leygardagur 7. august 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 7. august 2004
19
Finalan í kappingini
um føroyameistara-
heitið í tennis fyri
einstaklingar hjá
monnum varð leikt í
Havn hósdagin.
Martin N. Simonsen
vann trygt á Jón
Brekku
TENNIS
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ein av teimum ítróttar-
greinum, sum ikki so nógv
er at hoyra um í fjølmiðl-
unum her heima, er tennis.
Hendan ítróttargrein hevur
ikki serliga nógvar fjeppar-
ar, og tað er óivað høvuðs-
orsøkin til, at so lítið er at
hoyra um tennis her á landi.
Stórur munur
Í finaluni um føroyameist-
araheitið hjá monnum,
sum bleiv leikt á tennis-
økinum í Gundadali hós-
dagin, hittust tveir teir
størstu profilarnir innan
tennis í Føroyum seinnu
mongu árini, nevnliga teir
báðir
Martin
Nolsøe
Simonsen og Jón Brekku.
Finalan gjørdist ongantíð
serliga spennandi, tí til tað
var Martin væl betur fyri
enn Jón, og útisetin vann
ein tryggan sigur upp á 6-2
og 6-0.
Um dystin sigur Jón
Brekku, at munurin millum
seg og Martin var stórur, og
hann heldur, at munurin
bara er vaksin seinastu tíð-
ina. – Hann venur niðri í
Danmark, meðan eg sjálvur
geri ógvuliga lítið við tað,
og tað merkir sjálvsagt, at
hann er blivin sterkari, og at
eg eri blivin verri, sigur Jón
Brekku. Fyri einum fimm
árum síðani var tað annars
Jón, sum hevði munin á
Martini, men ein álvars-
ligur skaði í hondini gjørd-
ist so mikið umfatandi fyri
Jón, at hann ongantíð av
álvara er komin fyri seg
eftir tann skaðan.
Kvinnurnar
kappaðust
eisini um føroyameistara-
heitið fyri einstaklingar,
men í mun til menninar,
sum voru oman fyri 20 í
tali, vóru tað einans tríggjar
kvinnur, ið kappaðust, og
teirra kapping bleiv tí av-
greidd við einum bólka-
spæli. Tað vil siga, at allar
spældu móti øllum, og tá ið
samanumkom var Sára
Arge ein tryggur vinnari.
Ikki við á næstu
oyggjaleikunum
Føroyingar hava fleiri ferðir
verið umboðaðir í tennis-
kappingini á oyggjaleikun-
um, tó uttan at tað hevur
eydnast at fingið nakað
heiðursmerki í hesari ítrótt-
argrein. Komandi summar,
tá ið oyggjaleikir verða, er
tó eingin tenniskapping, og
tað er sjálvsagt ikki menn-
andi fyri áhugan fyri tennis,
at so er, heldur Jón Brekku.
Hann leggur tó afturat, at
tennisfólkini av Gibraltar
hava í kvittanum at skipa
fyri einari uttanveltaðari
oyggjaleika-tenniskapping,
men enn hava føroyingarnir
ikki tikið støðu til, um teir
fara at taka lut í hesari
kapping.
Um áhugan fyri tennis í
Føroyum sigur Jón Brekku,
at hann er ikki so galin. Tað
er komið nakað av børnum
til í seinastuni, og tað er
bara at frøðast um, sigur
hann. Hinvegin eru um-
støðurnar til at spæla tennis
ikki av teimum bestu, tí so
fáir vøllir eru, og eisini er
tað sera trupult at sleppa
inn í hallirnar at spæla,
sigur hann at enda.
Nú er greitt, at fyrr-
verandi venjarin hjá
ÍF, Sigfríður Clement-
sen, tekur við ábyrgd-
ini av næstbesta
liðnum hjá B36
VENJARASKIFTI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað hevur ikki gingist ser-
liga væl hjá 2. deildarliðn-
um hjá B36. Liðið liggur og
berjist fyri at sleppa undan
niðurflyting til 3. deild, og
tað er ikki nøktandi hjá árs-
talsfelagnum í Havn. Í ein-
ari roynd at venda gongdini
hevur leiðslan í B36 tískil
valt at skifta nú fyrrverandi
venjaran, Sjúrð Norðbúð,
út við Sigfríð Clementsen,
sum fyrr í ár var koyrdur frá
sum venjari hjá ÍF í bestu
deildini. Sigfríður hevur
áður við hepni havt leiðsl-
una av næstbesta liðnum
hjá B36.
