leygardagur 7. august 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 148 - 7. august 2004
Tað er ikki pláss fyri
Hans Fróða Hansen á
landsliðnum, og
hesaferð er eingin
skálamaður úttikin
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Henrik Larsen hevur boð-
sent 18 spælarum til vinar-
dystin, sum verður móti
Malta mikudagin, 18. aug-
ust.
Mest áhugavert er sjálv-
andi, at tveir teir størstu
profilarnir í føroyskum fót-
bólti nú verða at síggja á
liðnum. Teir eru Todi Jóns-
son, sum ikki hevur verið á
liðnum seinastu meira enn
trý árini, og Jón Rói Jacob-
sen, sum ikki hevur verið
við seinasta lítla árið, tí
hann hevur verið skaddur í
knænum.
Todi boðaði fyrr í summ-
ar frá, at hann nú metti seg
vera nóg væl fyri at taka
eitt tørn afturat á landsliðn-
um, og Jón Rói Jacobsen
sigur aðra staðni í blaðnum
í dag, at hann gleðir seg til
at spæla aftur á landsliðn-
um.
Sammett við vinardystin-
um móti Hollandi, er tað
merkisvert, at HB-miðvall-
arin, Kári Nielsen, sum
fyrstu ferð fekk boð ta ferð-
ina, aftur hesa ferð er boð-
sendur. Harvið tykist hann
hava bitið seg fastan í hóp-
inum, meðan tað ikki er
pláss fyri nøkrum skála-
manni hesaferð. Jónhard
Frederiksberg hevur annars
verið sera væl upplagdur,
meðan Pauli G. Hansen,
sum eisini varð boðsendur
til dystin móti Hollandi,
hevur verið nógv skaða-
plágaður síðani tá.
Av gomlu landsliðsspæl-
arunum, um tað ber til at
siga soleiðis um ungar fót-
bóltsspælarar,
er
Hans
Fróði Hansen ikki boðsend-
ur hesaferð.
Teir 18, sum hava fingið
landsliðsboð, eru:
Jens Martin Knudsen,
NSÍ, Jákup Mikkelsen, KÍ,
Óli Johannesen, TB, Pól
Thorsteinsson, B36, Jón
Rói Jacobsen, Frem, Johan
Byrial Hansen, Horsens,
Atli Danielsen, KÍ,. Súni
Olsen, GÍ, Jákup á Borg,
HB, Fróði Benjaminsen,
Fram, Julian Johnsson, ÍF,
Jann Ingi Petersen, Fremad
Amager, Kári Nielsen, HB,
Rógvi
Jacobsen,
HB,
Hjalgrím Elttør, Fremad
Amager, Andrew av Fløt-
um, Fremad Amager, John
Petersen, B36, Todi Jóns-
son, FCK.
Dysturin
móti
Malta
verður 18. august á Svanga-
skarði. Talan er sjálvsagt
fyrst og fremst um fyri-
reiking
til
HM-
undankappingardystirnar,
sum verða á útivølli móti
Sveis og á heimavølli móti
Fraklandi
1.
og
4.
september. Men tað er einki
at liggja omaná, at æran
eisini stendur upp á spæl. Á
FIFA-styrkislistanum
er
Malta seks pláss framman
fyri Føroyar. 18. august
skal finnast fram til, um
hetta er, sum tað eigur at
vera!
Kári Nielsen hevur bitið seg fastan
Nú er Todi Jónsson aftur á føroyska fótbóltslandsliðnum. 18. august verður come-back á skránni, tá Malta vitjar á Svangaskarði
C
M
Y
K
20
Nr. 148 • leygardagur • 7. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Jón Rói aftur
á rættari kós
síða 2–3
HAVIÐ OG VIT
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
"Tá eg verði stórur, tá verður tað
gott, áh, hvat eg tá verði glaður!
Á sjógvin eg sleppi dag og nátt,
sum annar útróðrarmaður..."
Við vælkenda sanginum um
dreingin, sum gleðir seg at gerast
vaksin, setti Jákup Hansen í
sínari tíð orð á dreymarnar, sum
hvør einasti smádrongur tá á
døgum hevði - dreymin um at
sleppa til skips.
Sjógvurin hevur altíð havt eina
dragandi megi á menniskju og í
Føroyum, her vit liva mitt í
havinum, við sjógvi til allar
síður, er sjógvurin lívið hjá flestu
okkara.
Í øldir hava vit livað og ferðast
á sjónum og lívæðr okkara -
sjógvurin - kravdi so mangan tað
kærasta, vit áttu.
Kring landið hava vit reist
minnisvarðar yvir teir, sum
fórust á sjónum - um okkara
elskaðu menn, synir, brøður og
pápar, sum fóru avstað at vinna
breyð á borðið, men ongantíð
komu aftur, tí deyðans náðileysa
hond dró teir í havsins kalda
dýpi.
Men yvir tær kvinnur, sum
gjørdust einkjur ella tey, sum
gjørdust faðirleys og barnleys -
yvir tey er eingin minnisvarði
reistur. Tey stríddust í tolni fyri
at koma undan, og sorgina høvdu
tey ikki stundir at geva seg til.
So mong vóru tey, ið sótu eftir í
ræðuligu sorgini og vistu sær
eingi livandi ráð. Í einsemi runnu
tárini, og mong neyðarrópini eru
gjøgnum tíðirnar stigin upp til
Guds um hjálp.
Men lívið er eisini gleði, ikki
minst hjá sorgleysu børnunum.
Tað er stuttligt, tá sólin skínur og
mamma sigur, at nú fara vit á
sandin at spæla. Jú, tá er gaman
at vera til, og lívið er bara frálíkt.
Tá spæla børnini á flógva og fína
sandinum - tey byggja hús og
borgir og laga langar garðar, sum
Ismar Joensen so vakurt yrkir í
einari av mongu perlunum, vit
eiga í føroyskum skaldskapi.
Smádreingirnir eru troyttir eftir
dagsins spæl, teir sita og hyggja
út á hav og leingjast eftir babba,
sum teir vita er har úti
onkustaðni. Tey siga, at hann
fiskar svartkjaft, og dreingirnir
undrast og spyrja, hvussu tann
fiskurin sær út. Hevur hann
svartan kjaft, ella hví hevur hann
eitt so løgið navn. Teir halda, at
fiskurin við tí svarta kjaftinum
má vera øgiliga stórur, tí teir
hava hoyrt, at hann kostar
nógvar, nógvar pengar. Men abbi
hevur sagt teimum, at
svartkjafturin er einki stórur, og
teir skilja slett ikki, hvussu tað
so ber til, at sildirnar ræðast
hann so illa.
Nú er seint og tíð er at fara heim
at balla seg í fjálgu songini, tí
skjótt kemur Lummalykta-Óli at
lýsa gjøgnum lyklarholið, fyri at
vita, um øll børn eru løgst at
sova. Og um eina lítla løtu sova
hesir smáu. Í dreymi byggja teir
slott og sigla á tjørnini við
sluppum og línubátum, akkurát
sum í sanginum hjá Alexandur
Kristiansen, sum eisini er ein av
teimum, sum við einfaldu
barnarímum sínum megnar at
seta tey vaksnu aftur í
eydnusomu barnadagarnar.
Tá eg verði stórur...
Mynd: Hardi Hansen
Hesir báðir fittu garparnir sita og njóta góða summarveðrið við
sjóvarmálan á Gøtusandi.
Sum so mangir smádreingir undan teimum, líta teir langtandi út á hav, har
pápi og abbar teirra eru, hvør umborð á sínum skipi
21