. 148 - 7. august 2004
Kiri Te Kanawa.
Jostein Gaarder.
Jethro Tull. Eivør
Pálsdóttir. Teitur
Lassen. Fjórða árið á
rað er listastevnan á
skránni, og
formaðurin í
stýrinum, Kartni
Ravnsfjall, nýtist bert
at vísa til stóru
nøvnini, sum í
grundini sigur alt. -
Áskoðarar og
áhoyrarar kunnu
aftur í ár gleða seg til
fleiri stór nøvn við
listarligari góðsku í
ríkum máli, sigur
Kartni Ravnsfjall
LISTASTEVNAN 2004
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
– Vónirnar eru stórar, og vit
eru sera spent.
Soleiðis sigur stýrisfor-
maðurin fyri listastevnuna,
Kartni Ravnsfjall, sum
saman við samskiparanum
Oddvá Nattestad á fyrsta
sinni stendur fyri eini lista-
stevnu, eftir at Birgir Kruse
tók seg aftur.
Og maðurin hevur rætt.
Við
heimskendum
útl-
endskum
nøvnum
sum
Jethro
Tull,
Kiri
Te
Kanawa, Jostein Gaarder
og The Celtic Tenors saman
við okkara egnu Eivør Páls-
dóttir, Trónda Patursson og
Teiti Lassen kunnu vónirn-
ar ikki vera annað enn stór-
ar fyri ársins listastevnu,
sum varð sett fríggjadagin.
Fyrireika árið runt
Kartni Ravnsfjall gjørdist
partur av fyrireikingunum í
februar, og hann sigur, at
tað hevur verið ein spenn-
andi tíð. Hóast hann ikki
hevur verið við fyrr, sigur
hann, at fyrireikingarnar í
dag eru lættari enn fyri
samskipararnar fýra árum
síðani, tá listastevnan á
fyrsta sinni varð hildin.
– Gjøgnum hesi fýra
árini hevur listastevnan
prógvað sítt virði, og í
staðin fyri at skula út at
leita eftir áhugaðum luttak-
arum, er tað í størri mun
listarfólkini sjálvi, sum
venda sær til fyrireikar-
arnar við fyrispurningum
um møguleikar at luttaka á
listastevnuni, sigur Kartni
Ravnsfjall.
Spurdur, hvussu leingi
fyrireikingarnar eru til slík
tiltøk, sigur Kartni, at tær
langt síðani vórðu farnar í
gongd, tá hann kom inn í
myndina.
– Listastevnan verður
hildin einaferð um árið, og
so skjótt ein stevna er liðug,
verður farið í holt við næstu
stevnuna, so fyrireikingarn-
ar koyra árið runt, sigur
nýggi formaðurin.
Stórar stjørnur
Kartni Ravnsfjall sigur, at
nógv stór nøvn vera at
síggja og hoyra, sum borga
fyri listarligari góðsku, og
spurdur,
hvørji
størstu
nøvnini eru, tekur hann
tvey tónleikanøvn framum
alt annað.
– Heimskenda opera-
sangarinnan
Kiri
Te
Kanawa og bretski tón-
leikabólkurin Jethro Tull
eru helst størstu nøvnini á
ársins listastevnu, sigur
Kartni uttan at drála. Hann
heldur, at hesi nøvn eru eitt
prógv um, at fyrireiking-
arnar eru somikið profess-
ionellar, at sjálvt tey størstu
hava hug at koma henda-
vegin.
– Norðurlandahúsið er
eisini eitt frálíkt hús og
skapar røttu umstøðurnar,
og karmarnir kring tiltakið
kundu ikki verið betri, hó-
ast vit sjálvsagt ikki klára at
hýsa stóru fjøldunum, sigur
Kartni Ravnsfjall.
Dýr atgongumerki
Tað hevur fleiri ferðir verið
funnist at listastevnuni fyri
ov dýrar kostnaðir til tiltøk-
ini, men Kartni sigur, at
kostnaðarstøði noyðist at
ásetast soleiðis, at tiltakið
melur runt fíggjarliga.
