leygardagur 7. august 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 148 - 7. august 2004
Á VEG ÚR SKUGGANUM
Jóannes Hansen
Leiðin móti fótbóltstindinum
tóktist liggja opin. Jón Rói
Jacobsen var komin til annað av
bestu feløgunum í Danmark, har
hann vandi saman við teimum
bestu. Í Brøndby hevði hann
fleiri ferðir sneytað til besta
liðið, og tað vóru møguleikar
fyri, at hann skuldi vinna sær
fast pláss á liðnum hjá Michael
Laudrup.
Undir venjing síðsta heyst – í
einum nú – varð menningin hjá
kanska mest evnaríka føroyska
spælaranum av øllum steðgað.
Krossbandið slitnaði, og eftir
skurðviðgerðina hevur í heyst, í
vetur og í vár verið talan um
miðvísa venjing. Málið hevur
verið aftur at vinna førleikan at
spæla fótbólt. Nú er Jón Rói
Jacobsen á veg úr skugganum og
inn aftur á pallin.
Hevur tú alla tíðina havt gott
mót?
– Eg eri ikki tann fyrsti, sum
hava verið ígjøgnum hetta her.
Eg visti, at tað átti at bera til, og
eg havi tikið ein dag í senn og
fylgt løgdu ætlanini. Tá ið vetur-
in var myrkastur, hevði eg
kanska onkra løtuna hug at
sleppa hesum, men hugurin at
spæla fótbólt er góður, og eg
havi sett mær fyri at royna,
hvussu langt eg kann røkka.
Míni næstu hava stuðlað mær
væl, og so hevur tað víst seg at
vera eitt gott hugskot, at eg eri
farin í skúla aftur. Eg gangi í HF.
Tað verður gjørt í smáum, og
talið og úrvalið av lærugreinum
verður lagað eftir tíðini, sum tað
er neyðugt at brúka upp á fót-
bóltin. Tað er jú hann, sum er
orsøkin til, at eg eri her í Keyp-
mannahavn.
Kennir tú teg vera komnan
heilt undan skaðanum?
– Eg eri ikki heilt so væl fyri
enn, sum eg var, tá ið kross-
bandið slitnaði. Men eg kenni
tað sum um, at eg eri komin
langt, og at tað framvegis gongur
rætta vegin. Onkuntíð hovnar
knæið eitt sindur, og eg styrkis-
venji framvegis. Í síðsta minutti í
dystinum sunnudagin fekk eg eitt
slag á knæið. Tað píndi, og eg
var kløkkur, men tað vísti seg,
tíbetur, at talan var ikki um
skaða, sigur Jón Rói Jaocbsen úr
Keypmannahavn.
Gott felag og góður venjari
Síðst í juni fór Jón Rói Jacobsen
undir nýtt kapitul í starvinum
sum fulltíðar fótbóltsspælari.
– Hóast sáttmálaskeiðið hjá
mær og Brøndby var av, so helt
eg á at venja har. At eg ikki
skrivaði undir nýggjan sáttmála
fyrrenn síðst í juni komst av, at
eg fyrst vildi fáa staðfest, um eg
fór at vinna førleikan aftur.
Onkur feløg spurdu seg fyri, men
tað var Frem, sum kom við
ítøkiligum tilboði. Eg tók av, tí
eg roknaði við, at felagið fór at
vera millum tey fimm bestu í
næstbestu deildini, og tí eg fegin
vildi venja undir leiðslu av Ebbe
Skovdal. Hann hevur drúgvar
royndir – bæði í Danmark og
uttanlands – og hann verður
mettur at vera ein tann best
skikkaði venjarin í Danmark.
Metir tú talan vera um
afturstig sammett við at vera í
Brøndby, nú tú ert í Frem?
– Tað kann síggjast frá fleiri
síðum. Kringumstøðurnar í
Brøndby eru betri, enn tær eru
her, hóast tær eru góðar her.
Ferðin í venjingini saman við
teimum bestu í Brøndby var
hægri, enn hon er í Frem. Men
eisini her havi eg ein góðan
venjara, og eg kenni tað sum stig
rætta vegin, at eg her havi
vunnið pláss í miðverjuni á liði,
sum vónandi fer at kappast í
toppinum í næstbestu deildini. Í
Brøndby spældi eg á ymiskum
plássum, og spælitíðin í bestu
deildini var rættuliga avmarkað.
Uppá tann mátan er talan um stig
rætta vegin.
Sáttmálaskeiðið hjá Jón Róa
Jacobsen í Frem, har hann venur
saman við føroyska málverjanum
Gunnari Nielsen, sum er eyka-
málverji hjá besta liðnum, er eitt
ár.
– At tíðarskeiðið ikki varð
longri komst av óvissuni um,
hvussu tað fór at taka seg upp,
nú eg aftur fór at spæla, eftir at
eg hevði verið skaddur so leingi.
Í juli spældi eg fimm dystir.