Stóran týdning fyri
besta liðið
Formaðurin í B36, Kristjan
á Neystabø, sigur, at tað er
sera umráðandi fyri B36 at
hava eitt lið í næstbestu
deildini. Hann sigur, at ser-
liga í ár hevur 2. deildarlið-
ið havt stóran týdning, tí at
besta liðið hevur verið so
hart rakt av skaðum, at
neyðugt hevur verið fleiri
ferðir at fara niður á næst-
besta liðið at fáa fatur á
spælarum til at manna
besta liðið.
Kristjan á Neystabø sig-
ur, at leiðslan í B36 er av
teirri uppfatan, at felagið
skal hava eitt lið í næst-
bestu deildini, so at teir
spælarar, sum standa á gátt-
ini til besta liðið, eru so væl
fyri sum gjørligt. Formað-
urin í árstalsfelagnum vísir
tó á, at tað er vorðið alsamt
truplari hjá feløgunum,
sum eru umboðaði í bestu
deildini, eisini at hava lið í
næstbestu deildini.
– Hesi seinnu árini er 2.
deild nærmast ruddað fyri
b-lið, um vit kunnu kalla
tey tað. Bæði GÍ, B68, HB
og onnur við hava verið úti
fyri niðurflyting úr 2. deild
til 3. deild seinnu árini, og í
løtuni eru tað bara B36, KÍ
og VB, ið eru umboðaði í
báðum teimum fremstu
deildunum, sigur Kristjan á
Neystabø og leggur afturat,
at júst hesi trý feløg liggja
eisini og berjast í botninum
av 2. deild. – Kappingin í 2.
deild er blivin nógv sterkari
seinnu árini, og tað felagið,
sum umframt eitt lið í bestu
deildin eisini hevur eitt gott
lið í 2. deild, er sera væl
fyri, sigur formaðurin í
B36. – Vit vilja tískil gera
alt fyri at hava eitt gott 2.
deildarlið, men tað hevur
ikki gingið eftir vild higar-
til í ár, og í eini roynd at
venda hesi gongd hava vit
sett Sigfríð Clementsen at
taka við venjarasessinum
eftir Sjúrð Norðbúð, sigur
B36-formaðurin at enda.
FM í 30 km einkultstart-
kappsúkkling
verður
leygardagin
hin
14.08.2004 í Havn. Tað
er Tórshavnar súkklu-
felag sum skipar fyri
kappingini.
Start og mál er á
vegnum
frammanfyri
plantusøluna í Hoyvík.
Súkklast skal til Kald-
baks, har vent verður og
síðani aftur til málið í
Havn.
Hvønn minutt verður
ein kappsúkklari sendur
avstað, til allir eru farnir.
Tíð verður tikin í Kald-
bak og aftur á málinum.
Tann sum súkklar teinin
skjótast verður føroya-
meistari.
Kappingin er fyri vak-
in og unglingar.
Øll eru vælkomin at
verða við, treytin er at
góður
súkkluhjálmur
verður brúktur og at
súkklan er í rímiligum
standi.
Ofta taka ítróttarfólk,
sum vanliga ikki súkkla
kapp, lut í hesi kapping-
ini. Til dømis eru róðrar-
fólkini sera væl fyri nú
róðrarárið júst er liðugt,
tey eru meira enn væl-
komin at royna seg.
Martin føroyameistari í tennis
Sigfríður yvirtekur 2. deild hjá B36
Sigfríður Clementsen skal nú royna at venda gongdini hjá
aðrudeildarliðnum hjá B36
Kappsúkkling:
30 km einkultstartur
Martin Simonsen gjørdist hósdagin enn einaferð føroyskur meistari í tennis
Mynd: Maria Olsen
19
18
Nr. 148 - 7. august 2004
Um teir í árstalsfel-
agnum skulu hugsa
um at fáa grannarnar
aftur, so hava teir ikki
ráð at missa nakað
sum helst
KÍ-B36
Jóannes Hansen
Lagið hevur ikki verið
nakað serligt í Klaksvík
seinnapartin av vikuni. Teir
eru vónbrotnir av, at tað í
evstu løtu kiksaði, soleiðis
at tað í staðin fyri trý stig
bara fekst eitt burtur úr á
Toftum, og at sjeyndi javn-
leikurin harvið gjørdist
veruleiki.
Í morgin stendur enn ein
stór uppgáva og avbjóðing
fyri framman hjá KÍ, sum
higartil í ár bara hevur
vunnið ein av fimm heima-
dystum (tá verður undir-
haldið ímóti FCK og Es-
bjerg sjálvandi ikki roknað
uppí!). Einasti sigurin var í
fyrsta umfarinum ímóti
B68.