– Tað kostar nógv at fáa
slík nøvn hendavegin, og
t.d. Jethro Tull og Kiri Te
Kanawa fáa sjálvsagt sam-
sýningar fyri sínar fram-
førslur, hóast tey á ongan
hátt koma her fyri pening-
in, sigur Kartni Ravnsfjall.
Formaður í stýrinum fyri
listastevnuna sigur, at tað er
ógvuliga dýrt at fáa kend
nøvn hendavegin, og av-
leiðingin er so, at kostnað-
urin á atgongumerkjunum
fer upp.
– Men allastaðni er tað
so, at eitt stórt navn kostar
nógvan pening, og hetta eru
so spælireglurnar, sigur
Kartni, sum ikki metir prís-
in vera so høgan, sum
summi vilja gera hann til.
Sum heild gleðir Kartni
Ravnsfjall seg avbera nógv
til listastevnuna 2004, og
lovar hann áhoyrarum og
áskoðarum list á høgum
støði í ríkum máli.
Listastevnan 2004:
Listarligu stjørnurnar gera innrás
Kartni Ravnsfjall er á fyrsta sinni formaður í stýrinum fyri listastevnuna, og hann gleðir seg avbera nógv til listastevnuna 2004. -
Vit kunnu lova áhoyrarum og áskoðarum list á høgum støði í ríkum máli, sigur Kartni Ravnsfjall
Mynd: Maria Olsen
– Jan Guillou skrivaði eina
skaldsøgu um hørðu árini á
einum svenskum kostskúla,
ið er gjørd til film
Kim Simonsen
Ummæli
Næmingurin Erik Ponti verður
blakaður úr realskúlanum, tí
hann berjist ov nógv. Heima
hevur hann ein sadistiskan
verfaðir, ið slær bæði hann og
mammuna. Hann endar á fína
yvirstættarkostskúlanum
Stjärnsberg, hetta er seinasti
møguleikin hjá honum at fáa
ein møguleika at fara á stud-
entaskúla, men har byrjar
harðskapurin av álvara. Hesin
skúlin er ein óhugnalig mynd
av einum yvirstættarskúla, har
eldru næmingarnir taka sær av
at uppdraga teir yngru. Hetta
er ein heimur, har alt er stig-
skipað, har ríkir dreingir læra
at munur er á fólkum.
Filmurin »Ondskaben« er
um ein drong, hvørs lív er fylt
við harðskapi. Erik er bæði
klókur og sterkur, hann er ein
góður svimjari, men hann fær
ikki frið. Tá hann endeligani
svarar harðskapinum er tað
øgiligt, hann knúsar pláguond-
irnar. Erik er innast inni eitt
gott menniskja. Tá hann byrjar
á skúlanum møtir hann Pierre
Tanguy, ið er hin mest dugna-
ligi næmingurin á skúlanum.
Pierre er ein lesihestur og ein
stillur humanistur og pasifist-
ur, ið lærir Erik hvat er neyð-
ugt fyri at yvirliva á harðrenda
skúlanum. Á skúlanum er elsti
næmingurin yvirstættardrong-
urin Otto Silverhielm ein
psykopatiskur bøðil, ið hevur
fingið alt vald fra lærarunum
at sláa og buka yngru næming-
ar. Í leiklutinum, sum hin óndi
og tragiski Silverhielm, síggja
vit sonin hjá Stellan Skars-
gård, Gustaf Skarsgård. Silver-
hielm umboðar harðskapin og
óndskapin, men Erik er vanur
við slíkar ráar fanar. Erik berj-
ist sjálvur við sítt egna myrka
sinn. Tað serliga við Erik, er at
hann hevur mist alt og tí ræð-
ist ongan, heldur ikki harð-
skap, og tí gerst hann við eitt
óvinur við teir eldru harðligu
næmingarnar. Mest av øllum
ræðist hann seg sjálvan, tí
hann kann sum einki vinna á
teimum øllum. Leikur er settur
til ein ræðuligan sálarligan og
likamligan bardaga.
