leygardagur 7. august 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 148 - 7. august 2004
SAMRØÐA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Hann hevur havt ábyrgd av verk-
ætlanum í milliardaflokkinum.
Hann hevur arbeitt á náðileysa
tindinum í áratíggjur. Og ger
hann eitt mistak, verður hann
spakuliga og tilvitað trýstur úr
valdssirklinum.
Jú, tað er hart at arbeiða á eini
multinationalari risafyritøku,
sum er førandi á heimsmarknað-
inum og stendur fyri umleið ein-
um fjórðingi av allari alumin-
iumsframleiðslu í heiminum.
Hóast høvuðssætið hjá Alcan
(Aluminium Company of
Canada) er í Montreal, hevur
fyritøkan verksmiðjur kring allan
heim, og 71 ára gamli leirvík-
ingurin Anfinn Mikkelsen hevur
seinastu 38 árini arbeitt í lítla
býnum Kitimat á kanadisku
vesturstrondini tætt við Alaska,
har Alcan rekur stóran part av
virksemi sínum.
Bert í Kitimat framleiðir
Alcan 300.000 tons av alumin-
ium fyri góðar tvær milliardir
krónur um árið. Fyritøkan nýtir
hvønn dag 40 ferðir so nógvan
streym sum allar Føroyar. Fram-
leiðslan er alt frá foliepappíri,
plátum, rørum til flogfør og skip,
og hevur kemiverkfrøðingurin
Anfinn Mikkelsen havt leiðandi
sess í hesi framleiðslu.
Í 1998 varð Anfinn pensioner-
aður, og eftir at hava búð í
Kanada síðani 1965 hevur hann
júst verið aftur í heimlandinum
fyri fyrstu í 18 ár.
Yvirverkfrøðingur
Eftir at hann í 1965 byrjaði sum
kemiverkfrøðingur á risafyritøk-
uni í Kanada arbeiddi hann seg
skjótt uppeftir og endaði í leið-
andi sessi sum yvirverkfrøðing-
urin og hevur staðið fyri fleiri
verkætlanum í fíggjarligum
dimensiónum, sum fáir føroy-
ingar nakrantíð nærkast. Á Alcan
í Kitimat eru 2000 arbeiðsfólk,
og eftir stjóra og aðalstjóra
mynda Anfinn Mikkelsen og
aðrir yvirverkfrøðingar toppin á
Alcan.
Anfinn Mikkelsen varð út-
búgvin kemiverkfrøðingurin fyrst
í sekstiárunum í Keypmanna-
havn, og eftir trý ár á donsku
fyritøkuni NKT (Nordisk Kabel
og Trolfabrik) keypti tann longu
tá multinationala kanadiska
risakonsernin partar av donsku
fyritøkuni. Anfinn fekk bjóðað
starv í Kanada, og hetta varð
byrjanin til eina ferð fram ímóti
tindinum á heimsins størstu
aluminiumsfyritøku, sum
dominerar á heimsmarknaðinum.
Harðasti kappingarneytin er
grannafyritøkan Alcoa úr USA,
og saman framleiða Alcan við
Anfinni Mikkelsen og Alcoa um-
leið helvtina av øllum alumin-
iumstilfeinginum í heiminum.
Nýggj uppdaging
Spurdur, hvørja hending hann
serliga minnist gjøgnum øll hesi
38 árini á Alcan, har stórur
partur av tíðini hevur verið í
leiðandi sessi, minnist hann
serliga eina hending.
– Eftir drúgva gransking fann
eg í 1972 ein hátt at endurnýta
part av burturkastið frá
aluminiumsframleiðsluni, har vit
kundu endurnýta gamlar katodur,
og tað eydnaðist at fáa patent
uppá henda endurnýtingarháttin,
sum var eitt týdningarmikið
framstig fyri fyritøkuna, minnist
Anfinn aftur á.
Umframt hesa einu hending
hevur Anfinn saman við trimum
øðrum yvirverkfrøðingum staðið
fyri stórum verkætlanum - t.d. at
byggja nýggjar verksmiðjur - við
yvir hundrað arbeiðsfólkum
undir sær.
– Slíkar stórar uppgávur eru
sera krevjandi, og tað hendir, at
man verður vaktur á miðjari nátt,
tá alt ikki hevur gingið sum
ætlað. Vit hava allatíðina arbeitt
fram ímóti eini deadline, og er
avrikið á ein ella annan hátt ikki
nóg gott, verður man meiri ella
minni kasseraður, greiðir Anfinn
frá. Hann sigur, at jú hægri tú
kemur, jú harðari og náðileysari
gert tað, tí tú støðugt verður
vigaður fyri tíni avrik.