Tvær ferðir hvíldi eg, tí eg ikki
enn eri førur fyri at spæla
tríggjar ferðir um vikuna.
Í summar hevur verið nógv
tosað og skrivað um fíggjarligu
støðuna í Frem, sum sigst ikki
hava megnað at røkt sínar fíggj-
arligu skyldur. Hava spælararnir
kent nakað til turbolensin?
– Einki. Vit hava fingið okk-
Jón Rói aftur á rættari kós
Hóast kringumstøðurnar ikki eru tær somu, sum tær vóru í Brøndby, so
heldur evnaríkið maðurin seg hava tikið røttu avgerðina um
fótbóltsframtíðina, nú hann er fastur maður í miðverjuni hjá Frem
Tá ið Jón Rói fyri meiri enn tíggju mánaðum síðani varð skaddur, kom tað illa við hjá landsliðsvenjaranum. Jón Rói var álitið í miðverjuni, har hann við góða bóltførleikanum, taktiska med-
vitinum, góðu evnunum at lesa spælið og ikki minst skjótleikanum var førur fyri at byrgja uppfyri og samstundis megnaði at vera við til at mynda álop
Savnsmynd
Sosialurin Nr. 148 - 7. august 2004
7
JÓN RÓI OG VENJARIN
Jóannes Hansen
Tað er næstan ikki endi á posi-
tivu lýsingarorðunum, tá ið
Frem venjarin, Ebbe Skovdahl,
verður spurdur, hvat hann
heldur um nýggja føroyska
spælaran. Ebbe er ikki hvør
sum helst. Í mong ár var hann
venjari í Brøndby, og hann
hevur eisini roynt seg í Benfica
í Portugal og í Aberdeen.
– Tá ið vit sunnudagin
spældu ímóti Dalum, bar tað
ikki til at síggja, at Jón Rói
spældi fyrsta landskappingar-
dystin í næstan eitt ár. Hann er
sera væl fyri, og eg síggi hann
sum ein framtíðar spælara.
Vónandi verður hann við til at
spæla Frem aftur í superliguna,
og eg ivist onga løtu í, at hann
verður góður styrkur fyri okk-
um har, sigur Ebbe Skovdahl,
og harvið letur hann ongan iva
vera um, at Frem er áhugað í,
at Jón Rói skal halda fram í
felagnum, eftir at eitt ára
sáttmálaskeiðið verður lokið.
Um Jón Rói verður áhugað-
ur í at halda fram er ein annar
spurningur, sum spælarin
heldur vera ov tíðliga at taka
støðu til.
Hvørjar dygdir heldur tú, at
Jón Rói Jacobsen hevur?
– Menniskjaligu eyðkennini
hjá honum gera, at hann ong-
antíð dettur niður ímillum.
Hann er eyðmjúkur og klókur,
tekur uppgávuna í stórum
álvara og er altíð hundrað
prosent savnaður um hana.
Og á leikliga økinum?
– At hann hevur verið
skaddur so mikið leingi ber við
sær, at bóltførleikin kann
betrast. Jón Rói hevur stórt
taktiskt medvit. Hann dugir
væl at skipa verjuspælið, og so
hevur tað rættuliga stóran
týdning fyri meg og liðið, at
hann er so góður fram eftir
vøllinum. Tað er ein dreymur
hjá venjaranum at hava spælar-
ar í miðverjuni, sum umframt
at duga væl at verja eisini eru
førir fyri at vera við í álops-
spælinum. Tað megnar Jón
Rói.
Ebbe Skodahl er mammu-
beiggi Michael Laudrup, sum
er venjari í Brøndby. Hann
hevur ikki sæð Jón Róa Jacob-
sen spælt nakað serligt í
Brøndby, men hann sigur seg
hava spurt seg fyri har:
– Eg var venjari í Brøndby í
nógv ár, so eg kenni felagið
væl. Skoðsmálið teir geva Jón
Róa er gott. Eg haldi, at tað
var skilagott hjá honum at flyta
til okkra fyri at fáa glið aftur á
spælið. Hann hevur longu
prógvað, at hann er fongur fyri
okkum, og hann hevur møgu-
leikar at røkka langt, staðfestir
Ebbe Skovdahl.
ara løn, og vit
hava frá felag-
num fingið at
vita, at viður-
skiftini eru
komin upp á
pláss.
Hvussu
verður hjá tær
um eitt ár?
– Tað hava
vit ikki tosað
um, og tað ber
einki til at siga
um enn. Eg
spæli í mið-
verjuni, men
eg veit ikki,
hvussu tað
verður, tá ið
Diego Tur
kemur aftur.
Hann var
liðformaður,
men nú er
hann skaddur.
Enn hevur
hann ikki verið
til venjingar
aftur, so tað fara ivaleyst at
ganga nakrar vikur afturat,
áðrenn hann verður aktuellur.
Setningurin, sum eg havi sett
mær sjálvum, er hvørja ferð at
gera tað, sum eg kann, tá ið vit
venja, og tá ið vit spæla dystir.