Hesin filmurin er eitt geyl
av pínu og snýr seg um ein
drong, ið ongan góðan hevur í
einum ráum og harligum
heimi. Hann hevur lært seg at
sláa aftur, men hetta dulmar
ikki pínuna í hjartanum av
hesum hótta og vónbrotna
mannabarnið. Tað er óhugnal-
igt, at Jan Guillou skrivaði
bókina um veruleikan. Hann
hevur sjálvur gingið á einum
kendum kostskúla í Svøríki.
Hetta eru hendingar, ið eru
farnar fram. Filmurin er ógv-
usligur og vit syrgja stillisliga
lagnuna hjá hesum drongin-
um, sum øll menniskju gera tá
tey síggja stóran órætt. Hesin
filmurin minnir um skaldsøg-
una og filmin »Det forsømte
forår« eftir Hans Scherfig.
Lærarnir eru snobbutir gamlir
menn í klædningi. Teir flestur
reinir psykopatar og nasistar
við
akademiskum
titlum.
Scherfig skrivaði hesa øgiligu
uppgerð, ið var alneyðug við
ein skúla, ið meislaði einstakl-
ingin. Ein skúli, ið avspeglaði
ráa samfelagið og ein rotnan
moral um at bert tey sterkastu
yvirliva. Scherfig bygdi sína
skaldsøgu á lærarar, ið øll
kendu tá. Guillou hevur gjørt
tað sama og ein slík hevnd er á
rætta stað. Guillou hevur
skriva eina av teim mest dram-
atisku skaldsøgunum í svensk-
um bókmentum. Tað ringasta
man kann gerða móti einum
psykopatiskum lærara og ein-
um óndum skúla, er at skriva
um hann og avklæða sjúku
menskuna. Eg kendi meg
sjálvan aftur í hesum filmin-
um. Ráa skúlan, harðskapin og
sálarliga ágangin, ið gjørdi at
tey flestu lærdu einki av rein-
um ótta. Hetta var hin bøla-
svarti skúlin. Ì dag er alt
broytt, men vit sum hava ging-
ið í hesum óhugnaliga skúla
hava øll arr á sálini meiri ella
minni. Ein dag kemur onkur
av okkum at skriva eina før-
oyska »Det forsømte forår«.
Tey sum meisla eitt barn skulu
verða avdúkaði. Jan Guillou
skrivaði hesa bókina í 1981.
Hon er í dag ein klassikkari í
Svøríki í dag, ið 2 milliónir
fólk hava lisið. »Det forsømte
forår« er helst ein enn størri
klassikari.
Filmurin »Ondskan« minnir
um skaldsøgurnar hjá Bjarne
Reuter »Zappa« og »Når sner-
len blomstrer«. Erik er bæði
offur og ein hetja, men sum
allar hetjur kennir Erik ikki
seg sjálvan enn. Erik broytist,
tá hann møtir vinin Pierre og
seinni tá hann gerst ásttikin í
gentuni Marju frá Finnlandi.
Bøðlanir brúka hetta ímóti
honum, teir byrja at buka hin
veika og klóka Pierre, ið gevst
á skúlanum og teir siga stjór-
anum frá, at hann hevur sam-
band við eina gentu.
Filmurin tematiserar ónd-
skapin og snýr seg um harð-
skap. Erik verður álopin av
eldru næmingunum. Hann
dugir væl at berjast og kann
sorla teir sundur, men hann vil
ikki verða blakaður út úr skúl-
anum. At enda slær hann aftur
við einari øgiligari megi. Tað
sum er løgi í hesum filminum,
er at vit sum hyggjarar einki
hava ímóti hesum øgiliga
harðskapi, tí Erik og Pierre
hava verið píndir í so langa tíð.
Hesin filmurin megnar at
tematisera størsta temaði mill-
um menniskju, ið er óndskap-
ur. Er menniskjað gott? Ella er
menniskja ónt og fylt við
frumkendum harðligum inst-
inktum? Pierre vinurin, sigur
við Erik, at hann skal royna at
hugsa um Gandhi, tí tá fer
hann at vinna ikki bert á sær
sjálvum, men á teim harligu.
Hetta er ein harður og góður
filmur.
6.–9. august.
Ondskan
Svøríki, 2003.
Leikstjórn: Mikael Håfström
107 minuttir.
Filmir á Listastevnuni:
Óndskapur
C
M
Y
K
14