Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. august 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 • leygardagur • 7. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Tá ið Skála og VB sunnudagin hittast á Skála, er talan samstundis um ein dyst, har VB við einum sigri kann taka bronsuplássið frá skálamonnum SKÁLA-VB Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Skálamenn ætla sær sunnu- dagin at fáa nøkur stig aftur á kontoina. Seinastu trý leikumførini hevur Skála, sum annars leingi lá á odda í bestu deildini, onki fingið burturúr, men tann gongdin skal vendast í dystinum sunnudagin, verður sagt av Skála. Florescu við aftur Tá ið Skála mikukvøldið noyddist at lúta 1-4 fyri HB í Havn, var tað ikki av teirri orsøk, at skálamenn vóru niðurspældir. Nei, Skála hevði sanniliga sínar møgu- leikar, men trupulleikin hjá teimum var, at teir kendu ikki vitjunartíðina. Ein av skarprættarunum hjá Skála, Bogi Gregersen, sigur, at teir eru væl fyri til dystin sunnudagin. - Mikukvøldið manglaðu vit bara Julian Florescu, ið var leikbann- aður, men hann er við aftur nú, og eingin annar er skaddur ella leikbannaður, so tað sær bara heilt hampuligt út, heldur Bogi Gregersen. Kviki framherjin sigur, at nú ber ikki til longur hjá Skála at halda fram við at tapa, og dysturin sunnudag- in skal vinnast, sigur hann. – Vit hava tapt tríggjar dystir á rað, og tað er nóg mikið. Sunnudagin eru vit á heimavølli, og tá skulu vit hava trý stig, sigur Bogi Gregersen. Stuttligast í ovara hálvu Venjarin hjá VB, Hans Nielsen, er nøgdur við støðuna hjá vágbingum í løtuni. – Tað er á góðari leið, men vinna vit dystin sunnudagin, taka vit triðja- plássið frá skálamonnum, og tað hevur frálíkt, sigur hann og leggur afturat, at tað altið er stuttligast í ovara hálvu. Hans Nielsen sigur tó, at skulu vágbingar gera sær nakrar sum helst vónir um at vinna dystin, so er neyðugt at allir mans geva seg 120 prosent og stríðast fyri sakini, tí annars fara vit tómhentir suður- aftur, heldur VB-venjarin. – Kappingin er sera tøtt, og øll liðini eru svong eftir stigum, sigur Hans Nielsen. Vágbingar noyðast at verða Dan Djurhuus fyriuttan, tí at hann fekk reyða kortið í dystinum móti NSÍ vesturi á Eiðinum í Vági miku- kvøldið. Allir hinir menn- inir hjá vágbingum eru tó tøkir til dystin, so tað sær bara hampuligt út, heldur Hans Nielsen. Tá ið VB og Skála hittust í Vági fyrr í ár, endaði tað við einum málleysum javnleiki. EB/Streymur fær eina trupla uppgávu, tá ið teir sunnudagin skulu vitja oddaliðið HB í Gundadali. Bæði liðini eru full- mannaði til dystin HB-EB/STREYMUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tá ið omanfyri nevndu lið hittust í næsta umfarinum av landskappingini í ár norðuri á Mølini, endaði tað við málleysum javn- leiki. Hesin dysturin var eitt av leikligu vónbrot-unum hjá havnarliðnum í ár, og oddaliðið ætlar sær eisini eitt betur úrslit sunnudagin. Hørð kapping um plássini Venjarin hjá HB, Heine Fernandez, sigur, at fyri fyrstu ferð í ár hevur hann so at siga alt fólkið tøkt til ein dyst. – Allir teir, sum vanliga berjast um at verða millum teir fyrstu ellivu, eru tøkur til dystin sunnu- dagin, og trupulleikin er bara, hvønn eg skal seta á beinkin, sigur Heine Fer- nandez. Í mun