leygardagur 7. august 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 148 - 7. august 2004
FÓLKATÓNLEIKARA-
STEVNA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Úti í Fugloy gleða tey seg serliga
nógv á hvørjum ári, tá fólkatón-
leikarnir koma at vitja. Tað eru
tær báðar Laura Lydersen og
dótturin Amalia á Kirkju, sum
syrgja fyri, at øll fáa nóg mikið
at eta og hava eina góða song at
fara í, og so var eisini hesuferð.
So nógv fólk, sum gjørligt, gistu
inni hjá Lauru, men so varð eis-
ini neyðugt at fara aðrastaðni.
Og skjótt var lív í øllum húsun-
um í bygdini.
– Tað er so forferdiliga hugna-
ligt at hava tey herúti, sigur
Laura. Tey plaga at ringja og siga
frá, at tey koma, men nú hava tey
verið her so ofta, at eg vænti tey
aftur á hvørjum ári. Tey eru altíð
so blíð og vinarlig, og so duga
tey jú so ótrúliga væl at spæla
tónleik og gera tað stuttligt fyri
okkum øll.
Ein heilt serligur dámur
Tað er Føroya Fólkatónleikara-
felag við Kristiani Blak á odda,
sum á hvørjum ári síðani 1984
hevur skipað fyri konsertunum
hjá Fólkatónleikarastevnuni á
útoyggjaplássunum. Íblásturin til
stevnuna kemur frá Hetlandi og
Orknoyggjunum, har tað er ein
gomul siðvenja, at fólkatónleik-
arar ferðast ímillum oyggjarnar
at hava konsertir um summari.
– Vit hava havt onkrar konsert-
ir á meginøkinum og í Havn,
men Havnin hevur ongantíð
verið miðdepilin hjá Fólkatón-
leikarastevnuni, greiðir Kristian
Blak frá.
– Tað er ogin ivi um, at vit
gleða okkum serliga nógv til at
koma út á smáplássini at spæla,
tí vit kenna okkum so sera
vælkomnan. Har fáa vit jú altíð
fult hús, og so er tað eisini ein
heilt serligur dámur yvir tí, sigur
Kristian, sum letur óføra væl at
blíðskapin í húsinum hjá Lauru.
Anda inn!
Í ár vóru 4 fólkatónleikarabólkar
við á Kirkju, 3 úr Føroyum og
ein úr Hetlandi. Konsertin varð
hildin í skúlanum, og har
gjørdist, sum vera man, skjótt
nakað trongligt, tí sjálvandi vóru
øll, bæði bygdafólk og ferðafólk
komin á konsert.
– Nei, har var ikki pláss fyri
okkum øllum í senn, so summi
stóðu úti í gongini og onnur úti í
túninum. Men annars skiftust vit
um at vera inni og lurta, so tað
gekk allíkavæl, sigur Sunniva
Ougaard, sum sjálv er ættað av
Sum á ólavsøku úti í Fugloy
Tað var sum á Ólavsøku úti í Fugloy herfyri, tá fólkatónleikarar, bygdafólk og ferðafólk spældu,
dansaðu og sungu til tann ljósa summarmorgun. Tað var Fólkatónleikarastevnan, sum hevði leitað sær
út til Kirkju at hava konsert og hugna sær, og fugloyingar tóku, sum altíð, sera væl ímóti teimum
Kirkja við Svínoy og Eysturhøvda í baksýni í besta summarveðri
Nógv útgerð og annað var at bera yvir til tyrlupallin, tá filmsliðið hjá
TV2 fór avstað aftur
Nógv fólk var á keiini, tá fólkatónleikarnir komu til Kirkju at hava konsert
Sosialurin Nr. 148 - 7. august 2004
5
Kirkju. Sunniva og maður
hennara Finn hava hús á Kirkju,
sum hesuferð varð nýtt sum
dansistova, tá føroyskur dansur
var á skránni seinni um kvøldið.
Kristian Blak helt tað bara vera
avbera stuttligt at dansa
føroyskan dans í einum lítlum
húsi.
– Dansiringurin var so langur,
at øll rúmini máttu takast í brúk,
so ivaleyst var tað neyðugt hjá
onkrum at anda inn, tá ringurin
fór gjøgnum hurðarnar, flennir
Kristian, sum seinni um kvøldið
tók keyboardið hjá sær undir
armin, tí nu gekk leiðin, saman
við tónleikarum, ljóðførum og
øllum hinum, oman Á veggin at
fáa sær ein sving om og syngja
saman.
"Á vegginum"
"Á vegginum" er eitt tún mitt í
bygdini á Kirkju, har menn fyrr
plagdu at sita og práta, og børn-
ini plaga at spæla. Søgnin sigur,
at hetta plássið varð brúkt sum
kirkjugarður, tá svartideyði herj-
aði í Føroyum, men tá Fólka-
tónleikarastevna er á Kirkju, er
alt annað enn deydligt Á vegg-
inum. Hesuferð var ein hópur av
sangarum, við millum øðrum
Úlvi við Høgadalsá, eisini á
vitjan í Kirkju, so har var ongin
trupulleiki at fáa ferð á sangin.
Og so varð sungið og dansað, til
sólin kom upp.
"Síggjast aftur næsta ár"
Tá fólkatónleikarastevnan fer út
til Fugloyar, plagar ein rúgva av
ferðafólki, bæði føroyingar og
útlendingar at nýta høvið at vitja
oynna, og í ár mundu tey vera
eini 100 fólk tilsamans. Og hesu-
ferð var eisini eitt sjónvarpslið
frá TV2 har úti, sum kortini onki
hevði við tónleikin at gera.
– Tey vóru komin at forvitnast
eftir, hvussu tað mundi vera, at
búleikast nógv fólk í einum húsi
á einum lítlum útoyggjaplássi,
greiðir Laura frá. So í nakrar
dagar húsaðust eini 15 av teim-
um í einum húsi, meðan mynda-
mennirnir gingu og filmaðu tey.
– Jú, vit hava havt nógv ymisk
ferðafólk á vitjan herúti í summ-
ar, og tað dámar okkum avbera
væl. Men vit gleða okkum
serliga nógv til at síggja fólka-
tónleikarnar aftur næsta summar,
sigur Laura Lydersen.
– Ja, vit eru nærum vorðin
fastir gestir herúti eftirhondini, tí
tá vit fara avstaðaftur, plaga
bygdafólkini at standa á keiini og
vinka og rópa "Vit síggjast næsta
ár". Og tað gera vit, ongin ivi um
tað, sigur Kristian Blak,
avgjørdur.
Eftir ein sera væleydnað tónleikakvøld, eru tónleikarnir við at vera klárir at fara
avstað aftur. Her ganga tey á nýggju keiini í Kirkju
So er allur tónleikurin næstan komin umborð á Másan
"Á vegginum" er savningsstaðið á Kirkju. Søgnin sigur, at her var kirkjugarður, tá svartideyði herjaði í
Føroyum
Her er tað 15 ára gamla Gemma Donald, sum spælir fiól,
meðan Isobel Jamieson hevur klaverfylgispælið. Tær báðar eru
úr Hetlandi
Spælimenn úr Hoydølum
Teir báðir Niels og Helgi Midjord vóru eisini við
Fólkatónleikarastevnuni í Kirkju
C
M
Y
K
27
26