– Tí stendur og fellur alt við,
hvør dugur er í tær, og tá eg havi
staðið fyri ella funnið fram til
eina nýggja kemiska prosess at
framleiða aluminium úr málmi,
hava perfektionisma, professio-
nalisma og nærlagni verið lykla-
orðini, sigur Anfinn. Hann
leggur flennandi afturat, at til
alla lukku hevur hann yvirlivað
allar avbjóðingarnar í hesum
yrkinum, og tí kundi hann halda
høvdið høgt, tá hann formliga
gavst í 1998 vegna aldur. Hann
hevur tó havt tilknýti til fyri-
tøkuna síðani.
Axel Tórgarð og indiánarar
Anfinn Mikkelsen hevur júst
flutt nakað suðureftir, men ann-
ars hevur hann búð í lítla býnum
Kitimat øll árini undantikið eitt
ár í Montreal, har hann eisini
hevur arbeitt. Bert 12.000
íbúgvar eru í býnum Kitimat, og
Anfinn greiðir frá, at býurin á
mangan hátt líkist Tórshavn.
Talan er tó mótvegis Tórshavn
um ein multietniskan bý, har
stórur partur av íbúgvunum eru
europeiskir tilflytarar, sum eftir
seinna heimsbardaga komu til
Kanada. Umframt hetta eru
nógvir upprunaindiánarar í
norðurkanada, og tí er talan um
eitt fjølbroytt samfelag við
ymsum mentanum, uppruna og
húðarlitum. Hetta hevur sett høg
krøv til Anfinn Mikkelsen, sum
umframt stóru verkætlanirnar
eisini hevur havt til uppgávu at
samansjóva eina fjøld av grund-
leggjandi ymiskum arbeiðs-
monnum. Umleið hundrað
indiánarar arbeiða á Alcan í
Kitimat, og onkuntíð standast
trupulleikar.
– Tað kemur fyri, at "you dum
indian" setningurin verður
havdur á lofti, men sum heild
gongur arbeiði væl millum
etnisku bólkarnar, sigur Anfinn
flennandi. Hann greiðir frá, at
ein arbeiðsformaður í Alcan eftir
mikið rok skilti indiánararnar frá
hvítu arbeiðsmonnunum, so svar
kundi fáast á æviga kjakinum
um, hvør arbeiddi effektivari.
– Og tá avtornaði var indiánski
minnilutabólkurin allatíðina
frammanfyri. Teir liva fyri seg
sjálvar við egnari mentan, men
vit hava bert havt góðar royndir
av teimum, sigur Anfinn Mikkel-
sen. Indiánarar hava livað í
norðurkanada í fleiri túsund ár,
har grundarlagið hevur verið
veiða á sjógvi og landi, og hóast
trýst at taka við sokallaðu
siviliatiónsalduni, industriali-
seringini og moderniseringum
hava indiánararnir í norður-
kanada megnað at hildið fast um
sín uppruna.
– Men teir hava einki skrift-
mál, og tað er spell. Uttan tað
verður torført at varðveita teirra
uppruna, sigur Anfinn.
Anfinn Mikkelsen hevur eisini
verið organistur í kirkjuni í
Kitimat øll hesi árini, og um-
framt tað hevur hann verið
degnur av og á. Hann hevur
enntá umsett fleiri morgunlestrar
hjá Axeli Tórgarð, og í vestur-
kanada verða morgunlestrarnir
lisnir upp fyri bæði indiánarum
og hvítum. Fáir føroyingar
Lívið á tindinum er náðileyst
Í heili 38 ár hevur 71 ára gamli havnarmaðurin Anfinn Mikkelsen havt leiðandi
álitisstarv í Kanada á heimsins størstu og multinationalu aluminiumsfyritøkuni Alcan.
Sum yvirverkfrøðingur í evnafrøði hevur hann arbeitt við verkætlanum í
milliardaflokkinum, og fáur føroyingur hevur gjørt seg galdandi í altjóða høpi í sama
mun sum Anfinn Mikkelsen. - Lívið á tindinum er kravmikið og náðileyst, sigur Anfinn,
sum júst hevur vitjað í Føroyum fyri fyrstu ferð í heili 18 ár
Navn: Anfinn Mikkelsen
Aldur: 71 ár (føddur í 1933)
Hjúnastøða: Giftur við 73 ára
gomlu Jytte Jensen
Børn: Trý børn við nøvnunum
Petur, Jón og Katherine
Mikkelsen
Faðir: Petur Mikkelsen, lærari í
Leirvík og føddur í Syðrugøtu í
1901
Móðir: Katherina Zachariassen,
fødd í 1902 í Norðragøtu
Útbúgving: Barnaskúli í Leirvík
til 1947.
Studentur frá VBV í Tórshavn í
1953.
Sivilverkfrøðingur í kemi í
Keypmannavn 1962. HD
(fíggjarfrøðingur) í 1974.
Yvirverkfrøðingur í 1980.
FAKTA
munnu hava vitað, at Axel
Tórgarð sostatt sirkulerar millum
indiánarar í norðuramerika.