til dystin móti Skála mikukvøldið er Hallur Danielsen við aftur eftir leikbann, og harafturat er venjarin sjálvur, sum byrjaði á beinkinum miku- kvøldið, eisini aftur tøkur til ein heilan dyst, sigur hann sjálvur. Ein annar profilur á HB-liðnum, sum taldist millum eykaleikar- arnar, er Jákup á Borg. Landsliðsmaðurin er við at koma fyri seg eftir skaða, og Heine Fernandez sigur, at væntandi verður Jákup á beinkinum aftur sunnudag- in, so at fóturin hjá Jákupi ikki verður yvirbelastaður. Spurdur um tað verður pláss fyri Halli Danielsen aftur á vanliga høgra bakk- plássinum, sum Vagnur M. Mortensen røkti fyrimynd- arliga móti Skála, sigur Heine Fernandez, at tað vil hann ikki úttala seg um, hóast hann hevur tikið støðu til, hvussu tann trup- ulleikin skal loysast. Veter- anurin Jan Dam, sum kom inn í byrjunaruppstillingina fyri Hall, verður neyvan koyrdur út aftur á beinkin. Meiri sannlíkt er, at tað verður Rókur Jespersen, ið noyðist at víkja fyri Halli, sum sostatt sleppur at spæla á høgra miðvallarplássi, har hann mangan áður hevur roynt seg. Skulu spæla upp til sitt besta Liðskiparin hjá EB/- Streymi, Jákup Martin Joensen, er av teirri áskoð- an, at skulu sundalagsmenn gera sær nakrar sum helst vónir um eitt gott úrslit sunnudagin, so er neyðugt, at allir mans á felagsliðnm spæla upp til sítt allarbesta, heldur hann. – Tað er altíð trupult í Gundadali, og kanska serliga í løtuni, tí HB-liðið tykist verða ser- stakliga væl fyri, sigur Jákup Martin. Tá ið EB/Streymur leikti móti B36 týskvøldið á Eiði, noyddust teir at verða sterka verjuleikaran Fróða Clementsen fyriuttan, men hann er klárur aftur. Spurn- ingurin er so, um hann glíð- ur beint inn aftur á liðið, ella um Fróði noyðist at taka til takkar við einum plássi á beinkinum. Jákup Martin Joensen heldur, at dysturin móti B36 mundi verða ein tann vánaligasti dysturin, ið leingi hevur verið spældur á Eiði, og hann er av teirri áskoðan, at EB/Streymur spældi langt undir vanligan støði. Spurningurin er so, um vit sunnudagin klára at lyfta okkum upp á eitt væl hægri støði, sigur hann. Van Nistelrooy skaddur í ein mánað Hollendski áleyparin hjá Manchester United, Ruud van Nistelrooy, hevur fingið ein skaða, sum fer at halda honum burtur frá leikvøllunum næsta mánaðin. Hetta er sjálvsagt ein dyggur smeitur hjá United, at vandamikli hollendingurin ikki er við tey fyrstu umførini í Premier League í ár, umframt at hann heldur ikki verður við í Champions League undan- dystunum. Mutu á veg til Juventus Rumenski framherjin hjá Chelsea, Adrian Mutu, er um reppið at gera ein eitt-ára leigusáttmála við italska stórfelagið Juventus. Mutu kom til Chelsea undanfarna kappingarár, men eftir ein framúr góða byrjan upp á tíð sína í London, gekk tað bráddliga hinvegin hjá Mutu, sum ongantíð kom fyri seg, tað ið eftir var av kappingarárinum. Smicer stúrir fyri fótbóltslívinum Kekkiski landsliðsleikarin hjá Liverpool FC, Vladimir Smicer, stúrir nú fyri, at hansara dagar sum yrkisleikari eru taldir. Smicer fekk ein skaða í knæið undir einum venjingardysti hjá Liverpool í USA herfyri, og hann bleiv beinan vegin skurðviðgjørdur fyri skaðan, sum fer at forða honum í at spæla fótbólt næsta hálva árið. Kappingarárið í ár er seinasta árið í sáttmálanum hjá Smicer