So fæst at síggja, hvat verður
aktuelt um eitt ár.
Venja tit hvønn dag?
– Allar dagarnar uttan týsdag.
Tá hava hinir frí, men eg styrkis-
venji.
Hugsar tú um møguleikan
aftur at sleppa upp í part í
Brøndby?
– Tað hugsi eg ikki um, men
eg hevði einki havt ímóti tí. Mær
dámdi sera væl í felagnum, og
teir góvu mær góða viðferð.
Eisini tá ið eg var skaddur. Frem
og Brøndby eru grannafeløg, og
talan er um ávíst samstarv. At
okkara venjari er mammubeiggi
tann hjá Brøndby ger tað sjálv-
andi ikki verri. Í Brøndby er
kappingin ógvuliga stór um
plássini, og tað kemur meiri enn
so fyri, at ungir spælarar, sum
ikki sleppa framat í Brøndby,
koma higar. Um eg skuldi komið
aftur til Brøndby, so skuldi tað
verið, eftir at eg aðra staðni havi
fingið royndir og hevði ment
meg, soleiðis at eg kundi fingið
fast pláss á besta liðnum. Sum
sagt so hugsi eg ikki um møgu-
leikan at koma aftur til Brøndby.
Eg vil fegin spæla á hægsta
støði, men eg veit, at íløgan, sum
skal gerast, er dagliga arbeiðið,
og at tað er neyðugt at hava
fokus á tí setninginum.
Gleðir seg til landsliðið
Jón Rói Jacobsen hevur altíð
verið roknaður sum ein av evna-
ríkastu føroysku spælarunum.
Eftir ein stóran mánað í Frem
tykist tað sum um, at hann
rættuliga hevur vunnið sær pláss
millum viðhaldsfólkini, sum eftir
2–0 sigurin á heimavølli ímóti
Dalum mettu hann vera ein tann
besta á vøllinum, og á heimasíð-
uni hjá felagnum gevur venjaran-
um honum eitt herðaklapp.
Eingin ivi er um, at Jón Rói
verður á Frem liðnum, sum
sunnudagin fer at spæla ímóti
NFA ella Nykøbing Falster
Alliancuni.
Tá ið Jón Rói fyri meiri enn
tíggju mánaðum síðani varð
skaddur, kom tað illa við hjá
landsliðs-
venjaranum.
Jón Rói var
álitið í mið-
verjuni, har
hann við góða
bóltførleikan-
um, taktiska
medvitinum,
góðu evnunum
at lesa spælið
og ikki minst
skjótleikanum
var førur fyri
at byrgja upp-
fyri og sam-
stundis megn-
aði at vera við
til at mynda
álop.
18. august
fara Føroyar at
spæla vinar-
dyst ímóti
Malta.
– Um venj-
arin sendir boð
eftir mær, og
um støðan
verður, sum hon er nú, so eri eg
tøkur, og eg gleði meg til aftur at
spæla fyri Føroyar.
Soleiðis sigur Jón Rói Jacob-
sen. Ætlanin var ikki, at hetta
skuldi gerast stór grein. Men
skilagóði ungi maðurin er áhuga-
verdur á so mangan hátt. Hann
ger ikki nógv burtur úr sær
sjálvum, men hann er miðvísur,
og hann veit, hvat hann vil.
Dreymurin hjá honum um at liva
av at spæla fótbólt kann fram-
vegis gerast veruleiki. Men
álvarsami skaðin og langa og
tunga arbeiðið hjá honum at
koma fyri seg aftur – júst
soleiðis sum støðan hevur verið
fleiri ferðir hjá Toda Jónsson, og
sum hon í løtuni er tað hjá
Christian Høgna Jacobsen –
eigur at vera lærurík søga, sum
sigur øllum, ið droyma um at
liva av frítíðarítrivinum, at tað er
neyðugt at vera miðvísur og at
røkja sínar dagligu skyldur, ið
ikki altíð eru so hugaligar og
undirhaldandi. Tí var tað, at hetta
gjørdist til vikuskiftisgrein og
ikki bara til stutta tíðindagrein!
Lýsingarorðini eru
mong og góð
Frem venjarin, Ebbe Skovdahl, ivast ikki í, at
dygdirnar hjá Jón Róa gera, at hann eigur
spennandi framtíð í fótbólti
– Menniskjaligu eyðkennini hjá Jón Róa gera, at hann ongantíð dettur
niður ímillum. Hann er eyðmjúkur og klókur, tekur uppgávuna í
stórum álvara og er altíð hundrað prosent savnaður um hana, sigur
Frem venjarin, Ebbe Skovdahl, m.a. um Jón Róa Jacobsen
– Um venjarin sendir boð eftir mær, og um støðan verður, sum hon er nú, so
eri eg tøkur, og eg gleði meg til aftur at spæla fyri Føroyar, sigur Jón Rói Jacob-
sen
Savnsmynd
C
M
Y
K
23
22