KÍ hevur sama fólkið
tókt, sum var við í mjørkan-
um týskvøldið. Neyvan
verður talan um tær stóru
broytingarnar, men tað
kann kanska hugsast, at
Arnhold Joensen, sum ikki
hevur verið á liðnum leingi,
og sum varð skiftur inn á
Toftum, fer at fáa kjansin
millum teir fyrstu ellivu.
Mugu fáa fult
Hjá B36 er einki sum eitur,
um teir skulu hugsa um at
fáa fatur í HB, sum er fimm
stig frammanfyri teir. HB
tykist so mikið væl upplagt,
at tað í løtuni er torført at
ímynda sær, at teir skulu
tapa. Tí er neyðugt hjá B36
at vinna hvørja ferð, um
teir skulu hanga uppií.
Hjá B36 er manningin
umleið tann sama, sum hon
var á Mølini. Ronnie Samu-
elsen, sum var burtur-
staddur týskvøldið, verður
við aftur. Arnbjørn Daniel-
sen er framvegis skaddur í
lærkrikanum, Bárður Mort-
ansson er vøddaskaddur og
Jens Erik Rasmussen hevur
trupulleikar við fótliðnum.
Nú eru fýra ár síðani, at
KÍ fekk fult á heimavølli
ímóti B36. Í fjør vann B36
2-1, í fyrraárið vunnu teir
3-2, og í 2001 vunnu teir 2-
1. Í 2000 vann KÍ 2-1 á
heimavølli ímóti B36. Tá ið
liðini hittust í Gundadali
fyrr í summar, var B36 á
odda 2-0, og alt bendi á
tryggan heimasigur. So
kom KÍ fyri seg, teir javn-
aðu, og í síðstu løtu var um
reppið, at teir fingu sigurs-
málið.
B36 knívin á barkanum
Í gjár varð ikki
roknað við, at
útlendsku
spælararnir, sum
hava vant við ÍF, fara
at vera við
mánakvøldið
NSÍ-ÍF
Jóannes Hansen
Hjá NSÍ venjaranum er tað
neyvan torført at seta sínar
menn upp til 11. leikumfar-
ið. Heimadysturin verður
ikki fyrrenn mánakvøldið.
Tá fáa teir í Runavík vitjan
av ÍF. Fuglfirðingar hava
bara vunnið eina ferð í
landskappingini í ár. Tað
gjørdu teir í heimadystin-
um ímóti NSÍ.
Tveir fremmandir menn
hava verið í Fuglafirði í
vikuni og vant. Í gjár varð
ikki roknað við, at teir fara
at spæla við ÍF mánakvøld-
ið. Formellu loyvini vóru
ikki komin upp á pláss, og
annar teirra var skaddur
undir venjing.
Hjá ÍF er Rúni Elttør
leikbannaður, eftir at hann
tiltuskaði sær reytt kort
aftaná, at dómarin sunnu-
dagin hevði bríkslað fyri
síðstu ferð.
Hjá NSÍ, sum ikki hevur
vunnið, síðani teir spældu
seinnu
hálvfinaluna
í
Fuglafirði, verður Jens
Martin Knudsen aftur í
málinum. Mikukvøldið var
hann leikbannaður, tí hann
hevði sæð reytt í finaluni á
Ólavsøku. Vit fingu tað
ikki heilt staðfest í gjár,
men tað varð roknað við, at
miðvallarin Kári Hansen
var leikbannaður eftir gula
kortið, sum hann fekk í
Vági.
Tá ið NSÍ og ÍF í 1999
hittust í Runavík, var úr-
slitið málleysur javn-
leikur og í 1998 var
úrslitið 1-1. Í 1997 vann
ÍF 4-2. Síðst NSÍ vann á
ÍF á heimavølli var í
1994, tá úrslitið var 3-1.
Støðan, 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 HB
10
7
-
2
-
1
26
10
16
23
2 B36
10
5
-
3
-
2
21
12
9
18
3 Skála
10
5
-
2
-
3
21
14
7
17
4 VB
10
4
-
4
-
2
16
11
5
16
5 NSÍ
10
4
-
3
-
3
15
14
1
15
6 EB/Streymur 10
4
-
2
-
4
17
15
2
14
7 GÍ
10
4
-
2
-
4
15
20
-5
14
8 KÍ
10
2
-
7
-
1
16
12
4
13
9 ÍF
10
1
-
1
-
8
14
34
-20
4
10 B68
10
0
-
2
-
8
7
26
-19
2
Jens Martin aftur á rókini
Í heimadystinum móti KÍ
tveitti B36 trygga 2-0 leiðslu
fyri borð. Ráð eru ikki til
endurtøku av hesum hesaferð
Jens Martin Knudsen er
nú aftur tøkur hjá
runavíkingunum
C
M
Y
K
18