við Liverpool, og tí stúrir kekkin fyri, at hann ikki nær at koma so mikið fyri seg, at hann fær bjóðað ein nýggjan sáttmála, tá ið hetta kappingarárið er farið aftur um bak. Súkklur til allar norsku OL-luttakararnar Allir teir norsku luttakararnir í OL í Athen, sum byrjar í komandi viku, hava fingið eina súkklu at ráða yvir, meðan tey eru í Grikkalandi. Tað er norska ítróttarsambandið, ið hevur tikið stig til hetta. Orsøk- in til at norsku luttakararnir fáa súkklir er, at tey á henda hátt kunnu koma skjótari aftur og fram, verður sagt. Harafturat er grikska ferðslumynstrið kent fyri at verða rættuliga vandamikið, og tí verður tað mett tryggari at súkkla enn eitt nú at ganga. Norsku luttak- ararnir hava tó fingið at vita frá ítróttarstjóran hjá norska ferðaliðnum, at tey skulu halda seg til at súkkla á súkklubreytunum! Dystur um bronsuplássið Trupul uppgáva hjá sundalagsmonnum EB/Streymur hava trupla uppgávu, tá teir á útivølli hitta oddaliðið, meistararnar og nýkosnu steypavinnararnar 17 16 Nr. 148 - 7. august 2004 Statoil sær stórar møguleikar fyri samvinnu við føroyingar. Felagið metir Føroyar sum eitt av sínum satsningsøkjum og dylur ikki fyri, at tað kundi hugsað sær at bygt upp nýtt høvuðs- sæti í Føroyum fyri at gerast meira sjónligt, umframt at vera við til at stuðla undir tøknimenning, gen- gransking, alternativa orku o.a. Bjarni Djurholm sær stórar møguleikar fyri samvinnu við norskt vinnulív eftir fund við Statoilstjóra SAMVINNA Jan Müller Herfyri vitjaði konsern- stjórin í risastóru norsku oljufyritøkuni Statoil, Erling Øverland í Føroyum. Endamálið við vitjanini var m.a. at hitta fólkini, sum ar- beiða fyri Statoil í Føroyum og at stinga út í kortið framtíðina hjá Statoil í Før- oyum, herundir oljuleiting- ina á landgrunninum. Men eitt av høvuðsynskjunum hjá Statoilstjóranum var at hitta vinnumálaráðharran Bjarna Djurholm. Ein fundur, sum varð settur at vara eina tíma, gjørdist ein drúgvur og gevandi ar- beiðsfundur uppá tríggjar tímar. Landsstýrismaðurin sig- ur, at hetta var ein av teimum mest áhugaverdu vitjanunum Vinnumálaráð- ið hevur havt nógvu sein- astu árini. – Eg lagaði mína feriu soleiðis, at eg fekk høvi at taka ímóti og tosa við hetta eitt hitt fremsta umboðið fyri norskt vinnu- lív sigur Bjarni Djurholm, sum leggur aftrat, at sera nógv áhugavert kom fram á fundinum. – Eg vildi fegin vísa einum manni í slíkum tignarflokki tann áhuga og ta virðing, sum sømir seg og gav mær tí góðar stundir. Vit høvdu eina framløgu um føroyskt vinnulív og føroyska bú- skap og síðani varð tosað aftur og fram um møguleik- arnar fyri at víðka sam- vinnuna, tó at einki varð gjørt av á fundinum. Bjarni Djurholm sigur, at Statoilstjórin vísti sera stór- an áhuga fyri føroyskum viðurskiftum og framtíðar møguleikarnar í Føroyum hjá Statoil, bæði sum fyri- støðufelag í oljuvinnuni men eisini sum vanligt vinnufelag. Nú hann skal taka við sum forseti í norska arbeiðsgevarafel- agnum sær hann stórar møguleikar at vera við til at byggja upp vinnuligt sam- starv við Føroyar og før- oyskar fyritøkur. – Hann var sera opinskáraður og konstruktivur í sínum úttal- ilsum um møguleikarnar fyri øktum vinnuligum samstarvi millum Noreg og Føroyar ikki bert út frá einum Statoilsjónarmiði men umboðandi