Respekt
Spurdur, hvat hann í høvuðsheit-
um hevur lært frá tíðini í
Kitimat, kastar hann aftur ljós á
grundleggjandi eginleikar, sum
sambært honum eru fortreytir
fyri persónligari menning og
framburði.
– Alt snýr seg um respekt og
trúvirði. Tá eg t.d. skal standa
fyri parti av eini stórari verk-
ætlan fyri 800 milliónir við 120
arbeiðsmonnum undir mær,
noyðist eg at hava hesar egin-
leikar kring mín persón, sigur
Anfinn Mikkelsen.
Hann greiðir frá, at trúvirði og
respekt er nakað, tú byggir upp
gjøgnum nógv ár, men fyri at
náa hesar eginleikar er neyðugt
at arbeiða við skynsemi.
– Hóast ein er óroyndur, skal
ein ongantíð seta seg í ein krók
og halda aftur við nýggjum
initiativum og hugskotum. Ein
skal læra seg at samarbeiða, og í
multietniska samfelagnum í
norðurkanada er neyðugt at
tillaga seg ymsar lívshættir og
mentanir, sigur Anfinn Mikkel-
sen.
Anfinn greiðir frá, at fyrstu
árini tordi hann illa at stinga
nýggjar ætlanir út í kortið og
taka initiativ, men so hvørt sum
tíðin leið, vaks hann við upp-
gávuni, gjørdist ein av fýra
yvirverkfrøðingum beint undir
sjálvari leiðsluni og fekk m.a.
patent uppá ein endurnýtingar-
hátt, sum Alcan í dag gagnnýtir í
hørðu kappingini.
– Í fyrstuni vórðu vit mikið
eygleiddir, og "survival of the
fittest" meginreglan var gald-
andi. Sum kemiverkfrøðingur
gjørdi eg nýggjar hættir at útvega
aluminium, og tá var eg á djúp-
um vatni, har minsta mistakið
kundi kosta dýrt, sigur Anfinn.
Ørsted er fyrimyndin
Tað var kendi danski vísinda-
maðurin H.C. Ørsted, sum í
1880´unum á fyrsta sinni fann
fram til, hvussu aluminium fæst
úr málmi, men hóast Ørsted var
tann fyrsti, sum sá blanka
metallið, eru pionerarnir á
økinum eisini C. M. Hall úr
USA og P. Héroult úr Fraklandi.
Metodan, sum gjørdi alumin-
iumsframleiðslu til ein heims-
ídnað, var sonevnda elektrolysan.
Aluminium er nýggjasta
metallið, sum kom undan kavi
fyri umleið 120 árum síðani,
meðan jarn, kopar, zink og gull
hava verið marknaðarvørur í
fleiri túsund ár.
Anfinn Mikkelsen og Alcan
keypa í dag rávøruna úr Jamaica
og Australia, tí hon finst ikki í
Kanada. Aluminium verður nýtt
til plátur, rør, flúgvarar, skip,
foliepappír, bygningar o.s.fr., og
t.d. vóru kendu tvíburðatornini
World Trade Center klædd uttaná
við aluminium.
Aftur í Føroyum
Anfinn Mikkelsen hevur sum
sagt arbeitt í Kanada í 38 ár, og
hann hevur júst vitjað í summar í
Føroyum á fyrsta sinni í heili 18
ár. Hann hevur føroyska konu,
sum eitur Jytte (fødd Jensen) og
spurdur, hví ólukkan hann ikki
hevur verið í Føroyum hesi árini
árini, tá hetta er heimlandið hjá
honum og konuni, er svarið
einfalt.
– Eg havi ongantíð havt fríð,
og arbeiðsuppgávan hevur gjørt
tað sera torført at ferðast heim á
klettarnar. Nú eri eg pension-
eraður, og hóast eg framvegis
búgvi í Kanada, ætla vit okkum
oftari at vera í Føroyum, sigur 71
ára gamli leirvíkingurin Anfinn
Mikkelsen at enda, sum síðani
1965 hevur starvast á risafyri-
tøkuni Alcan í Kanada og verið
álitismaður á eini av heimsins
størstu konsernum. Lívið á topp-
inum hevur sambært honum
verið náðileyst og krevjandi, men
Anfinn hevur yvirlivað og sett
síni spor í alheims aluminium-
ídnaðinum.
Sosialurin Nr. 148 - 7. august 2004
5
– Alt snýr seg um respekt og trúvirði. Tá eg t.d. skal standa fyri parti av eini stórari verkætlan fyri 800 milliónir við 120 arbeiðsmonnum undir mær,
noyðist eg at hava hesar eginleikar kring mín persón, sigur Anfinn Mikkelsen, sum í 38 ár hevur havt leiðandi starv á heimsins størstu aluminiumsfyritøku,
Alcan í Kanada
Mynd: Maria Olsen
C
M
Y
K
25
24