alt norskt vinnulív. Bjarni Djurholm leggur aftrat, at hann var rættiliga bilsin av, at kon- sernstjórin í Statoil og komandi forsetin í norska arbeiðsgevarafelagnum var so opin og hevði so nógv uppá hjartað. Nýtt høvuðssæti Erling Øverland legði fyrst og fremst dent á, at Statoil fær umstøður til at menna sítt virksemi í Føroyum bæði nú felagið fer at vera við í 2. útbjóðingarumfari men eisini á landi, soleiðis at teir koma at leggja okk- urt eftir seg her. Tað kom so eisini fram á fundinum, at Statoil er sinnað til at gera íløgur í Føroyum ella stuðla undir verkætlanir, sum eru skila- góðar. Hann nam eisini við spurningin at at gera felag- ið meira sjónligt í føroyska umhvørvinum, eitt nú vit at byggja eitt veruligt høvuðs- sæti. Í dag húsast Statoil á Viðanesi og í miðbýnum í Havn. Statoilstjorin vísti eisini stóran áhuga fyri ætlanun- um hjá føroyingum at menna gransking, eitt nú gengransking og vildi eisini vita í hvønn mun føroy- ingar vilja hava útlendsk feløg, eitt nú Statoil at gera íløgur í gransking ella at stuðla upp undir slíka. Statoil sær eftir øllum at døma møguleikar fyri ein- um slíkum útviklingi. Hig- artil hevur felagið eisini verið við til at stuðla fleiri granskingarætlanum í Før- oyum. Statoil brúkar nógvan pening uppá at menna alternativar orkumøguleik- ar her m.a. varandi orku so sum vindorku. Hetta var eisini nakað, sum norski stjórin vísti stóran áhuga fyri sæð í einum føroyskum høpi. Bjarni Djurholm vísir á, at hann greiddi Erling Øverland frá, at føroyingar vilja fegnir hava útlending- ar at gera íløgur í gransking og framtíðar tøkni. – Tað sýntist mær sum hann sá Føroyar sum eitt komandi vakstrarpotentiali fyri íløg- ur innan framtíðar tøkni og hvørt av sínum. Hann sá eisini Føroyar sum eitt nýttt satsningsøki hjá Statoil og norskum vinnulívi sum heild, har føroyingar skapar karm- arnar og so fáa útlendsk feløg at koma við kapitali. Avtalað er at Bjarni Djur- holm skal hitta umboð fyri Statoil og norskt vinnulív, tá hann verður við á altjóða oljumessuni í Stavanger seinni í hesum mánaðinum. Erling Øverland verður tá ein av vertunum, tá sum forseti í norska arbeiðsgev- arafelagnum og sum partur av konsernleiðsluni í Stat- oil. OLJULEITING Jan Müller jan@sosialurin.fo Tann 17. august letur 2. útbjóðing til oljuleiting á føroyska landgrunninum upp. Tá kunnu áhugað feløg fáa alt tað neyðuga útbjóðingarumfarið. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Olju- fyrisitingini sigur, at feløg- ini hava so tríggjar mánaðir at kanna tilfarið og gera av, um tey vilja søkja. Um- sóknirnar skulu vera Olju- fyrisitingini í hendi í sein- asta lagi 17. november. Ætlanin er so at viðgera umsóknirnar skjótt og væl og vónandi geva feløgunum eitt svar innan árslok. Ætlanin er so eisini at marknaðarføra runduna á altjóða oljuráðstevnuni ONS, sum verður í Stavan- ger í døgunum frá 24. til 27. august. Sigurð í Jákups- stovu sigur, at tey leggja til rættis ein fund við fjølmiðl- arnar umframt ein fund við oljufeløg. Hann vónar, at hetta kann vera við til at skapa áhuga fyri nýggju út- bjóðingini. Herfyri frættist, at danska oljufelagið DONG hevur keypt seg inn í fleiri loyvi í føroyskum og bretskum øki, eitt nú í seks ára loyv- ið, sum Statoil er fyristøðu- felag fyri. – Hetta kunnu vit bara fegnast um. Tað er hugaligt, at eitt felag sum DONG sær møguleikar í okkara øki og mennir sítt virksemi her og hinumegin markið. Vit kunnu so bara vóna, at onnur feløg eisini síggja framtíðar møguleik- ar í økinum. Góð úrslit hinumegin Stjórin á Oljufyrisitingini heldur tað eisini er hugaligt at frætta, at tað møguliga gongst væl hjá oljufeløgun- um, sum leita eftir olju og gassi hinumegin markið. Her sipar hann m.a. til tíð- indini í oljublaðnum Upp- stream, sum nú um dag- arnar skrivaði, at avmark- ingarbrunnurin í Laggan- gassfeltinum norðan fyri Clairfeltið vestan fyri Het- land er væleyndaður og kann henda, at hann verður tað skumpið, sum skal til fyri at fáa gongd á eina gassútbygging í økinum. Fyristøðufelagið her er risastóra franska felagið TotalFinaElf, í dag nevnt Total. Um eitt slíkt positivt tekin í grannalagnum kann fáa postiva ávirkan á 2. útbjóðing við Føroyar er óvist, men Sigurð í Jákups- stovu dylur ikki fyri, at tað hevði verið hugaligt at sæð stóra franska felagið um okkara leiðir eisini, um- framt onnur feløg við. Í síni tíð, tá talan var um trý ymisk feløg, Total, Fina og Elf, tá vórðu tey øll við í forkanningunum undan 1. útbjóðing á føroyska land- grunninum. ONS Fleiri føroysk feløg fara at vera við á oljuframsýn-ing- ini í Stavanger. Tað er Olju- vinnufelagið, sum stílar fyri hesum tiltakinum. Millum føroyingarnar, sum verða við á ONS er eisini landsstýrismaðurin í olju- málum, Bjarni Djurholm. Hann heldur tað vera eitt frálíkt høvi at marknaðar- føra 2. rundu á oljuráð- stevnuni í Stavanger. Tað vil seta meira fokus á okk- ara landgrunn, nú alheims oljuvinnan er savnað á hes- um stað og eisini hyggur eftir framtíðar møguleikum at gera íløgur í. Bjarni Djurholm sigur annars, at alt tað arbeiði, sum fyrr er framt í Olju- málaráðnum, er komið í eina fasta og trygga legu eftir broytarnar í bygnaðin- um. – Hyggja vit at teim- um, sum vit samskifta við, so eru tey sum heild væl nøgd við, at vit hava eina rímuliga professionella fyrisiting. Eg kann so bara frøðast um at hava ábyrgd- ina av einum stovni, sum virkar so mikið væl. Uppá fyrispurning um tað ikki kann koma illa við, at tað er skorið so nógv í oljufyrisitingini, nú ein út- bjóðing, ið krevur nógva arbeiðsorku, fer av bakka- stokki sigur landsstýris- maðurin, at tað var skorin ein hálv millión burtur av játtanini tó at skotið varð upp at skerja tvifalt so nógv. – Nú er so avrátt, at vit skulu síggja, hvussu gongst frá nú av til fíggjarlógin kemur fram, um verandi játtan er nokk ella ikki. Higartil hava vit ikki hildið, at tað er brúk fyri eini eyka- játtan. Men tað er greitt, at tá eitt nýtt umfar er, so verður har so mikið nógv meira virksemi, og vilja vit síggja í august ella í september, um játtanin røkkur. Vit mugu so fylgja við, hvussu tørvurin verður tá og taka støðu til tað sohvørt. Bjarni Djurholm eftir fund við Statoilstjóra: Stórir møguleikar fyri samvinnu Bjarni Djurholm, landsstýrismaður bjóðar Erling Øverland, konserstjóra hjá Statoil vælkomnan til Føroyar Mynd Jan Müller 2. útbjóðing letur upp 17. august: Marknaðarføra føroyska undirgrund á ONS í Stavanger Eisini føroyingar eru við á stóru altjóða oljuframsýning- ini ONS í Stavanger seinni í mánaðinum C M Y K 16